fríggjadagur 7. september 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 • 7. september 2007
Vikuskifti
14
Niederegger, út ímóti Breite
Strasse, at kalla yvir av
ráðhúsinum í Lübeck og eitt
hanagleiv frá Marienkirche,
er eitt kaku-kulinariskt slott,
eitt tempul vígt teimum
søtmungandi og rómabrellutu.
Henda bakstursins ævintýrhøll
er í tveimum hæddum, í teimum
stóru salunum á báðum hæddum
eru reytt og gult (ella gylt) teir
ráðandi litirnir, gólvteppini
eru reyð við gulum rípum, tað
hettuformaða loftið yvir tí serligu
marsipansalongini er reytt við
gulum stavum á, og umframt
tað fær ein serlig speglávirkan
alt inni at skyggja og glitra,
súlurnar eru fýrkantað spegl,
á veggjunum hanga spegl, og
teir sekskantaðu loftsflatarnir,
haðani ljósakrúnurnar hanga,
eru somuleiðis innrammaðar av
speglrondum.
Reytt og gylt eru tignarlitir, og
yvir salunum og salongini er ein
keisaraligur dámur, sum fær eina
undirstriking aftrat av Strauss-
tónleikinum, sum er at hoyra her,
og av at innbúgvið sum heild er í
Empire-stíli. Men tignin hevur ein
sakralan veftur, í salinum í erva
eru serligir, avskildraðir básar,
har fólk kunnu fara inn og sita á
hækkaðum gólvum, sum sótu tey
í kórinum í eini kirkju, og eisini
her eru gólvteppini reyð, og stólar
og beinkir reyðpolstrað.
Tey altarbreyð, sum her eru at
fáa, eru tó hvørki turr, tunn ella
vatndeyv, tí her fært tú kakur,
í øllum hugsandi støddum, við
øllum hugsandi litum og í alskyns
sniðum, fýrkantaðar, rundar,
keylur, sýlindarar, kúlur, torn,
kirkjur, kransakakur, jogurtkakur,
nøtakakur, marsipankakur,
rómakakur, jørðberkakur. Og úti
í tí stóru forhøllini er, umframt
kondittarí, eisini handil, har tú
kanst keypa konfekt, sjokulátu
ella marsipan, formað sum revar,
hanar, hundar, kettur, íkornar,
ravnar, slangur, froskar og annars
øll dýr, sum á sinni komu úr Nóa
ørk, og helst nøkur aftrat.
Günter Grass-húsið
Henda yvirflóðin av lystimeti,
bakstri og róma skal ivaleyst
skiljast sum eitt slag av
framkomnari próvtøku. Og
hevur tú skilt, at alt hetta
meira er ætlað eygunum enn
tunguni, og at tú – við tí gitna
lücbeckaranum Thomas Mann
in mente – má læra at hyggja
niður í avgrundina uttan at detta
ella kava niður í hana, hevur
tú staðið hesa marglætisins
eldroynd. Og tá er lagamanni at
ganga tann stutta teinin yvir í
Glockengiesserstrasse, har, stutt
frá Katharinenkirche, Günter
Grass-húsið stendur.
Ikki tí, her er eisini yvirflóð,
men av strangari og meira
sublimum slag. Tann, sum fyrstu
ferð kemur inn í Grass-húsið,
og kanska ikki hevur meira
enn eitt sløð av undanvitan um
henda listamann, ger tað við
einum følilsi, samansettum av
gleði, takksemi og ovfarni. Tú
kemur fyrst inn í eitt lítið, ljóst
móttøkurúm, sum samstundis er
bókhandil, við verkum eftir og um
Günter Grass. Tú gongur síðani
gjøgnum ein urtagarð og kemur
gjøgnum høvuðsdyrnar inn í sjálvt
Grass-húsið, sum er í tveimum
hæddum, við framsýningarhølum
í neðra og einum sali í erva, sum
verður brúktur til framsýningar,
fyrilestrar, móttøkur osfr.
Og her sæst, at Günter Grass
er ikki bara rithøvundur, men
marglistamaður, prosahøvundur,
yrkjari, teknari, málari, mynd-
høggari og harumframt ein homo
politicus, sum serliga seinast í
seksti- og fyrst í sjeytiárunum var
virkin á javnaðarvonginum. Av
hansara endurminningum sæst,
at áhugin fyri myndlist vaknaði
tíðliga, longu sum 10-12 ára
gamal í Danzig samlaði Grass upp
á kort við smáum endurprentum
eftir m.a. Mantegna, Botticelli,
Caravaggio, Rafael osfr.
Eftir kríggið fór Grass í læru
sum grót- og myndhøggari. Í
Grass-húsinum er listin hjá
hesum manni til skjals, í mót-
tøkurúminum fáast hansara
høggmyndir til keyps, sum smá
tvítøk úr bronsu, í urtagarðinum
standa tær í fullari stødd, og í
framsýningarhølunum hanga
málningar og tekningar. Høgg-
myndirnar eru helst tað fyrsta, ein
varnast, tangodansandi pør, sum
hava ymiskan atburð, formað við
yndi, elegansu og innankæti.
Rottan og snigilin
Sum listamaður tykist Grass at
vera búnaður í einum andsvari
Günter Grass
Valdið og listin IV.
Greinarøð
Hanus Kamban
Günter Grass lesur í Grass-húsinum úr sínum endurminningum. Myndin er tikin í september 2006