fríggjadagur 7. september 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 - 7. september 2007
23
tíðindi
Ummæli
Orð: Niels Uni Dam
Myndir: Per Morten Abrahamsen
Tað krevur nógv av einum
dansara, at megna at halda
áskoðaran fangaðan í í útvið ein
tíma. Hetta tyktist danska
dansarinnan Kitt Johnson als ikki
greið yvir, tá hon í framsførsluni
Rankefond, leveraði eina
framførslu, sum við penum
orðum kann lýsast sum
minimalistisk og eitt sindur
minni pent kann lýsast sum
keðilig.
Gott á papírinum
Kitt Johnson X-Act hevur ferðast
við framførsluni kring Danmark
og Týskland umframt, at Skot-
land er á skránni í næstum. Men
mikukvøldið var Rankefod í
Norðurlandahúsinum. Á pápíri-
num ljóðar dansisýningin
spennandi. Ein av allar bestu
donsku modernaðu dansarinnu-
num í eini framførslu, ið á
heimasíðu hennara verður lýst,
sum ein evolutionerandi
soloframførsla, ið hátíðarheldur
upprunan til mannaættina. Men
eftir at hava hugt at nakna
rygginum hjá Kitt Johnson í eitt
korter afturvið ljóðinum av eini
primitivari ljóðmynd, ið ljóðaði,
sum hon var tikin úr einum
ringum amerikonskum filmi,
hevði eg brúk fyri eini
eksplosión. Men eksplosiónin
kom ongantíð. Alt gekk so
øgiliga spakuliga.
Vulgert samspæl
Sum heild var ávísingarnar til
sjónbandalagið til Metallica
sangin The Unforgiven greiðar.
Henda klæna kona, sum dansaði
á pallinum, ílatin okkurt, sum
mest minti um eina blæu og við
berum bróstum. Hetta var tó á
ongan hátt erotiskt. Í støðum
gjørdust samspæli millum dans
og ljóð tó beinleiðis vulgert, tó
enn uttan at gerast erotiskt, t.d. tá
hon sveiggjaði við undirlívinum
til skvatlandi ljóð. Ljós og
pallmynd vóru annars heilt ok,
og tað riggaði væl, at Johnson
brúkti ljósið til at skapa
áhugaverdar skuggar.
Tøkniliga væl fyri
At Kitt Johnson er ein tøkniliga
dugnalig dansarinna, sum dugur
at brúka kropp sín á háttir, sum
eru óhugsandi fyri flestu okkara,
tað er eingin ivi um. Kroppurin
er eitt væltrenað amboð, og tað
sigur ikki so lítið, at eg tað fyrsta
korterið ivaðist í, um hon vendi
frameftir ella aftureftir. Tað var
eitt ávíst undihaldsvirði í, at sita
og undrast yvir hetta og um
tøkniliga førleikan. Tað var eisini
stuttligt eina løtu, at sita og
fundera um hvussu eitt menn-
iskja kann líkjast einum royttum
høsnarunga so nógv, Men hetta
gjørdist eisini keðiligt í longdini.
Eftir framførsluna sat eg við
nakað tí somu kensluni, sum eg
plagdi at hava, tá tiltikni 80 ára
gittarleikarin Yngwie J.
Malmsteen spældi solo.
- Javell tú dugir væl, men hvat
so?
Keðiligur
reypidansur
Kitt Johnson X-Act vísti á síni dansiframførslu
í Norðurlandahúsinum, at hon dugir væl at
brúka kropp sín, men sum áskoðari sat eg eftir
við kensluni »Men hvat so?«
Eina løtu var tað nokkso undirhaldandi, at síggja hvussu tøkniliga væl fyri Kitt Johnson er
Johnson brúkti ljósið til at skapa áhugaverdar skuggar
Tað var undrunarvert, at eitt menniskja kann líkjast einum royttum
høsnarunga so nógv