Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 173 - 7. september 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Dagurin 8. september. Mariumessa um heystið. Hildin sum føð­ ingardagur Mariu. Dagurin er dilkadagur. Tríggir dagar um heystið verða nevndir dilkadagar. Teir eru mariu­ messa 8. september, mikkjalsmessa 29. september og allahalgannadagur 1. november 9. september. Gorgonius, deyður umleið ár 300. Ein av pínsluváttunum í fornkirkjuni, sum varð tikin av døgum undir Diocletianus keisara. 10. september. Buchhardt, deyður umleið ár 754. Munkur úr Wessex í Onglandi. Fór seinni sum trúboði til Galliu og endaði sum biskupur í Würtzburg í Týsk­ landi. Fríggjadagin 7. september fyllir Vil­ hermina Thomsen 90 ár. Vilhermina er dóttir Karl Arnason frá Eyski­ fjørðinum í Íslandi. Mamman var Kristina Magnussen úr Sandavági. Barnaárini vóru ikki ein dansur á rósum, pápan misti hon 3 ára gomul, og mammuna tá hon var 14 ár. Havi mangan hoyrt mammuna sagt frá, at mamma hennara fekk at síggja hana í konfirmatiónskjóla áðrenn hon doyði. Ikki var lætt at vera faðir­ og móður­ leys í eini tíð, tá einki fekst frá tí almenna, men hon helt hús hjá beiggja sínum, sum ikki var heilsusterkur. Mamman giftist við Jóhannis Thom­ sen úr Skopun, hon var 20 ár tá tey giftust, pápin var 40 ár. Tey fingu 5 børn, tey eru Jóhanna, sum var gift við Sven Vatnsdal, Sandur, Karl, sum er giftur við Mariu Thomsen, og búgva tey í Leirvík. Jacobina er gift við Eyðun Vang, og búgva tey í Kaldbak. Arna er gift við Gerhard Lognberg, og búgva tey í Skopun. Jóhannis er giftur við Maritu Thomsen úr Dali, og búgva tey í Skopun. Mamman eigur 23 ommubørn og 36 langommubørn og 3 oldurommu­ børn. Mamman hevur verið ein arbeiðs­ som kvinna, hóast ikki altíð bestu umstøður hevur altíð skinið í hennara heimi. Tað var ikki lætt at vera mamma og kona. Hentleikar vóru eingir, so arbeiði var nógv, men man má siga at børnini eru komin væl undan, og er tað nakað sum mamma gleðist um. Nú tey seinnu árini, hevur mamma gingið høgt uppí ommubørnini, og hevur hon altíð verið klár at borðreiða fyri teimum. Mamma kom til persón­ liga trúgv á Jesus, tá vekingin var í ’75. Mamma kom at vera virkin í Missiónshúsinum í Skopun. Mamma hevur altíð verið lívsglað av lyndi, og hevur tað smittað, har hon er komin. Enn er hon lívsglað, hóast aldurin hevur sett síni spor. Mamma er í sínum egna heimi, hon hevur verið til umlætting tvær peri­ odir. Henni dámar best í sínum fjálga heimi, men vit kunnu staðfesta, at árini eru blivin mong. Vit vilja vegna okkara familju takka tær hjartaliga fyri tað tú hevur verið og er fyri okkum. Jesus signi teg! Børnini Vil­hermina Thomsen 90 ár Listakvinnan Hergerð Joensen í Havn letur fríggjadagin 7. september upp eina málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Hetta er triðju ferð, at hon sýnir fram í Smiðjuni. Talan er um eina framsýning við 30 ógvuliga ymsikum málningum við líka so ymiskum myndevnum. Framsýningin er opin til og við týsdagin 11. september. Opið er soleiðis: Fríggjadag frá kl. 15­20, leygardag frá kl. 10­16 og sunnudag til týsdag frá kl. 15­18. Hergerð Joensen í Smiðjuni Fríggjadgin letur listakvinnan Hergerð Joensen upp eina málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík Mynd: Magnus Gunnarsson 21. august fingu Ári Rouch og Liljan Weihe, Keyp­ mannahavn, ein son. Hann viga›i 4675 gr. og var 55 cm langur. Hann eitur Magnus Árason. 29. august fingu Annika Zachariasen og Jóhann á Stongum, Eiði, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 3600 gr. 29. august fingu Dóra og Jan Gaard, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3550 gr. 31. august fingu Astrid og Ragnar Mouritsen, Sørvágur, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4140 gr. 31. august fingu Annelisa Justinussen og Jákup Jóhannes Dalsá, Fuglafjørður, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3700 gr. 1. september fingu Súsi Kristiansen og Helgi Ljósstein Djurhuus, Klaksvík, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3600 gr. 2. september fingu Annika á Steig Egholm og Hendrik Egholm, Hoyvík, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 3100 gr. 2. september fingu Barbara og Sámal Joensen, Streym­ nes, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3600 gr. 3. september fingu Súsanna Isaksen, Tjørnuvík og Sig­ tór Lützen, Syðradalur eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4350 gr. 3. september fingu Anita og Herálvur Jensen, Sandur, eina dóttur. Hon var 58 cm. long og vigaði 4200 gr. 4. september fingu Elin Maria J. Thorleifsson og Hjalm­ ar Rasmussen, Strendur, ein son. Hann var 50,5 cm. langur og vigaði 3100 gr. 5. september fingu Alex og Malan Vilhelm, Vágur, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 4000 gr. 5. september fingu Bjørg Hovland Hjelm og Annfinn Hjelm, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3550 gr. 22. august fingu Mira og Andreas eina lítlasystir, sum vigaði 3620 gr. og var 51 cm long. Tey búgva í Lystrup í Danmark. Mamma teirra eitur Annika Winther Klit Føðingar Prógv 7. august hevur Óluva Vang, Tvøroyri, lokið prógv sum sivilverkfrøðingur innan umhvørvi, á Danmark Tekniske Universitet, Lyngby. Mark T. Højgaard av Skála hevur lokið prógv sum Cand Merc Aud á AAlborg Universiteti. 90 ár Fríggjadagin 7. september verður Vilhermina Thomsen, Skopun, 90 ár. Tey sum vilja heilsa uppá Vilherminu eru hjartaliga vælkomin niðan í Samljóð í Skopun, fríggjadagin kl. 18.00. 85 ár Leygardagin 8. septembur fyllir Nora Beder Johannesen Sandavágur 85 ár. Dagurin verður hildin á Ellisheimn­ inum í Miðvági saman við familjuni. 70 ár 10. september verður Elinborg Gøte 70 ár. Tey, ið vilja gleðast saman við mær og mínum á hesum degi eru væl komin í bygdarhúsið í Leirvík, sunnukvøldið 9. september frá kl 17:00. Brúdleyp Leygardagin 8. sept. giftast Laura Duus, Keypmannahavn og Jens Harry Jespersen, Tvøroyri. Vígslan verður í Tårnby kirkju kl. 13.00. Veitslan verður fyri innbodnum á Restaurant Kastrup Strandpark kl. 18. Br. adr. Viby Allé 4, 2770 Kastrup.