Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-07, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 tíðindi Nr. 173 - 7. september 2007 Bispur váttar nú, at fimm valevni er til at taka við eftir hann Bispaval Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hans Jacob Joensen, bispur sigur, at tá ið fráboðanar­ freistin var úti 3. september, varð boðað frá hesum val­ evnum til bispavalið í heyst. Tey eru Marjun Bæk, prestur í Kvívík, Jógvan Fríðriksson, prestur Innan Glyvur, Jákup Reinert Hansen, prestur á Sandi, Bergur Debes Joensen, prestur á Argjum og Uni Næs, prestur í Fuglafirði Valstýrið hevur gjøgnum­ gingið, kannað og góðkent allar fimm fráboðanirnar, sigur bispur. Valstýrið hevur gjørt vallista og eftir hesum lista verður tilfarið til atkvøðu­ greiðsluna sent beinleiðis til hvønn einstakan, ið hevur atkvøðurætt. Tilfarið til atkvøðugreiðsluna verð­ ur sent mikudagin. Treytin fyri at kunna atkvøða er, at viðkomandi stendur á vallistanum. Fólk, ið halda seg hava rætt at atkvøða, men sum ikki hava fingið tilfar til atkvøðu­ greiðsluna, og fólk, sum av misgáum hava fingið tilfar til atkvøðugreiðsluna, verða bidnir um at boða valstýr­ inum frá mistakinum í sein­ asta lagi fríggjadagin 21. september. Valstýrið heldur til í Bispaskrivstovuni. Freistin at atkvøða er úti tríggjar vikur eftir, at til­ farið til atkvøðugreiðsluna er sent og atkvøðurnar verða kannaðar og taldar mikudagin 3. oktober í Bispagarðinum. Nú er tað váttað: Fimm valevni til nýggjan bisp                                                                      Triðja oktobur fáa vit at vita, hvør verður nýggjur bispur og ovasti embætismaður kirkjunnar Windows Live Sum væntað kemur Microsoft nú á marknaðin við nýggjum Live­pakka, sum kann takast niður av netinum. Í nýggja pakkanum eru forrit sum Windows Live Mail og Messenger, leitiskipanir og eisini ein trygdarskipan. Flestu skipanirnar í pakkanum eru eisini gjørdar so, at tær kunnu samskifta við skipanir, sum ikki eru av Windows­uppruna. Tá forritið verður lagt á teluna, kann brúkarin velja, hvørt einstøku forritini skulu leggjast inn. Litevni elvir til ovurvirkni Vit hava vita tað leingi, men nú er tað prógvað. Børn verða ófriðarlig og ovurvirkin av at eta sodavatn og bomm. Eftir at kanningar hava staðfest sambandið millum litevni og ovurvirkni, hava bretskir mynd­ ugleikar valt at ráða foreldrum frá at geva børnum sínum mat við lit­ vni í. Kanningar eru gjørdar av E102, E104, E110, E122, E124 og 129. Hesi evni eru serliga at finna í bomm, sodavatni og ísi. Atferðar­ trupuleikarnir hjá kannaðu børnunum vístu seg bæði í skúlanum og við hús. Danska blaðið Metro­Xpress skrivar, at bretska Food Stand­ ards Agency hevur gjørt nýggjar tilráðingar. Litevni er ikki einasta orsøk til ovurvirkni, men hetta er so ein, sum vit kunnu gera nakað við, siga granskararnir.