Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 • 7. september 2007 Vikuskifti 22 Snøhvit, Hammerfest: Klokkan 01.50 tann 21. august í ár. Tað er týsnátt. Fyri Noreg, og serliga fyri tann norðasta partin av Noregi, so er hetta ein søgulig nátt. Tað var klokkan 01.50, at gass fyri fyrstu ferð kom av Snøhvit- økinum og gjøgnum tey 143 kilometrar langu rørini heilt inn á gassverksmiðjuna á Melkøya í Hammerfest. Og ovast á Melkøya sprændi ein eldslogi upp í polarnáttina. Hetta var prógvið fyri umheimi- num um, at gass er á Snøhvit. Og nú byrjar gasstíðarskeiðið av álvara í Norður-Noregi. Fiskafingrar Fyri føroyingar og onnur, sum liva av fiskinum, so er navnið Hammerfest væl kent. Býurin bleiv brendur í grund av týsku nazistunum undir seinna heimsbardaga. Aftaná kríggi kom býurin aftur á føtur, og Findus-verksmiðjan bleiv bygd. Tað var flakavirkið og serliga fiskafingrarnir hjá Findus, sum skuldu skaffa pengar í kassan í Hammerfest. Býurin, sum í dag hevur um 9300 íbúgvar, hevur livað av havinum, her hann liggur opin út móti Barentshavinum. Men fiskivinnan hevur ikki givið býnum nóg nógv til, at hann kundi vaksa. Fólkatalið var á veg skeivan veg heilt fram til, at avgerðin bleiv tikin um at fara í gongd við at byggja Melkøya-verksmiðjuna til at framleiða flótandi nátúrgass (LNG – liquefied natural gas). Avgerðin um at Snøhvit-gassið skal í land á Melkøya bleiv tikin fyri góðum fimm árum síðani. Men oljuleitinginin í Barents- havinum byrjaði longu í 1980, og fysrtu fundini komu fyrst í áttatiárunum, skamt frá har Snøhvit liggur. Og í býnum merkja tey broyt- ingarnar. Tíðindastjóri hjá Statoil á Melkøya, Sverre Kojedal, sigur, at tá flest fólk hava arbeitt á Melkøya, so hava meir enn 3.000 arbeiðsfólk verið har. Fyri býin og flogvøllin hevur hetta verið krevjandi. Tey flestu hava búð úti á Melkøya, har ein egin býarpartur er settur upp, meðan arbeiðið er í gongd. Men at flyta fólk aftur og fram hevur kravt sítt. Eini 30 bussar hava flutt fólk millum oynna og fastlandið. Eitt tað fyrsta, sum var gjørt, var at gera eiun undirsjóartunnil út til Melkøya. Á flogvøllinum hevur verið úr at gera, og aðrir flogvallir eru tiknir í brúk. Sjálvur flogvøllurin í Hammerfest er stuttur og kann bert taka ímóti smáum flogførum. Tí noyddist millum annað Atlants- flog at brúka flogvøllin í Alta, sum liggur ein góðan tíma við bussi frá Hammerfest, tá teir skuldu velja flogvøll har Aker- starvsfólkini úr Suður-Noregi skuldu setast av. Skjótt er full ferð Sverre Kojedal sigur, at hóast vit nú kunnu síggja sjónlig prógv fyri at gass er á Snøhvit, so liggja nógvir krevjandi tímar fyri framman. - Tann 21. august er ein av fleiri týdningarmiklum døgum. Nú kemur gass inn til Melkøya, og tær næstu vikurnar brúka vit so til at fáa royndarkoyrt allar partarnar av verksmiðjuni. Eftir ætlan skulu vit byrja at framleiða LNG um hálvan september, og fyrsta lastin við einum LNG-báti verður avskipa um mánaðarskifti september-oktober, sigur Sverre Kojedal. Hetta er samstundis sum Norsk Hydro og Statoil gerast til eitt stórt oljufelag. Gassið frá Snøhvit kemur í einum 143 kilometra longum rørið, sum liggur á havbotninum. Á Snøhvit sæst einki omanfyri vatnskorpuna. Alt av pumpiútgerð liggur á botninum, meðan sjálvt eftirlitið við Snøhvit liggur inni á Melkøya. Hettar er fyrstu ferð at roynt verður at framleiða gass so langt frá landi uttan boriplattform á norska sokklinum. Útgerðin, sum verður brúkt, er ment til Snøhvit, og Statoil roknar við at hesin kunnleikin nú skal vera við til at menna nýggja útgerð, sum kann gera tað møguligt at framleiða gass og olju longur til havs, enn higartil hevur verið møguligt. Sverre Kojedal sigur, at í dag er møguligt at fjarstýra ein gassbrunn sum liggur 150 kilometrar til havs, men at tøknin við meir menning kann brúkast kanska einar 500 kilometrar úr landi. Sum er, er lættari at fáa gass inn til lands á hendan hátt, Reportasja Jógvan Hugo Gardar Eldslogin stendur meir enn hundrað metrar upp í polarluftina. Um nakrar vikur hvørvur login, og fyrsta gasslastin verður avskipað frá Melkøya. Um ein lítlan mánað er av álvara sett hol á eitt nýtt tíðarskeið í norsku olju- og gasssøguni Fiskur og gass – hond í hond Sverre Kojedal roknar við, at Hammerfest fær ein sera týdningarmiklan leiklut í útvinningini av gassi í Barentshavinum. Mynd: Jógvan H. Gardar