fríggjadagur 7. september 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 173 - 7. september 2007
Geir til Írlands
Í næstu viku fer íslendski forsætisráðharrin Geir H.
Haarde til Írlands á almenna vitjan saman við konu
síni, Ingu Jónu Þórðardóttur. Tað er írska stjórnin,
sum hevur boðið teimum til Dublin. Sambært írska
blaðnum The Irish Times skal Geir H. Haarde hava
fund við írska forsætisráðharran, Bertie Ahern, og
írska forsetan, Mary McAleese. Samstundis sum
Geir H. Haarde fer til Írlands, er forsetin, Ólafur
Ragnar Grímsson, boðin til USA.
Færri fólk um flogvøllin
Í august ferðaðust 24.962 fólk um flogvøllin Vágum, og tað
var 2,3 prosent minni enn í sama mánað í fjør. Sostatt var
ferðafólkatalið minni bæði í juli og august enn somu
mánaðir í 2006, men kortini er talið størri higartil í ár enn
um somu tíð í fjør. Vøksturin er 5,2 prosent. Higartil í ár
hava 154.536 fólk ferðast um flogvøllin í Vágum.
Tað er rætt, at
trupulleikar vóru
við ruskinum í
Porkeri í fjør, men tað
komst av verkfalli.
Hinvegin er rætt, at
tað hevur tikið tíð at
finna eitt nøktandi
øki at goyma
ruskbingjunum,
sigur Eli Frederiksen,
borgarstjóri
BINGJUPLÁSS
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað hevur tikið sína tíð hjá
Porkeris kommunu at finna
eitt hóskiligt pláss at hava
ruskbingjurnar standandi.
Og enn er eingin endalig
loysn funnin, men Eli
Frederiksen,
borgarstjóri,
sigur, at nú sær út til, at ein
loysn er í eygsjón.
- Tað má jú verða rímiliga
høgligt hjá fólki at sleppa
til, og uttan at kunna geva
vissu fyri tí vænti eg, at ein
loysn verður funnin innan
alt ov langa tíð, sigur Eli
Frederiksen.
Onkur hevur hug at fílast
á, at ruskbingjurnar sum er
standa á keiøkinum, og Eli
Frederiksen viðgongur, at
tað vóru trupulleikar eitt
tíðarskeið í fjør.
- Men hetta komst av
verkfalli, so tað bar ikki til
hjá IRF at heinta ruskið.
Síðani tá hevur einki verið
at merkt til hvørki lukt ella
annað, sigur borgarstjórin í
Porkeri.
Hetta, at bæði seyður,
fuglur og rottur gera sær
dælt í ruskdungunum og
dragsa í eyst og vest, vísir
Eli Frederiksen aftur.
Bingjurnar
eru
afturlætnar, so eingi kríatúr
sleppa fram at ruskinum.
Bingjurnar til óbrennbart
standa enntá undir lási.
Haraftrat royna vit altíð at
halda plássið so reint og
ruddiligt sum gjørligt, so
tað skuldi eingin trupulleii
verið av økinum, sigur Eli
Frederiksen,
sum
tó
viðgongur fyrr at hava
lovað, at fáa ruskplássið
flutt til eitt betur hóskandi
øki.
Einki øki funnið – enn
Ruskbingjjurnar í Porkeri standa enn á keiøkinum. Men ein loysn er í eygsjón, sambært
borgarstjóranum
Leygardagin í næstu
viku letur føroyska
sendistovan í
Reykjavík upp
SENDISTOVA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Leygarmorgunin í komandi
viku fer leiguflogfar úr
Føroyum til Íslands við
innbodnum
gestum
í
sambandi við, at føroyska
sendistovan í Reykjavík
letur upp.
Umframt
hálvtannað-
hundrað innbodnar íslend-
ingar eru eisini 80 før-
oyingar bodnir at verða við
til
hátíðarhaldið.
Fleiri
tiltøk verða fyriskipað í
hesum sambandi, og tað
fyrsta verður móttøka fyri
innbodnum í Býráðssalinum
í Reykjavík. Hendan varar
frá 15.00 til 16.30.
Hálvan tíma seinni verður
opið hús í hølunum hjá
Sendistovu
Føroya
í
Austurstræti 12. Øll eru
vælkomin, og sagt verður
av løgmansskrivstovuni, at
tey í hesum sambandi hava
lýsingar í íslendsku bløðu-
num, so øll áhugað fáa
høvið at støkka inn á
gólvið.
Kvøldið endar við konsert
í glassalinum í Norrønu
Húsunum í Reykjavík, har
Budam, Jógvan Hansen og
Jensina Olsen.
Framsýningin
»Nátúr-
ligvís« verður samstundis
sýnd í Norrønu Húsunum í
Reykjavík.
Sagt verur av løgmans-
skrivstovuni, at innbodnu
gestirnir sjálvir rinda fyri
ferð og uppihald, sum eisini
verður neyðugt, tí komið
verður ikki til Føroya aftur
fyrr enn sunnudagin.
Sendistovan letur upp
Gunnvør Balle byrjar í nýggja yrki sínum sum sendikvinna Føroya í Íslandi leygardagin