Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Nr. 173 • 7. september 2007 Vikuskifti meðan fjarstýrd oljuframleiðsla ikki kann framleiðast so langt frá landi. - Men tað er bara spurningur um tíð, til tað er útgerð, sum kann framleiða bæði olju og gass langt til havs. Meðan eftirlitið fer fram á landi, sigur Kojedal. Bara byrjanin Fyri norðmenn er Snøhvit-ætlanin sera spennandi. Í Hammerfest vóna tey, at býurin fær somu framgongd sum Stavanger hevur fingið. Snøhvit er fyrsti brunnurin, har gass verður framleitt, men fleiri onnur fund eru í hesum partinum av Barentshavinum. Eftir ætlan skal verksmiðjan á Melkøya byggjast út um nøkur ár til at gerast dupult so stór. Meir gass er funnið, og oljufeløgini vilja brúka Melkøya til at framleiða gass. Harafturat er olja funnið fleiri staðni í Barentshavinum, og minst tvey av hesum fundunum, millum annað Goliath, sum liggur nærhendis Snøhvit, eru nóg stór til at framleiða olju. LNG-framleiðslan á Melkøya skal seljast til europeiska og amerikanska marknaðin. Minst eina ferð um vikuna vil ein LNG- tangabátur loysa, og seta kós móti USA ella Europa. Einar 70 avskipingar roknar Statoil við at tað fara at vera árliga. Leiðin til USA er í økinum millum Føroyar og Ísland. Samstundis sum norski parturin av Barentshavinum er komin í gongd við sína gassøld, so bíða øll spent eftir, hvat russar fara at gera á Shtokmann-økinum. Har eru risalummar av gassi funnir – munandi meir enn á Snøhvit. Shtokmann liggur 500 kilometrar úr landi. Norðmenn hava einki ímóti, at Melkøya fær sín part av hesi útbyggingini. Fyribils er eingin avgerð tikin um, hvar russar vilja hava Shtokmann-gassið í land. Men óansæð hvussu tað verður gjørt, so noyðast nóg skip framyvir at sigla framvið norðurnorsku strondini – og tá verður Melkøya ein týdningarmikil partur av olju- og gassnetverkinum í Barentshavinum. Í Hammerfest merkja tey broytingarnar. Húsaprísirnir eru í toppinum. Nýtt mentanarhús er í gerð, og millum fólk er lagið gott. Ein túr á kaffistovurbar í býnum prógvar tað mesta. Rættuliga nógvir nýggir Hammerfest- íbúgvar koma í heimin teir næstu mánaðarnar. Til himmals. Eldslogin stendur høgur úr23 tí meir enn 100 metrar høga torninum. Sjálvur login gerst meir enn 100 metrar høgur. Login skal brenna fram til sjálv gassframleiðslan kemur í gong dum hálvan september. Annars so skal hetta tornið virka sum ein trygdarvventilur, har gass vverður slept út, tá verksmiðjan má steðga framleiðsluni Tangarnir standa klárir til at taka ímóti flótandi nátúrgassi – tí sokallaða LNG. Snøhvit-gass kemur í tangarnar í næstum. Í løtuni er keypt gass úr Egyptalandi í tangunum, meðan teir verða royndarkoyrdir. Mynd: Jógvan H. Gardar