Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 - 7. september 2007 17 Meðan lítið er av toski undir Føroyum er rok undir Eysturgrønlandi. Samstundis hevur rækjutrolari sett nýtt met. Kári greiðir frá dag fyri dag 13. august Í dag eru + 7 stig dýrdarveður. Polar Amaroq kom inn at landa í morgun. Teir hava um 300 tons inni hendan túrin. Teir hava sett siglitíd til kl 700 í morgin árla og vóru lidnir við at landa og koyra pakkitilfar umborð kl 22 í kvøld. 14. august Í dag eru +6 stig. Tað er stilli men sirm. Polar Amaroq sigldi til tíðina í morgun. Frætt er, at Lómur hevur landað 120 tons av ísaðum rækjum til virkið í Pamiut. 15. august Í dag eru +5 stig, stilli og sirm. Tarsermiut kom inn í morgun at landa. Teir hava knappa fulla last. Teir skulla sigla aftur í kvøld. 16. august Í dag er lot av suðri og smáregn. Hann kom við kolandi stormi í nátt av suðri og oysregn av tí allar ringasta, men hann stilnaði móti morgni. Nanoq Trawl kom inn í kvøld at landa. Teir hava fulla last inni. 20. august Í dag er + 6,5 stig og stilli. Polar Nanoq kom inn at landa svartkalva. Teir hava gott 400 tons inni. Teir hava roynt norðuri á 72 stig heilt út ímóti Kanada­ markinum. Teir vóru liðnir at landa og fingu pakning umborð á midnátt. Siglitíðin er sett til kl 0600 í morgin árla. Akamalik er inni í Nuuk og landar í dag. Lómur hevur verið inni í Pamiut og landað 120 tons av ísaðum rækjum. 21. august Polar Nanoq loysti í morgun, og Natarnaq lá vid fullari last og bíðaði útfyri. Natarnaq hevur fiskað í 12 dagar. Teir hava sett met við at fáa 105 tons av rækjum niður í eitt samdøgur. Tað kann ikki sigast annað enn, at tað er óført av fólkinum har umborð. Skipari hendan túrin er Dávur Mohr úr Havn. Qaqqatsiaq er inni í Manitsoq og landar í dag. 22. august Í dag eru + 4 stig og stilli. Natarnaq var liðugur at landa í seinnapartin. Teir loystu kl 1800 nýggjan túr. Markus er inni í Nuuk og landar í dag. 23. august Manu er í Manitsoq. Trolarin Kiel hevur fiskað 700 tons av toski undir Eysturgrønlandi í 10 sam­ døgur. Kiel er skrásettur í Týsklandi, men verður drivin av tí íslendska dóttirfelagnum Sam­ herji. Teir hava haft nakrar ævin­ týrligar dagar í teirri grønlendsku sonuni. Kiel kom á Hafnafjørðin mánadagin vid 700 tonsum av flaki, sum teir hava veitt i 62 samdøgur. Teir hava eisini fiskað í Barentshavinum henda túrin. Í hesar tveir mánaðir hava teir fiskað úti við 2000 tons av rundum fiski. Lastin er seld fyri 40 mill kr. Skiparin Brynjolvur Oddson sigur, at hetta er tann besti túrur hjá Kiel nakra tíd. Toskurin, sum teir hava fiskað í Eysturgrønlandi, er sambært eini kvotuavtala við Grønland og EU. 27. august Í dag +4,3 stig og stilli. Sisimiut kom inn í morgun at landa svart­ kalva. Teir hava um 570 tons inni henda túrin. Teir hava roynt norðuri á 72 stigum fyri tað mesta. 28. august Í dag eru + 6,4 stig og stilli. Natarnaq lá útfyri her og bíðaði til Sisimiut loysti, so teir kundu koma fram at. Teir skuldu bara millumlanda. Teir høvdu gott og væl 200 tons inni. Polar Nagtoralik er inni í Nuuk, har hann landar og skiftir fólk . Mánadagin 3 sept skal Natarnaq inn til Nuuk at landa og skifta manning. Grønlandstíðini hjá Kára: Rok toskaveiða undir Eysturgrønlandi Hetta er manningin á Natarnaq, sum fekk 105 tons av rækjum í lastina í einum samdøgri Fríggjadagin 7. september fyllir mamma okra, Eydis Maria Eidesgaard, f. Mortensen, seksti. Mamma er fødd og uppvaksin á Tvørabakka, og eftir at hava verið burturi í lestrarørindum, valdu hon og pabba at at fáa síni egnu hús á Tvørabakka. Mamma hevur sostatt búð størsta partin av lívi sínum á Tvørabakka. Mamma er útbúgvin sjúkrasystur frá Sjúkra­ systraskúla Føroya í 1970. Í 1971 giftist hon pápa okra, Martin, og fingu tey Eyð í 1971 og Flóvin í 1973. Í 1973 fluttu tey í nýggj hús hinumegin vegin frá henn­ ara barnaheimi. Í umleið tjúgu ár, vóru hennara for­ eldur, omman og abbin, sostatt sera tætt í gerandis­ degnum hjá okkum. Hóast mamma hevði útbúgving og hevði verið úti á arbeiðsmarknaðinum, valdi hon at vera heima í nøkur ár, tá børn komu. Tað var eitt sindur ímóti tíðarandanum í 70­unum, men soleiðis vildi hon sjálv hava tað. Tað gjørdi barna­ árini hjá okkum til eina deiliga og róliga tíð, sum vit eru takksom fyri. Hon hevur altíð lagt stóran dent á, at børnini fingu útbúgving. Og í okkara lestrarárum var hon ofta niðri og vitjaði okkum, nakað hon sigur seg sakna í dag. Nú ferðast hon mest til Kollafjørð, har bæði ommu­ børnini búgva. Tey hava eitt heilt serligt pláss í lívinum hjá henni. Og omman hjá teimum. Ommudóttirin Maria plagar at siga, at omman er hennara besta vinkona. Hon er skjót umborð á Smyril, um barna­ ansing manglar í Kolla­ firði. Mamma hevur í nógv ár arbeitt á Suðuroyar sjúkra­ húsi, tey seinastu árini á skurðdeildini, har henni dámar sera væl. Sambært starvsfeløgum er hon sera nærløgd í sínum arbeiði. Og so man vera, tí tað er mamma í øllum, hon ger. Føðingardagin er hon saman við teimum nærm­ astu hjá dóttrini í Kolla­ firði. Góða mamma, hjartaliga tillukku við seksti ára føð­ ingardegnum. Nógv góð og gleðilig ár ynskja vit tær og pabba. Heilsan Eyð og Flóvin Eydis Eidesgaard 60 ár