Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 • 7. september 2007 Vikuskifti 9 manning, sum skuldi byggja flogvøllin í Vágum. Hetta var ikki smávegis tal av monnum. Teir vóru upp til 2.600 mans til hesa uppgávu. Men uppgávan hjá Stan var at arbeiða á bretska sjúkrahúsinum í Vágum. Tey eru kanska ikki øll sum vita, at bretar høvdu sjúkra­ hús. Teir høvdu veruliga tvey, tí eitt var eisini í Havn, uppi hjá nonnunum. Tað hoyrir við til at fara í kríggj at kunna viðgera teir hermenn, sum verða særdir ella sum gerast sjúkir, og við í hesum er so eisini at hava sjúkrahús á staðnum. Bretar høvdu tískil innrættað sjúkrahús í teimum frálíku húsunum hjá losjuni Vakhús í Sandavági. Beint við stóðu sethúsini, sum Jóan Jakku Simonsen nýliga hevði bygt sær. Her komu læknarnir at búgva. Bygt varð afturat losjuni, sum fekk skurðstovu, sjúkrastovur og røntgen. Sjúkrahúsið hevði 50 sengur, og manningin var eisini 50, alt mannfólk. Farmaceutar og laborantar búðu í húsinum hjá Dáva Magnussen. Við Giljarætt varð bygdur ein campur við barakkum, og har búði alt hitt starvsfólkið á sjúkrahúsinum. Arbeiði hjá Stan var at vera laborantur, og hevði hann eina útbúgving til tess. Vildi illa til kundi sjálvsagt veruliga verðið brúk fyri hesum sjúkrahúsi. Vágar var jú høvuðsstøðin hjá bretum, og her vóru kanska upp til 6­7.000 hermenn í senn. Oyggin kundið verið eitt álopsmál hjá týskarum, men tað hendi tíbetur tó ikki. Tað var sín sak at finna innivist til allar hesar hermenninar, sum komu í Vágar. Men her mátti hvørt skot fyllast. Skúlar vóru tiknir og tað sama við øðrum bygningum, sum vóru tøkir. Nógvir hermenn komu eisini at búgva privat hjá fólki. Tíbetur gjørdist ongantíð rættuliga brúk fyri sjúkrahúsinum til annað enn til hendilig óhapp, og tá ið onkur umfarssjúka gekk. Stan tekur til, at so heppin kundi lagnan vera. Hann kundi eins væl verðið sendur til okkurt annað hermót, har tað ikki spældi so friðarliga av, sum til dømis til hermót í frumskógini í Asia. Ambulansa var brúðarbilur Men hepni hjá Stan gjørdist eisini tað, at í Sandavági hitti hann Kristionnu, dóttir Onnu og Óla Jákup Petersen á Steig. Hetta var eitt stórt hús, har tað høvdu verið seks brøður og sjey systrar. Við so nógvum gentum kundi neyvan sleppast undan, at onkur av teimum fall fyri einum av teimum mongu bretunum. Men Stan sigur, at hann varð væl móttikin í húsinum. Tað vóru tó ikki allir dreingirnir í Vágum, sum vóru so glaðir fyri, at bretar fóru avstað við so nógvum av gentunum í oynni! Ein beiggi var tann seinni vælkendi skiparin og vinnulívs­ maðurin Petur á Steig, sum hevði verið skipari á skonnartini ”Sólarris”, sum varð minusprongd undir Íslandi stutt frammanundan, í august 1941. Fimm menn doyðu, ein av teimum var John, beiggi Petur. Petur og tveir aðrir høvdu rikið á einum flaka í 78 tímar, áðrenn teir vóru bjargaðir, so Petur var beint tá við at koma fyri seg aftur. Hann var tá eitt slag av politimanni í Sandavági. Sjúkrahúsið varð niðurlagt i 1944. Tá ið bretar fyrireikaðu D­dagin, innrásina í Frankaríki, varð brúk fyri øllum kreftum til hesa uppgávu, og manningin á sjúkrahúsinum í Sandavági varð send aftur til Bretlands. Men tá vóru Stan og Kristianna gift. Tískil slapp hann at verða verandi í Føroyum. Hann varð fáa vikur eftir brúdleypið fluttur til Havnar, har hann arbeiddi á bretska sjúkrahúsinum í Havn. Tey bæði blivu gift 4. mars 1944 í prestagarðinum í Miðvági. Hendan dagin var so nógvur kavi, at tað var ómøguligt hjá bilunum at koyra. Tí máttu tey nýta sjúkrabilin hjá hospitalinum sum brúðarbil. Brúdleyp var seinni hildið í Sandavági inni hjá bróðrinum Petur á Steig. Búðu hjá Poul Effersøe Í Havn komu tey at búgva í húsunum hjá yar og fann konu Tá ið Kristianna og Stan komu til Bretlands skipaðu tey fyri einum eyka brúðleypi fyri ættini Kristianna og Stan við børnunum sum smá ➘