fríggjadagur 7. september 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 - 7. september 2007
15
Christina Helena Debes, fødd Rasmussen, ættað
úr Sørvági, búsitandi í Havn, andaðist í „Heiminum
við Vallalíð“ týsdagin 4. september, 85 ára gomul.
Jarðarferðin verður lýst seinni.
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Hanus í Skálafirði hevði ætlað sær
ein túr í hagan hendan sunnu
morgunin. Hann plagdi, um lír
arnar, at taka eitt lamb at hava
feskt, nú eplini vóru so mikið
búgvin, at takast kundi upp til ein
døgurða. Tað var so forkunnugt at
fáa ein feskan kjøtbita omaná alla
sildina og saltmatin. Og tá so alt
arbeiði lá stilt hvíludagin, var
møguleiki at velja sær eitt lamb,
hann kundi taka, tá høvi beyðst.
Hundin hevði hann góðan, so tað
skuldi ikki verið nakar trupulleiki.
Men kona hansara, Anna Sofía
við Torvgil, helt, at hann skuldi
ikki fara. Hon var fullgingin, og
kendi á sær, at tíðin var komin.
Og rætt fekk hon. Tí ístaðin fyri
at fara í hagan, settist bóndin við
árarnar, á veg eftir jarðarmóður.
Og áður enn dagurin var liðin, var
genta borin í heim. Tá hon eina
tíð eftir varð borin til dópin, varð
hon navngivin: Hansina Poulina
Sofía, eftir ommu síni í faðirlegg,
Ingu Hansinu.
Og nú, líradagin 26.08.2007,
gjørdist hon so níti ára gomul.
Hvussu vóru so umstøðurnar í
Skálafirði um hetta mundi?
Tann langa lonin, ið hevði verið
karmur um búðstaðarmynstrið, var
við at hvørva. Miðstova var avfallin
og Norðurstova var við at tømast.
Bert Niðristova var standandi. Og
ger tað enn, um enn við nøkrum
umbyggingum.
Húsini
“har
Eysturi” vórðu bygd um átjan
hundrað og áttati. Men nú vóru
tvinni hús í gerð vestari í bygdini.
Hesi hús kenna vit betur sum uppi
hjá Mariusi og uppi hjá Jensi.
So vit kunnu siga, at hetta var
ikki júst nakar stórbýur at vaksa
upp í. Men náttúran lá so har,
mestsum órørd, við øllum sínum
vakurleika: Fjørðurin, sandurin,
ósin, Fjarðará og Svínagjógv. Og
ikki at gloyma Løkin, ið ruddi
sær slóð gjøgnum mýruna fram
við húsunum. Fullur av kombikk
um, klípum og állum.
Og so fjøllini: Reyðafellstindur,
Halgafelli, Skorarnar og Skála
fjall. Í norði Múlatindur. Og Vala
knúkar. So loyndarfullir. Stundum
so brúnasíðir. Stundum so sorg
blíðir.
Á sumri bøurin og mýran klødd
við sóljum og summardá. Á vetri
alt fjalt í hvítasta lín.
Hetta var gerandisumhvørvið,
frá tí, eygað sá. Eitt satt Eldorado.
Eisini búði omman, sum hon
eitur eftir, Niðri í Stovu. Og
mundi henda sera gløgga kvinna
eisini leggja nøkur klípi í jørðildi
hjá hesi smágentu. Fitt av fólki,
legði eisini leiðina framvið. Her
savnaðust fjallmenn og seyða
menn. Og ikki at gloyma teir,
ymsastaðni frá, ið settu sildagørn.
Teir gistu. Ja, mangan mundi prát
ið ganga lystiliga Niðri í Stovu.
Og alt hetta legði henda árvakna
genta sær í geyma.
Tá ið hon so er seks ára gomul,
byrjar skúli í Skálafirði. Hann var
uppi hjá Mariusi. Hon tekur
mangan til, at betri lærara kundi
hon neyvan fáa. Lærarin var nevni
liga Johan Johannesen, úr Beit
inum, á Glyvrum. Seinni betur
kendur her um leiðir sum “gamli
lærari” Hann var ferðalærari tá.
Herinni varð gingið í skúla eina
viku um mánaðin.
Men Hansina átti eisini eina
ommu úti á Torvgili. Hon vildi so
fegin hava eitt av børnunum hjá
Onnu Sofíu og Hanusi út at vera
eina tíð. Hetta val fall á Hansinu.
Hon fór so út á Torvgil til ommu
sína Ingu, ið varð ættað av Kinn í
Lamba. Umframt Ingu, búðu
Lena og Andrias har eisini. Her
var hon so í trý ár, frá hon var sjey
til hon var tíggju. Her úti eru
møguliga grundarsteinarnir lagdir
til hennara ordan og røkisskap.
Og at hava skil á tí heila.
Hjá henni, ið dámdi so sera væl
at ganga í skúla, vóru hetta trý
sera góð ár. Tí her var meira
skúlagongd.
Tey høvdu t.d. bíbliusøgu, læru
bók, danskt, geografi, sálmaørindi,
lærdu at lesa, skriva og rokna. Og
nógv av hesum skuldi lærast uttan
at. Helst skuldu tey duga tabellina,
áðrenn tey byrjaðu at rokna.
Men barnadagarnir tá á døgum
høvdu eisini sín arbeiðssetning og
síni krøv. Og í einum bóndahúsi
var sanniliga nógv at tríva í. Uttan
duraarbeiði vóru m.a í torvi, at
hoyggja og at bera vatn. Innandura
var umframt alt tað húsliga, at
seyma og binda. Ikki meira enn
átta, tíggju ára gamlar, bundu
genturnar vøttir til sjómenn og at
selja. Hon fortelur, at einaferð fór
pápi sín til Fuglafjarðar at avreiða
vøttir, sum hon hevði bundið. Tá
var hon tíggju ára gomul. Aftur
komin fekk hon eina lummalykt,
hann hevði keypt henni. Og gleðin
man hava verið sera stór um hetta
forkunnuga tinganest. Tí enn í dag,
minnist hon akkurát, hvussu henda
gula lummalykt sá út. Og tað
skyggjandi ljósið í teimum myrku
tíðum, uttan ravmagn. Jú, sanniliga
aðrar tíðir.
Ígjøgnum
árini
er
nógvur
sandur tikin úr Skálafirði til
ymiskt stoypiarbeiði, longur úti á
fjørðinum. Til dømis, tá Turkihúsið
á Høgabóli var bygd uml.1930,
varð sandurin førdur við jakt úr
Skálafirði. Teir gjørdu tveir túrar
um dagin. Sandurin var fyltur í
posar. Teir høvdu tvey sett av
posum. Tá jaktin var á veg út á
Høgaból, lógu tómir posar eftir at
fylla í. Her luttóku børnini, við at
fylla uppí posarnar.
Eisini turkaðu tey fisk í Skála
firði. Absalon sendi fisk av Skála
inn higar. Lagt var upp á Stóra
skeri. Síðani var fiskurin vaskaður
í Víkará, haðani hann varð førdur
inn á sandin og borin niðan á
oyruna. Har var hann breiddur á
vatnrøtt stik at turka.
Men longu, tá hon hevði fingið
prestsins hond á høvur, fór hon út
at tæna. Hon tænti í fleiri støðum
m.ø á Skipanesi, í Kirkjubø og á
Toftum.
Á tí ítróttarliga økinum hevur
hon eisini gjørt vart við seg. Fyri
Ólavsøku í 1941 er hon í Havn
hjá systkinabarni sínum, Ingu á
Lakjuni úr Syðrugøtu. Her lærir
hon m.a at seyma.
Ein dagin sigur Inga við hana,
at hon hevur lovað hana burtur at
rógva kapp við Próstabátinum á
Ólavsøku. Tað er komið Ingu fyri
oyru, at ein genta er avfarin. Og
Inga hevur loysnina beinavegin.
Hon sigur teimum, at hon hevur
eina unga og sterka gentu heima
hjá sær, ið er uppvaksin við ár í
hond. Har er alt leyst og liðugt.
Hetta kom ikki serstakiliga væl
við hjá Hansinu. Tí hon visti, at
Próstabáturin var vanur at vinna.
Og tapti hann nú, var tað sjálvandi
hennara skyld. Men líkamikið.
Einar tvær ferðir var hon í bátinum
til venjingar. Hon sat í rúminum.
Og so kom Ólavsøkan. Inga hevði
syrgt fyri øllum. Hon hevði seyma
blusu, niðurdeil og turriklæði.
Keypt sokkar og skógvar. Og væl
gekk. Tær vunnu. Tað vóru fýra
bátar í hesum róðrinum.
Meðan hon tænir úti á Toftum,
koma hon og Jens Joensen uppi á
Lakju at kennast. Tey gerast væl.
Og eftir at hava gingið saman í
átta ár, giftast tey hin 13.01.1944.
Tað er Poul Bull Nielsen, ið vígur
tey. Tey keypa húsini hjá ommu
og abba Jens. Húsini verða nevnd
á Dunga. Og har býr hon enn.
Hansina sigur, at tá hon hyggur
aftur á tað heila, er hon sera væl
nøgd við lívið. Og kanska kemur
hetta lutvíst av hennara sterku
gudstrúgv. Hon var, sum sekstan
ára gomul, á missiónsviku í Gøtu.
Her kveiktist hennara andaliga
kyndil av álvara. Hesin kyndil
búnaðist til ein sterkan andaligan
frelsutryggleika, ið hevur fylgt
henni til dagin í dag. Og ikki
longur síðani enn í gjárkvøldið,
las hon dagsins tekst fyri Óluvu
og mær. Og lesari er hon góður.
Men hennara lív hevur ikki bert
verið ein dansur á rósum. Tíðliga
í teirra hjúnarlagi, gjørdist Jens
álvarsliga sjúkur og var óarbeiðs
førur í fleiri ár. Við ongari inntøku,
uttan sosiala trygd, og við fleiri
smábørnum, mundu hesi ár vera
ómetaliga tung at koma ígjøgnum.
Men tey stríddu seg ígjøgnum,
við Guds hjálp og við hjálp frá
góðum fólki. Og komu undan.
Tey fingu níggju børn og nógv
eydnurík ár saman. Jens andaðist
08011997.
Um Hansinu er annars at siga,
at hon er ein sera gløgg og vitandi
kvinna. Hon hevur eitt ótrúliga
gott minni, og dugir sera væl at
siga frá. Hon er sera snøgg, bæði
handaliga og vandaliga. Har hevur
aldrin nakað verið latið úr
hondum, sum fingur kann setast
á. Og so hevur hon hesa hábærs
ligu tignina, ið ikki kann greiðast
frá. Hon skal upplivast. Tað er
neyvan tað evni, tú prátar um, at
hon ikki kann tosa við. Hon hevur
fylgt sera væl við í skúlagongd og
læru hjá børnunum. Og altíð stuðl
að teimum. Og nú eisini ommu
børnunum. Hon hevði óivað havt
sítt lívsyrki sum lærarinna, um
umstøðurnar í ungdómsárunum
vóru øðrvísi. Hon fylgir væl við í
øllum viðurskiftum, tað verði seg
í verðsligum ella andaligum høpi.
Hon er sera blíð at koma inn til,
og dámar væl at fáa vitjan. Og er
altíð við tí góða orðinum.
Av teimum seks børnunum hjá
Onnu Sofíu og Hanusi Niðri í
Stovu, ið komu undan, eru bert
tvey eftir á lívi: Anna Louisa og
Hansina.
Góða mammusystir: Takk fyri
tín trúskap og kærleika!
Latum okkum enda við ørindi
úr sálminum hjá Eber og Grundt
vig, sum Jóhan Weihe sáli, plagdi
at taka til.
Kom i den sidste nattevagt i en af
mine kæres dragt
og sæt dig ved min side
og tal til mig som ven til ven
om hvor vi snart skal ses igen
og glemme al var kvide
Alt gott ynski eg tær
Fríður
Nú hon rundaði tey níti
Lesið Sosialin - so eru tit við