Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-07, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 173 - 7. september 2007 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Um tað verður, sum tað hevur ljóðað, at seks stig fara at verða tikin frá okkum, so verður tað sjálvandi tungt Atli Danielsen Hóast Frem í fimm teimum fyrstu umførunum hevur vunnið seks stig, so er tað nógv, sum bendir á, at felagið hjá føroyska landsliðsspælaranum fer at missa tey Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sunnumorgunin fer lands­ liðið av landinum við kós ímóti Litava, har EM undan­ kappingardystur verður á skránni mikukvøldið. Orsaka av a­landsliðsferðini og eisini orsaka av, at U­21 landsliðið er í Italia, er eingin landskapping í For­ muladeildini og í 1. deild hetta vikuskiftið. Ein landsliðsspælari er tó upptikin av landskappingar­ dysti í hesum vikuskiftinum. Tað er Atli Danielsen, sum skal spæla við Frem í næst­ bestu donsku deildini, áðr­ enn hann fer til Vilnius. Frem skal sunnudagin spæla á heimavølli ímóti AB. Ferðaskráin hjá lands­ liðnum sigur, at føroyska ferðalagið fer úr Kastrup sunnudagin klokkan 15.05. Tá fer Atli Danielsen at standa undir brúsuni úti í Valby. Fyrsta bríkslið ímóti Frem verður klokkan 13.00, og Atli fer úr Kastrup og til Vilnius klokkan 20.30 sunnukvøldið. Tað hevði verið ógvuliga kærkomið hjá honum og liðfeløgunum, um hann hevði havt trý stig við sær frá sunnudagsdystinum. Frem hevur brúk fyri øllum tí, sum teir kunnu skava saman. Í vár og í summar hevur nógvur fíggjarligur turbo­ lensur verið kring felagið, sum hevur havt so mikið torført við at svara hvørjum sítt, at húsagangur avgjørt ikki er fremmant hugtak í Valby Idrætspark, har gamla arbeiðarafelagið held­ ur til. Nú sigst hóttanin av húsa­ gangi at vera burtur – í hesum umfarinum í hvussu so er – og nýtt fíggjarligt grundarlag er við at myndast undir felagnum. Gongdin í summar hevur ikki verið ókeypis – heldur ikki á vøllinum – tí heilt nógv bendir á, at Dansk Boldspil Union fer fyri fíggjarligt óskil at sekta felagið við at taka seks stig frá teimum. Tað er úrtøkan, sum liðið hevur fingið, áðrenn Frem sunnudagin fer at fáa vitjan av AB. ­ Eg haldi ikki, at vit spælarar hava merkt so nógv til hetta. Leiðslan í fel­ agnum hevur kunnað okkum, og annars hava vit hoyrt og lisið um gongdina í pressuni. Felagið hevur ikki havt loyvi at skriva nýggjar sáttmálar, og tá ið onkrir av profilunum eru farnir í onnur feløg, hevur tað sjálvandi ávirkað styrk­ ina á liðnum, sigur Atli Danielsen. Fyri stuttum fór Wassim El Banna til Arabisku Emiratini at spæla fótbólt. Hann var í 2006 kosin ársins spælari í fel­ agnum. Tá ið Frem síðsta sunnu­ dag vann í Århus ímóti Fremad, heldur Atli, at talan var um framgongd í spælin­ um. ­ Higartil í hesum kapp­ ingarárinum hevur spælið ikki verið so gott, sum tað var frammanundan, men eg haldi, at tað gongur tann rætta vegin. Eg skilji, at tað eisini skjótt verður møgu­ leiki at fáa nýggjar spæl­ arar. Hvat er málið hjá tykk­ um? ­ Tað ræður um at vinna dystir. Um tað verður, sum tað hevur ljóðað, at seks stig fara at verða tikin frá okkum, so verður tað sjálv­ andi tungt. Í fyrstu atløgu ræður um at skava so mikið saman, at vit sleppa undan aftastu plássunum. Men felagið er stórt og sigurs­ vant, og tað verður mett, at tað átti at borið til at kappast millum tey bestu, sigur Atli Danielsen, sum eigur fast pláss á sentrala Frem mið­ vøllinum. Sannur klassikari Sunnudagin fær Frem vitjan av Akademisk Boldklub ella AB, sum felagið verður nevnt. Í mong ár átti tað felagið heimavøll í Ítróttar­ parkini, og venjingarnar vóru á grasvøllunum mill­ um Nørre Allé og Jagtvej. Tá taldist AB saman við Frem millum bestu fótbólts­ feløgini í Danmark, og í 1967 vann felagið tað síðsta av í alt níggju DM heitum. Um somu tíð gjørdist tað ov trongligt í universitets­ parkini, AB flutti úr í Bagsværd, og heimadystir­ nir verða spældir á Gladsaxe stadion. Síðani pengarnir fóru at hava nógv at siga í donskum fótbólti, hevur tað hjá AB – eins og tað hevur tað hjá Frem – verið tungt, og í fjør var felagið um reppið at detta úr næstbestu deildini. Tá ið Atli Danielsen og liðfelagarnir sunnudagin eftir døgurða saman við mótstøðumonnunum fara at renna inn á grasvøllin í Valby, verður nógv søga og nógvar traditiónir knýttar at uppgerðini. Tølini siga, at talan er um langa søgu. AB og Frem spældu fyrstu ferð ímóti hvørjum øðrum í 1889! Feløgini hava spælt ímóti hvørjum øðrum 189 ferðir. AB hevur vunnið 86 ferðir, Frem hevur vunnið 77 ferðir, og 27 ferðir hevur tað verið javnleikur. Málmunurin er 429­423 til fyrimunar fyri AB. Toppskjúttar hjá Frem í uppgerðum ímóti AB eru legendarisku donsku lands­ liðsspælararnir Pauli Jørg­ ensen (35) og Sophus Niel­ sen (22). Tá ið Atli Danielsen seint sunnukvøldið fer at hitta liðfelagarnar á landsliðnum í Vilnius í Litava verður greitt, um tað hevur eydnast Frem at vinna 190. uppgerðina ímóti AB, og um Atli Daniel­ sen verður á langa listanum av Frem spælarum, sum hava skorað mál ímóti AB. Atli aftur á null Atli Danielsen verður seinkaður til Litava, tí hann saman við Frem skal spæla dyst sunnudagin