Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 173 - 7. september 2007 nøvn Móttøka Myndir: Jens Kristian Vang Á almennari móttøku á Fútaskrivstovuni í Havn fríggjadagin 31. august í sambandi við at Heðin Mikkelsen, varaleiðari, hevði 50 ára starvsdag, fekk hann eisini fortjenstmedalj­ una frá drotningini fyri trúgva tænastu. Heðin byrjaði sum lærlingur í 1957, og tjúgu ár seinni var hann settur sum skrivstovuleiðari, til hann fyri trimum árum síð­ an, eftir egnum ynski, tók við starvinum sum vara­ leiðari. Heðin er 67 ára gamal og havnarmaður. Hann vaks upp á Trapputrøðni við Ting­ húsvegin. Hann er giftur Ingibjørg, f. Zachariassen, úr Havn. Tey eiga døturnar Eydna og Marin, sum búgva í høvuðsstaðnum, og Guðr­ un sum býr Danmark. Barnabørnini eru 8 í tali. C. Pløjensgøta hevur havt ein sentralan týdning í lív­ inum hjá Heðini. Umframt at Fútaskrivstovan var har í mong ár, flutti hann fyri nøkrum árum síðan úr Gundadali oman í C. Pløjensgøtu at búgva í gomlu húsunum hjá abb­ anum. Tað man liggja til familj­ una at vera trúføst í starvi. Fyri fýra árum síðan hevði eldri bróðurin, Tórbjørn Mikkelsen, 50 ára starvsdag á Toll­ og Skattstovuni og fekk eisini medalju frá drotningini. Heðin er íðin B36­við­ haldsmaður og spældi eisini har sum ungur. Annars er tað mest í hondbóltsfelag­ num Kyndli, hann hevur verið virkin sum leikari í mong ár. Hann hevur eisini sungið í Havnarkórinum í nógv ár og er framvegis knýttur at kórinum. mg Heðin fekk medalju fyri trúgva tænastu Heðin Mikkelsen varð heiðraður fyri at hava arbeitt 50 ár á Fútaskrivstovuni. Her er hann saman við fútanum Karen Marie Olesen Hjúnini Heðin og Ingibjørg Mikkelsen Ein av gomlu Kyndilsleikarunum, Niels Nattestad, heilsar upp á Heðin Kartin Hansen, fyrrverandi sýslumaður, var við til móttøkuna Brøðurnir Heðin og Tórbjørn Mikkelsen eru báðir heiðraðir av drotningini fyri trúgva tænastu Nógv fólk vóru til móttøkuna á Fútaskrivstovuni Hildigunn Madsen fær her eitt prát við parkeringsansararnar