Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 • 7. september 2007 Vikuskifti 10 Siggu Rasmussen, sum var úr Sørvági, systur Løvu-Jógvan. Hetta gevur okkum høvi til at koma við einum í skoyti til røðina ”Hendur ið Sleptu.” Hetta er í samband við Poul Effersøe, beiggi Rasmus, sum var sakførari og doyði ungur. Sigga helt hús hjá honum, og hon arvaði húsini, tá ið hann doyði. Tey fóru so víðari til Siggu hjá Rósing Rasmussen, sum er gift við Árna Winther, og tað er í hesum húsum, at Árni hevur sítt arkitekavirki. Flogvøllurin skuldi verja Bretland Flogvøllurin, sum var beinleiðis orsøkin til, at Stan kom til Føroya, varð bygdur, men hann kom ikki at hava tann stóra hernaðarliga týdningin, tí týskarar vóru við at verða niðurbardir, tá ið vøllurin var liðugur. Stan ivast ikki í endamálinum við flogvøllinum. Hann var ein týdningarmikil partur av verju- strategiini hjá bretum. Churchill hevði boðað frá, at berjast skuldi móti týskarum til seinasta mann. Um tað hendi, at Týskland gjørdi innrás í Bretlandi, skuldi millum annað flogvøllurin í Føroyum nýtast sum støð til at berjast móti týskarum í Bretlandi. Til alla lukku kom tað ikki so langt. Men vøllurin kom so sanniliga at gera sína nyttu fyri føroyingar! Heim til London Stan var í Havn til krígslok, tá fluttu tey heim til London. Viðurskiftini við fólkið í Vágunum var gott. Áðrenn tey fluttu, bjóðaðu bretarnir so nógvum av øllum fólkinum í Sandavági sum til bar til ein døgurða á sjúkrahúsinum. Tað var sjálvsagt ein stór broyting hjá Kristionnu at koma til London. Tey fóru við skipi til Aberdeen og so við toki til London. Her kundi hon síggja eitt heilt annað landslag enn í Føroyum. Men Krisianna fall væl til. Hon dugdu nakað væl av enskum frammanundan, og hon kom at tosa tað so perfekt, at fólk har á leiðuni hildu hana vera skotska, um tey ikki vistu betur. Stjóri á mjólkavirki Í London fór Stan at arbeiða á einum øðrum øki. Hann fór fyrst á landbúnaðarskúla og fekk eina 2 ára umskúling til at gerast meiaríteknikari. Hann gjørdist seinni stjóri á einum stórum samtaki av mjólkavirkjum – London Cooperative Dairy - nakað líknandi sum MBM í Føroyum. At hetta var ein stór fyritøka sæst av, at umsetn- ingurin var yvir 50 mill pund, ella meira enn ein hálv milliard krónur, og hetta eru longu nógv ár síðan. Á virkinum starvaðust tilsamans umleið 3000 fólk. Tey bæði fingu tríggjar synir. Tann elsti sonurin, John, er føddur í 1947, og kona hansara eitur Zena. Hann er verkfrøðingur og býr í Newcastle, har hann hevur egið virkið, ið framleiðir plastlutir til bilar. John eigur tvey børn. Næstelsti sonurin, Charles, er føddur í 1949. Kona hansara er Josie. Charles er búsitandi beint uttanfyri Birmingham, og hevur eisini egið virkið, sum veitir ráðgeving og líknandi innan starvsfólkamenning. Hann eigur trý børn. Yngsti sonurin, Graham, er føddur í 1953, og konan er Catherine. Tey eiga eisini trý børn. Graham er kemiverkfrøðingur og býr í Oxford. Hann hevur áður starvast í Suður- Afrika í nøkur ár. Veteranfelag fyri bretskar hermenn í Føroyum Heimvendu hermenninir skipaðu ein felagsskap eftir kríggið, har endamálið var at teir skuldu hittast. Tað gjørdu teir eisini í mong ár. Hesin felagsskapur kundi bert minka í tali, og tí er hann eisini givin at virka. Eisini føroysku konurnar, sum giftust bretskum hermonnum, savnaðust javnan tey fyrstu árini, men eisini hetta datt niðurfyri eftir nøkur ár. Tað var ikki so lætt hjá føroysku konunum at koma til Føroyar at ferðast beint eftir kríggið. Leiðin var at fara til Aberdeen ella Grimsby og sleppa heim við einum fiskiskipi, sum hevði verið niðri og landa. Hetta hevur ikki altíð verið stuttligt. Ikki minst, tí konurnar ofta høvdu smá børn við sær. Hetta er sera nógv broytt. Stan og Kristianna hava javnan verið í Føroyum, og hetta hevur verið lættari hvørja ferð. Synirnir vóru við, tá ið teir vóru smádreingir, men tað eru eini 30 ár síðan, teir seinast vóru her, nú teir komu aftur saman við pápanum. Eiga 35 føroysk systkinabørn Tað er ein sera stórur munur hjá synunum hjá Stan, tá hugsað verður um støddina á teirra ætt í Føroyum og Bretlandi. Stan átti bert tveir beiggjar. Annar doyði ungur. Hin fekk fýra børn. Tískil eiga teir fýra systkinabørnum í Bretlandi. Kristianna átti tólv systkin, og tey eiga 35 systkinabørn í Føroyum, Danmark og Noregi, og afturat tí eitt ótal av triði/ øðrum og aðrari ætt. Ættin eftir verforeldrini hjá Stan, Óla Jákup og Anna Petersen, skipaði fyri eini samkomu nætseinasta sunnudag við teirra nærmastu ætt, og her vóru fleiri enn 200 til staðar úr fimm ættarliðum. Vit takka Stan fyri samrøðuna, sum er eitt áhugavert íkast til hendan partin av okkara søgu. Luttakararnir í ættarveitsluni í Sandavági Systrarnar f.v. Kristianna, Ragnhild, gift við Johan á Plógv og Dusina, gift við Godtfred Joensen Hetta var bretska hospitalið í Sandavági