fríggjadagur 7. september 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 173 • 7. september 2007
Tá ið Týskland hersetti Danmark
9. apríl 1940, vóru bretar skjótir
at herseta Føroyar. Tað vóru
kanska ymsar meiningar um
hetta tá, men tá týsku illgerðirnar
rættuliga komu fram, gjørdust
føroyingar meira enn takksamir
fyri, at bretar bjargaðu okkum
undan tí, sum var nógv verri.
Tað er nógv skrivað um hesa
tíðina, serliga av Niels Juul Arge.
Men tað eru framvegis nógvar
livandi ”søgubøkur”, sum eisini
kunnu greiða frá hesi tíðini.
Her er serliga talan um teir
bretsku hermenninar, sum fingu
sær føroyska konu, og so eisini
konurnar sjálvar.
Nakrir búsettust í Føroyum,
men teir flestu fluttu við konunum
til Bretlands. Tað er vanliga fatan
in, at hesar konur yvirhøvur komu
væl fyri.
Talið av hesum hjúnum eru
sjálvsagt við at fækkast. Men
í summar hava vit hitt tvær av
hesum søgunum. Í juni høvdu
vit eitt prát við Jóhonnu f. Apol,
sum giftist við Harry Wilson.
Teirra søga kemur seinni í heyst í
Miðvikuna.
Nú um dagarnar hittu vit 88 ára
gamla Stan Suggate, sum giftist
við Kristionnu Petersen á Steig í
Sandavági. Hon doyði fyri nøkrum
árum síðani, 84 ára gomul. Men
nú var Stan komin higar saman
við sínum trimum synum og teirra
konum at vitja.
Vit hittu Stan og fingu hansara
søgu, sum eisini er eitt áhugavert
íkast til søguna um hesa tíðini.
Var við í krígnum
frá byrjan av
Bert ein mánaða eftir at Ongland
fór í kríggj móti Týsklandi, varð
Stan 20 ára gamal innkallaður
í herin í oktober 1939. Hann
bleiv settur í tænastu í eini
sjúkrahúseind, nevnd Ninth
Field Hospital, sum skuldi virka
sum sjúkrahús á hermótunum.
Fyrsta tíðin gekk við venjingum
í Onglandi. Á sumri 1940 varð
eindin hjá Stan knýtt at Royal
Marines, og vóru teir sendir við
skipi í kríggj. Stan var umborð
á herskipinum í einar tríggjar
mánaðir. Ætlanir vóru um, at tann
partur av flotanum, har hann var
við, skuldi gera innrás í Vestur
Afrika, men henda ætlan var
av eini orsøk ella aðrari slept,
og skipið fór tá til Glasgow í
Skotlandi við hermonnunum.
Hermenninir fingu tá frí í tríggjar
vikur, og Stan setti kós heim
til foreldrini í London, men har
væntaði honum ein skelkandi
sjón.
Pápin var bumbaður
Heima í London høvdu tey
veruliga merkt meira til kríggið,
enn Stan hevði merkt umborð á
troppaskipinum.
Foreldrini búðu í einum dupult
húsum í útkantinum av London,
har tvær familjur búðu. Hesi
húsini vórðu bumbað í sor av
týskarum, tá hesir byrjaðu sín
”blitz” bumbing ímóti Bretlandi
og eisini London.
Tvey fólk í hinum partinum av
húsunum vórðu dripin. Mamman
slapp heilt óskalað, tí hon var í
einum bumbuskýli. Verri kundi tað
havt verið við pápanum. Hann var
farin í skýlið, men var forvitin eftir
at frætta tíðindini í útvarpinum
og fer inn at lurta. Beint tá kemur
ein bumba, sum rakar húsið, men
her var pápin so heppin, at eitt
billiardborð stóð millum hann og
bumbuna, og tað bjargaði honum.
Tá ið Stan kemur aftur út
flotanum, fer hann til hús, men
hann finnur einki hús. So at leita
eftir foreldrunum, men eingin
kundi svara, hvar tey vóru. Hann
fer inn í ráðhúsið at spyrja, men
har vita tey heldur ikki. Men
júst sum hann stendur uttanfyri
ráðhúsið og hugsar um, hvat ið er
at gera, sær hann pápan. Tá eru
tey bráfengis flutt inn í eini hús
har nærindis.
Húsini vórðu bygd upp aftur,
og tað er her Stan og Kristianna
hava búð meginpartin av tíðini.
Tað er bert hálvur tími við toki inn
í miðbýin í London.
Sigldu seg inn í blóð!
Tá ið Stan fer aftur í herin eftir
hesar tríggjar frívikurnar, fekk
hann støð í Skotlandi, har hann
skuldi bíða eftir nærri boðum.
Hesa tíðina búðu og vandu teir
ymsastaðni í Skotlandi. Ein dagin
fáa teir boð um at fara umborð á
eina av teimum skjóttgangandi
fergunum, sum annars sigldu rutu
til Isle of Man, sum liggur í írska
havinum. Tá er tað, at teir koma
til Føroyar, sum teir lítið og einki
vistu um frammanundan.
Stan kom higar í apríl 1942, og
komu teir inn á Miðvág. Hansara
fyrsta minni var rættuliga
drápuligt. Tá ið teir komu inn
móti bryggjuni er sjógvurin
reyður sum blóð og hermenninir
ógvast við. Tá hevði júst verið
grindadráp!
Gjørdist laborantur
í Sandavági
Stan kom higar saman við teirri
Stan hersetti Føroy
Stan Suggate var ein av her
monnunum, sum varð sendur
til Føroya undir krígnum. Stan
fann sær konu í Føroyum, og
herfyri vitjaði tann 88 ára gamli
bretin aftur í Føroyum. Hann
minnist enn drápuligu sjónina,
tá ið teir sigldu inn á eina
blóðdálkaða Miðvág
Krígsminni
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Her síggja vit ensku gestirnar: F.v. Graham, Catherine, Zena, John, Stan sjálvur, Charles og Josie
Foreldrini hjá Kristionnu, Anna og Óla Jákup Petersen