Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 173 - 7. september 2007 Fiskastovnar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Skipið hjá Fiskirannsóknar­ stovuni, Magnus Heinason, hevur í august gjørt tær seinnu yvirlitstrolingarnar í summar. Toktleiðari á túrinum var Jákup Reinert, fiskifrøðing­ ur. Høvuðsendamálið við yvirlitstrolingunum er at fáa til vega tilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingunum av toski, hýsu og upsa – bæði í vekt og tali, umframt longdarbýti, vektbýti, aldursbýti, kynsbýti og kynsbúning hjá hesum fiskasløgum. Á hesum ferðum verða eisini magakanningar gjør­ dar, og eisini verða skráset­ ingar gjørdar av øðrum fiskasløgum enn høvuðs­ fiskasløgunum. 12 ár á baki Hetta er tólvta árið á rað, at Fiskirannsóknarstovan ger hesar trolingar, sum vanliga vara í tveir vikur og verða gjørdar á tilsamans 200 trol­ støðum, sum liggja spjaddar um allan landgrunnin. Tóv­ að verður í ein tíma á sama tóvi ár undan ári. Á tí fyrra túrinum í summ­ ar vórðu 127 trolstøðir tiknar, og á hesum seinna túrunum vóru so 73 trol­ støðir eftir at taka. Hesar lógu yvirhøvur vestanfyri og sunnanfyri. Undir hesum kanningum verður landgrunnurin býttur upp í 15 øki eftir dýpi og ætt, og ávíst tal av støðum verður tikið í hvørjum øki. Á hesum seinna túrinum í summar, loysti Magnus Heinason 15. august, og skipið var aftur 26. august. Ólag kom á trolspælið á túrinum, og tí noyddist skipið á Havnina at umvæla spælið, men hetta tók bert stutta tíð. ­ Um kvøldið 24. august tóku vit seinastu støðina eystanfyri Sandoynna, men tá fór teljarin á trolspælinum. Vit tóku trolið inn og royndu at umvæla teljaran, so støðin kundi takast um­ aftur. Hetta eydnaðist ikki, og tískil kom henda støðin at liggja eftir. Soleiðis gjørdist samanlagda talið av støðum í summar 199 – og ikki 200, sigur toktleið­ arin á túrinum, Jákup Reinert. Veiðan, sum Magnus Heinason fekk á túrinum, varð løgd upp á Toftum um morgunin, 25. august, og tá skipið legði at í Havn longu sama morgun, var hesin túr­ urin liðugur. Ikki endaligt Toktleiðarin sigur, at hóast teimum ikki eydnaðist at taka allar hesar 200 støðirn­ ar í hesum umfari, og hóast skipið fekk spælskaða, gekst túrurin kortini hampi­ liga væl. Níggju tóv miseydnaðust, tí breitlar slitnaðu, og trolið kom fast í botn. Hesi tóv máttu tí gerast umaftur. ­ Støðin, sum miseydn­ aðist, tí teljarin gjørdist í ólagi, hevur verið eykastøð í fleiri ár fyri eina av vanligu støðunum í Sandshavinum. Ætlanin er nú at gera hesa til eina fasta støð og síðan hava eina av teimum truplu støðunum í Sandshavinum sum eyka, sigur Jákup Reinert. Fiskifrøðingurin sigur, at enn eru tølini ikki endaliga løgd undir lupp, men miðjað verður eftir, at hesin túrurin verður klárur at leggja í databasuna í november. ­ Ikki fyrr enn nytrurnar eru lisnar, og øll data frá túrinum eru skrásett, ber til at siga nakað nágreiniligt um úrslitini av yvirlitstrol­ ingunum í summar, leggur hann aftrat. Mest av upsa Jákup hevur skrivað eina fyribils frágreiðing sum lýsir, hvussu nógv varð fingið av hvørjum fiska­ slagi, og á hvussu nógvum støðum, tey vóru fingin. ­ Nógv mest varð fingið av upsa, síðan kemur lítli kongafiskur, hýsa, hvítings­ bróðir, svartkjaftur, gull­ laksur, stóri kongafiskur og toskur. Til stuttleikar kann nevn­ ast, at í nøgd var brugda á einum triðja plássi yvir størstu nøgdirnar, sum Magnus Heinason fekk, tí bæði á hesum seinna túrin­ um – og á tí fyrra í summar – fingu teir brugdu í trolið. (sí mynd). Tilsamans fekk Magnus Heinason 49 fiskasløg, umframt høgguslokk, bæði mat­og agnhøgguslokk, hummara, rækju og ymiskt annað, ið er bólkað sum skrambul. ­ Verða báðir túrarnir í summar lagdir saman, fingu vit 61 fiskasløg til­ samans. Hyggja vit at, hvussu títtleikin er av ymisku fiskasløgunum – á hvussu nógvum støðum tey komu fyri ­ varð upsi fingin á 96% av teimum 72 støð­ unum, lítli kongafiskur á 93%, hvítingsbróðir á 86%, toskur á 81% og hýsa á 79% støðum. Døpur útlit Jákup Reinert sigur, at um vit samanbera stovnsmet­ Dapurskygni ræðu »Tølini vísa, at lítið hevur verið at fingið av toski síðan 2003, og í ár var úrslitið tað lakasta síðan 1999. Toskastovnurin á landgrunninum er illa fyri…« (Jákup Reinert, fiskifrøðingur) ” - Samanbera vit stovnsmetingarnar, ið gjørdar verða á hvørjum ári við veiðitøl hjá fiski- flotanum, er greitt, at yvirlitstrolingarnar geva eina góða mynd av, hvussu stórir stovnarnir av toski og hýsu eru. Eisini geva tær okkum ábendingar um, hvussu aðrir fiskastovnar eru fyri. Tað sær dapurt út við toski, hýsu og upsa í løtuni, ásannar Jákup Reinert, fiskifrøðingur Asbest í skúlunum Skjøl hjá grønlendsku myndugleikunum hava avdúkað, at trúggir býskúlar og 11 bygdaskúlar í Grønlandi eru bygdir við tilfari úr asbesti, ið sum kunnugt skaðiligt fyri heilsuna. Myndug­ leikarnir viðganga kortini, at teir vita ikki, at nakar av teimum 14 skúlunum er umbygdur seinni, og um asbestið er koyrt burtur. Nú skulu skúlarnir kannast, og so eru tað politik­ ararnir, sum gera av, um pengar skulu setast av til broytingar, sigur KNR. Turt gólv á Sandi Veikur kanadiskur dollari ger, at tað loysir seg ikki at salta upsa á virkinum hjá Sandoy Seafood á Sandi, og tí er felagið givið at keypa upsa til saltingar har. Marner Lisberg, sum er nevndarformaður í Sandoy Seafood, segði við Kringvarpið í gjár, at arbeiðið á virkinum verður ikki tikið uppaftur, fyrr enn toskurin kemur aftur, og betri prísur fæst fyri saltfisk. Sandoy Seafood, sum eisini hevur virki í Skopun, rindaði 18,4 mió. krónur í lønum í fjør.