Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 • 7. september 2007 Vikuskifti 16 frá sær. Kortini var eingin av avdúkingunum í bókini nýggj uttan tað stutta brotið um tíðina í Waffen SS, ein tilburður, sum Grass hevði skammað seg so nógv um, at hann ikki hevði orkað at greitt frá honum. Nú hann nærkaðist teimum áttati, mátti tað sigast. Das musste raus, endlich. Bókin kom út tann 15. august 2006. Men longu tann 12. august avdúkaði høvundurin, í eini langari samrøðu við Frankfurter Allgemeine Zeitung, at hann hevði virkað í Waffen SS. Úrslitið av hesi avdúking var tann størsta bókmentagølan í Týsklandi í nýggjari tíð, við einum floymi av oddagreinum, samrøðum, viðmerkingum, lesarabrøvum og útsagnum frá fólkum og andsmennum ikki bara í Týsklandi, men í øllum heiminum. Kravt varð m.a, at nobelvirðislønin skuldi takast frá Grass, og at hann skuldi missa heitið sum heiðursborgari í Danzig. Hann varð álopin av sínum egnu starvsbrøðrum, m.a. skrivaði Peter Handke, at Grass altíð hevði verið eitt ringt menniskja, og at hann sum skald einki nyttaði. Sutt sagt: maðurin varð, av fjølmiðlaverðini, alment avrættaður. Góður upplesari Mong dømir eru um, at týskir høvundar, tá ódnir hava leikað í teirra heimlandi, eru flýddir norðureftir, til Danmarkar ella Svøríkis. Grass eigur summarhús á Møn í Danmark, og har hevur hann skapt yrkingasavnið Dummer August, sum er hansara svar upp á gøluna og hansara frásøgn um lívið á fjølmiðlanna spískasteini. Við heitinum sipar hann bæði til augustmána í 2006 og eisini, speiskliga, til seg sjálvan. Eg eri komin í góðari tíð og siti tí høgliga fyri. Høvuðspersónurin kemur inn, saman við konu síni, og fer, eftir at trý fólk hava havt orðið, upp á pallin. Günter Grass er á vøkstri nakað undir miðal, tættur, gongur eitt sindur bogin, er í bláari skjúrtu, slipsleysur, í myrkabrúnum einslittum jakka og buksum, hárið er myrkt og rísið, yvirskeggið tjúkt, hann ber seg, sum var hann væl yngri enn hann er, kanska sjeyti, yvir útsjóndini er okkurt fremmant, ein døkkur farri, ikki so undarligt, tí Grass er jú, í móðurlegg, ættaður frá kasjubum, einum vesturslaviskum ættarbólki í Póllandi, sum hevur sítt egna mál. Yvir medferðini er ein blandingur av álvarsemi, fámæli og lítillæti. Tá ið Grass fer at lesa, hoyrist, at hetta dugir hann, røddin er klár, so eg hoyri hvørt orð, og samstundis sáttlig og óuppgjørd, so tekstirnir koma týðiligari fram. Lívrættur hjá ótýdligum gestum Dummer August er eitt savn við 40 yrkingum eftir Grass (og einari eftir Goethe) og 28 steinprentum og tekningum, sum hoyra til tekstirnar. Yrkingarnar sipa við speisemi, sjálvironi, og eini serligari, bæði beiskari og samanriknari, fynd til fjølmiðlanna herferð. Bókin kann samanlíknast við savnið Birthday Letters, frá 1998, har tann eingilski yrkjarin Ted Hughes ger upp við fjølmiðlar og bókmentafrøðingar í tí enska rúminum. Yrkingin “Vergleichsweise” (Upp á seg, til tað) lýsir væl tónan í bókini: Á hesari so hinari kaninini skinnið rivið fram um oyruni; so skuldi eisini gangast mær, so eg bleiv nakin og grýtuklárur, síðani moyrur og leskiligur: lívrættur hjá ótýligum gestum. Sum tað sæst, arnarklógvin rívur! Aðrir tekstir bera boð um eina ávísa (sum eg fati teir) bæði heita og harðføra sjálvspei, eitt nú yrkingin “Nichts Neues” (Einki nýtt, við eini herligari tekning!), um kýrnar, sum fara til gongu heim, eitt sindur vónbrotnar, tí at yrkjarin eina ferð enn bara dugir at gremja seg. Kanska er tað torført hjá einum ikki-týskara at skilja hesa gølu og alt hetta rokilsið. Men átti ikki Günter Grass at verið róstur heldur enn hunddálkaður fyri eina bók, sum ber prógv um eina samvitsku so sterka, at hon, eisini eftir at seksti ár eru liðin, noktar at sleppa honum? Haturstímin og listin Hvat ið viðvíkir fjølmiðlanna leikluti, vísir bókmentafrøðingurin Martin Kölbel (í bókini Ein Buch, Ein Bekenntnis, Steidl Verlag, 2007) á, at gølan, heft at reinleikanum, hevur fingið ein nógv øktan týdning í eini tíð, har hugmyndafrøði og politikkur eru at kalla burturtærd, har individualisman valdar mestsum einsamøll, og har bæði mong fólk (og mong andsmennir) eru hildin uppat at brúka sín heila. Umframt at brúka nógva orku til móta, klæðir og annan tómleika, gera fjølmiðlarnir seg til málgagn fyri einum morali og einum reinleika, sum teir sjálvir uppfinna, uppfinna síðani ein hatifugl, sum hóttir henda sama reinleika, og lokka og øsa endiliga sínar brúkarar til at hata, happa og jagstra tann seka. Kölbel endurgevur í hesum sambandi Elias Canetti, sum tekur soleiðis til í bókini Masse und Macht: Eisini í dag taka fólk, gjøgnum avísina, lut í almennum avrættingum. Tú situr í friði heima og kann millum mangar staklutir steðga uppi yvir einum, sum øsir teg serliga nógv. Tú klappar ikki, fyrr enn alt er av, ikki minsta spor av medskyld órógvar njótingina. Tú hevur ikki ábyrgd av nøkrum, ikki av dóminum, ikki av eygnavitninum, ikki av hansara frágreiðing og heldur ikki av blaðnum, sum prentaði frágreiðingina. Canetti talar í hesum sambandi um eina floksjagstran, sum her kemur til sjóndar í sínum mest vanvirðisliga og samstundis støðugusta formi. Ein kann leggja aftrat, at fyribrigdið longu í 1948 varð viðgjørt meistaraliga í skaldsøguni 1948 eftir George Orwell, har landsins íbúgvar, í hansara stalinistisku dystopi, sum á sín serliga hátt eisini er avpolitiserað, hava sín dagliga, ríkisásetta haturstíma. Goldstein var ivaleyst, um hann yvirhøvur var til, við undirlutan. Men Günter Grass hevur sum listamaður og skald aðrar møguleikar. Líkna vit hóttanina móti skapan, veri hon totaliter ella umboðað av tí fjórða statsvaldinum, við malargrót, síggja vit, í skavmyndini “Fundurin í Telgte”, skaldskapin rísa upp um grótið, sum ein hond og ein sigrandi fjøður. Hetta er seinasta grein í hesi greinarøð. Günter Grass: Fundurin í Telgte I. Skavmynd 1979