Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Nr. 173 • 7. september 2007 Vikuskifti til høvuðsrákini í týskari list eftir kríggið, øðrumegin ta abstraktu og tings-óbundnu, hinumegin ta natúrtrúgvu og innihaldsjáttandi listakósina. Lærumeistarin hjá Grass, Karl Hartung, helt einaferð fyri, um nakrar tekningar av sild, sum Grass hevði gjørt: Tær hava eingi bein. Har tú átti at hugt gjølla, hevur tú uppfunnið pynt. Ein sild er meira enn tú megnar at uppfinna. Natúr – og tó medvitin. Grass skapti á hesari grund eina list, sum øðrumegin avmyndar natúrina við eyðmjúkum trúskapi, men sum samstundis arbeiðir við einum emblemuniversi, sum hevur loyst seg frá fortíðini, og har fatanin er fræls, og figurarnir fjøltýddir. Hann stendur á henda hátt, umboðandi eitt slag av dialektiskum yvirstigi, fyri konservatismu í formi, men moderniteti í fatan og tolking. Hansara figurar, sum ganga aftur og eru fáir í tali, snigilin, svínið, hundalandið, flundran, rottan, eru endurgivnir við næstan óhugnaligum neyvleika, men upplivast samstundis nettup ikki sum náttúra, men sum partar av eini mýtologi, sum arketýpur, sum allegorisk list. Rottan (sum eisini kemur fyri í skaldsøguni Die Rättin (Kvennrottan), 1986) er ikki longur tann hataði sjúkuberin, men menniskjans yvirlíki, sum tað er lagað at arva jørðina, men sum, tá ið hon ger tað mistak at herma eftir menniskjunum, er fyri sama falli sum vit, sum tusjtekningin “Golgatha” vísir. Snigilin er, fyri at taka eitt annað dømi, ikki bara snigil, men eitt ævinleika-emblem, umboðar skaldsins og listamansins neyðugu contemplatio, umboðar uppgerð við framburðarins og skjótleikans hvørvisjón, stendur fyri seinførisins vísdómi, og er, sum Grass hevur víst á, skyldur við Dürers Melencoliu. Við hesum emblemi vísir Grass á, at ein og hvør lívfør utopi bara kann skapast spakuliga, við “stillstøðu í framburði”, og altíð má vera rótfest í jørðini. Samvitskan Günter Grass kemur viðhvørt sjálvur á gátt í Grass-húsinum í Lübeck. Fyrr í ár kom út yrkingasavnið Dummer August, Grass-húsið læt í juli upp eina framsýning av tekningunum í bókini, og eg var so heppin at kunna vera hjástaddur og at hoyra og síggja høvundin lesa upp. Forsøgan (sum nakrir lesarar helst kenna) er tann, at Günter Grass í august í fjør gav út bókina Beim Häuten der Zwiebel (Tá leykurin verður flustur), eitt slag av endurminningarverki, har høvundurin fortelur um sín ungdóm, m.a. um tíðina 1939-45. Henda bók er eitt slag av sjálvuppgerð. Günter Grass, føddur í 1927, gjørdist blaðungur limur í ungnazistiskum felags- skapum. Á ungdómsárum upplivir hann, at ymisk fólk, bæði skyldfólk og skúlafelagar, “hvørva”, men tað er tøgn um hetta. Heldur ikki tann ungi Grass setir nakran spurning, og nú spyr hann í sínum endurminningum afturlítandi seg sjálvan: Hvar vart tú, Ádam? Í 1944 vendi hann sær til hervaldið og bað um at sleppa upp í bardagan, helst í kavbátadeildini. Leingi frætti hann einki, men so ein dagin fekk hann í skrivi boð um at møta til hertænastu, og tað vildi so til seinni, at hann kom upp í eina pansaradeild undir Waffen SS. Hann virkaði eitt skifti sum hermaður, bleiv særdur, kom, sum við einum undri, livandi burtur úr bardaganum og endaði sum amerikanskur krígsfangi. Alment avrættaður Við Beim Häuten der Zwiebel royndi Günter Grass endiliga og endaliga, og meira kontant enn í eitt nú skaldsøguni Blikktrumman, 1959, at seta tað tunga samvitsku-kuffertið Günter Grass: Á ferð í Póllandi. Skavmynd 1972 Á kvøldi kýrnar. Millum okkum hegnið. Tigandi hyggja vit hvør upp á annan og vita ikki nógv at siga. So – sum eftir boðum ongastaðni frá – fara tær avstað, tignarliga seinar og – sum mær sýnist – eitt sindur vónbrotnar, tí eg bara havi gamalt grenj at bjóða. ➘