fríggjadagur 7. september 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 173 - 7. september 2007
tíðindi
Funnu gomul vrak
Tá menn nú um dagarnar vóru í ferð við at grava út fyri
einum hotelli í norska býnum Larvik, komu teir niður á
leivdirnar av ikki minni enn tveimum skipsvrakum.
Boð vórðu alt fyri eitt send eftir fornfrøðingum hjá Sjó
ferðslusavninum, og teir kundu rættiliga skjótt staðfesta,
at talan er um leivdirnar av tveimum skipum, sum vórðu
smíðað í 17. øld. Skipini, tvey farmaskip, eru úr eik, og
tey hava verið millum 40 og 45 føtur long.
Hækka skattin
Júst sum danska stjórnin hevur boðað frá skattalætta
næsta ár, kunngera fleiri danskar kommunur, at tær fara
at hækka skattin á nýggjárinum. Stjórnin og kommunur
nar hava avtalað, at kommunurnar kunnu taka í mesta
lagi 700 mió. krónur meiri í 2008 enn í ár við at hækka
skattin, men tær kommunurnar, sum hava boðað frá
skattahækking, ætla sær at taka 1,9 mia. krónur meiri
næsta ár. 75 prosent av kommununum ætla sær at hækka
skattin, sigur TV2.
Sunnudagin verður
stór blásarakonsert í
Íttróttarhøllini á Eiði
Konsert
Tíðindaskriv
Talan erum eitt harmoni
orkestursamanspæl
hjá
musikkskúlanum. Norðljóm
ur, Musikkskúlin í Eiðis og
Sunda kommunum, verður
20 ár í 2008, og í tí sambandi
verður skipað fyri ymiskum
tiltøkum í hesum skúlaári.
Eitt nú er ætlanin at fram
føra eitt nýskrivað verk á
flaggdegnum.
Norðljómur hevur nógvar
ungar, dugnaligar leikarar,
sum bjóða seg fram at
spæla, um so er, at boð er
eftir teimum, t.d. spældu
nakrar floytur til framsýn
ingina hjá Fornminnafelag
num á Eiði seinasta viku
skifti. Næmingaorkestrið,
sum er eitt harmoniorkestur,
hevur spælarar úr allari
oynni. Í Norðljómi eru
eisini góðir guitar og klaver
spælarar, og nakrir næm
ingar hava tikið seg saman í
bólkin Oyrarvox, sum hev
ur spælt til ymisk høvi.
Á hesari konsertini verða
tað trý harmoniorkestur fyri
byrjarar, miðal og framkom
in. Í samband við teirra
spæl verður ein sangari,
sum nevnist Katrina Peter
sen. Hon fer at syngja við
teimum nøkur svingløg,
sum hon hevur serligt hegni
til. Tey, sum hava hoyrt
hana syngja, siga, at hon
kann vekja órørdar kenslur,
soleiðis at fólk verða í ser
stakliga góðum lag av henn
ara sangi.
Virksemi okkara er í støðugum vøkstri.
Tí leita vit eftir einum dugnaligum vinnu-
kundaráðgeva til Vinnulánsdeildina í
Kaupthing Bank.
Tú skalt ráðgeva okkara vinnukundum og
umsita lániskjøl. Tú dugir at arbeiða sjálv-
støðugt, ert ágrýtin, hevur viðkomandi
útbúgving og orðar teg væl bæði í skrift
og talu. Hollur kunnleiki til enskt er ein
fyrimunur.
Vit vænta, at tú ert fyrikomandi og
positiv/ur av lyndi. Vit leggja stóran dent
á, at øll okkara starvsfólk eru blíð, opin
og løtt at samstarva við. Hetta er eitt
spennandi starv í einum livandi virki, sum
støðugt mennist. Millum starvsfólkini
valdar ein góður samstarvsandi í einum
frálíkum og avbjóðandi umhvørvi.
Hevur tú okkurt at spyrja um í sambandi
við starvið, ert tú vælkomin at seta teg í
samband við Kristian Petersen, deildar-
stjóra, á 351505/551505 ella teldupost
kristian@kaupthing.fo
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í
seinasta lagi 17. september 2007.
Kaupthing Bank, Bókbindaragøta 8,
Postboks 8, 110 Tórshavn.
Til ber eisini at søkja starvið umvegis
www.kaupthing.fo
Ert tú rætti ráðgevin
til okkara týðandi kundar?
www.kaupthing.fo
www.sansir.fo
Harmoni-vikuskifti á Eiði
Konsertin sunnudagin byrjar klokkan 15