fríggjadagur 7. september 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 - 7. september 2007
27
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Rættan roknihátt, rættur
kostnaður, betri úrslit
Tekning
Boðast skal frá luttøku á jjo@lv.fo í
seinasta lagi 10. september 2007.
Vinarliga upplýsið arbeiðspláss,
navn og starvsheiti.
Kostnaður
Skeiðið kostar kr. 5.000. Íroknað
skeiðsgjaldið er skeiðstilfar og
matur. Peningurin skal flytast á
kontu nr. 9181-128.220.6 í Eik
Banka í seinasta lagi 10. september
2007. Vinarliga viðmerkið
„Byggecentrum skeið“.
Avboð skal gevast skrivliga í
seinasta lagi eina viku áðrenn
skeiðsbyrjan. Verður avboð givið
seinni, verða 50% at gjalda av
kostnaðinum.
Lesið annars meira um skeiðið á
www.landsverk.fo.
Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega-, byggi- og havnamyndug-
leikauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir,
bygningar og tyrlupallar.
SKEIÐ
Í døgunum 5.-6. november frá kl. 9.00-16.00 báðar dagarnar skipar
Landsverk saman við donsku fyritøkuni „Byggecentrum“ fyri skeiðnum
„Kalkulation – principper, metoder og værktøjer“ á Hotel Hafnia í Havn.
Skeiðið vendir sær í høvuðsheitum til fólk í byggivinnuni, og pláss er fyri
20 luttakarum.
Vinnu- og miðnámsskúladeildin
Starvið:
Nú deildarstjóri okkara fer úr starvi er eitt áhugavert,
spennandi og fjølbroytt starv sum deildarstjóri
leyst at søkja í Vinnu- og miðnámsskúladeildini í
Mentamálaráðnum.
Høvuðsuppgávurnar hjá Vinnu- og miðnáms-
skúladeildini eru m.a. at:
• Fyrisita hægru umsitingina av vinnu- og
miðnámsútbúgvingum
• Leggja til rættis og menna útbúgvingarnar á økinum
• Ráðgeva landsstýrismanninum, aðalstjóranum o.ø. og
vegleiða í spurningum innan økið,
• Tilevna uppskot til lógir, kunngerðir, reglur o.a.
• Samskipa virksemið við tilknýti til økið við aðrar deildir,
stovnar og áhugabólkar
• Fremja samstarv við vinnulívið o.o., ið varða av økinum
• Standa fyri dygdarmenning og KT í skúlaverkinum
• Stíla fyri leiðslumenning og -skeiðum
Deildarstjórin er leiðari í Vinnu- og miðnámsskúladeildini,
og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini
av deildini og teimum útbúgvingum og stovnum, ið
eru og koma á økinum. Deildarstjórin skal tryggja,
at nevndu uppgávur verða loystar á einum høgum
fakligum stigi, og at bygnaður og mannagongdir eru í
samsvari við nútímans krøv. Deildarstjórin er partur av
leiðsluni í Mentamálaráðnum. Deildarstjórin luttekur í
norðurlendskum skúlasamstarvi og hevur ábyrgdina av
skúlabygging innan økið.
Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a. at umsøkjarar hava:
• Viðkomandi útbúgving frá lærdum háskúla
• Leiðsluroyndir frá tí almenna ella privata
arbeiðsmarknaðinum
• Góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt mennandi
leiðslustíl
• Førleika til at menna samstarvið við vinnulívið og aðrar
áhugabólkar
• Vilja og evni til at royna nýggjar leiðir, serliga nú
starvsøkið stendur fyri stórum avbjóðingum
• Áhuga fyri avbjóðingum
• Góðar málførleikar, serliga í føroyskum,
norðurlendskum og enskum
Mentamálaráðið mennist alsamt og verður tú sjálv/sjálvur
í stóran mun við til at skapa starvið.
Vit bjóða:
Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og við
nógvum samskifti inn- og úteftir, umframt uttan lands-
samstarv.
Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi og møgu-
leikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru
góðir.
Tann, ið settur verður, kemur at arbeiða í einum spenn-
andi umhvørvi tætt saman við politisku myndugleikunum
og stovnum innan undirvísing, gransking og mentan.
Mentamálaráðið arbeiðir við visjónum og hevur týðandi
leiklut í visjón 2015.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt í 37. lønarfl okki hjá Tænastu manna-
felag Landsins, tó uttan at verða eitt tænastumannastarv.
Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi.
Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um stjórnarráðini
og Løgmansskrivstovuna.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. o.ø skulu sendast til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella mmr@mmr.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
24. september 2007, kl. 16.00. Starvið verður sett frá
1. november 2007 ella eftir nærri avtalu.
Um tú ynskir fl eiri upplýsingar, kanst tú ringja til Petur
Petersen, aðalstjóra í Mentamálaráðnum, á tlf. 55 50 51.
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Í Vinnu- og miðnámsskúladeildini eru Studentaskúlar, HF-skeið, Handilsskúlanir, Teknisku skúlarnir, Fiskivinnuskúlin, Vinnuháskúlin og Yrkisdepilin (lærlingaútbúgvingar). Deildin stílar fyri KT og
dygdarmenning í undirvísingarverkinum.
Deildarstjóri til Vinnu- og miðnámsskúladeildina
sansir.fo
Vit sóknast eftir einum dugnaligum, ágrýtnum og framskygdum deildarstjóra
at standa á odda fyri vinnu- og miðnámsútbúgvingunum
lýsingar