fríggjadagur 7. september 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 173 - 7. september 2007
lýsingar
Søkt verður eftir leiðara til Samferðsludeildina at byrja skjótast møguligt
Samferðsludeildin
Høvuðsuppgávan hjá Samferðsludeildini er
at skipa almennu felagsferðsluna, herundir
fólkafl utning og farmafl utning. Vit leggja til
rættis, stýra, selja, samskipa og kunna um
felagsferðsluna á sjógvi og landi.
Arbeiðsøkið hjá deildini er millum annað:
ferðaætlanir, prísskipan, útbjóðing,
ferðaseðlaskipan, ferðslusamskipan,
rutuuplýsing og farmafl utningur.
Uppgávan hjá leiðaranum
Leiðarin skal tryggja ein eff ektivan rakstur
og stýra fíggjarligu karmarnir innan økið.
Harumframt skal leiðarin tryggja eina
framhaldandi menning av deildini.
Starvið er breitt og spennandi, har tú eisini
kemur at arbeiða við fakligum uppgávum
innan felagsferðslu, herundir analysur,
planlegging og dagliga samskipan.
Arbeiðið á deildini er í stóran mun skipað
við verkætlanum.
Førleikakrøv
Vit rokna við, at tú hevur útbúgving
innan búskap ella verkfrøði. Royndir
innan fl utningsskipanir og projektarbeiði
er ein fyrimunur. Tú skalt kunna arbeiða
málrættað, og tú hevur góð analytisk evni.
Eisini er tað ein treyt, at tú hevur góðan
telduførleika og góðan málsligan førleika.
Tú hevur góð leiðslu- og samstarvsevnir, og
tú skalt kunna arbeiða undir trýsti og kunna
hava nógvar bóltar í luftini í senn.
Setanartreytir og umsókn
Starvið er lønt í 35 lønarfl okki hjá
tænastumannafelagnum, tó uttan at
starvið er tænastumannastarv.
Arbeiðstaðið er í Tórshavn til uml. 1. januar
2008, har tað síðan verður á Tvøroyri.
Umsókn v.m. skal sendast til:
Strandfaraskip Landsins
Att. Starvsfólkadeildin
Boks 88
FO-100 Tórshavn
Umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi mikudagin 12. septembur 2007 kl.
12:00.
Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú
ringja til Regin Vágadal, stjóra, á 343012.
Endurlýsing: Samferðsluleiðari
Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innan-
lands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum
við SSL í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av fl utningsanleggum er 40 bussar,
8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk.