Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-07, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2007síða 45

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 - 7. september 2007 45 tíðindi Betania í Porkeri Á fundinum tórsdagin kl. 20 talar Robert McLuckie. Roynhøllin / Hvalba Sangløta verður leygarkvøldið kl. 20. Felagssangur, solosangur og drekkamunnur. Solosangarar eru m.a Finn­ bjørn, Svein, Óluva, Randi Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Hovi Møti verður sunnudagin kl. 18.00 við Jógvan Højgaard trúboðara. Ørkin, Reykjavík Møtini vera hvønn sunnudag kl. 17.00 á Ørkini! Frá Eysturoyar gongufelag Farið verður til Suðuroyar leygardagin 8. september kl. 7 av Havnini, og koma aftur sunnukvøldið. Tilmelding við depositum á kr. 200,­ á konto nr. 9865­ 103.338.1 í Norðoya sparikassa í seinasta lagi hósdagin 6. sept.. Høvuðstúrurin (sum er miðal) verður millum Nes (Hvalba) og Trongisvág. Ferðarleiðari verður Álvur Enni. Eru spurningar so ring Kristian Martin tlf. 77 51 00 ella Óla tlf. 25 42 72. Tilhaldið í Tórsgøtu 21 tlf. 316491 · fax 316481 Opið er mánadag-fríggjadag kl. 10.00-17.00 Teldupostur: tilhald@torshavn.fo Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks Mánadagin 3. sept. kl. 10.00 – Fimleikur v / Grete Ellingsgaard. Loppumarknaður er alla vikuna í kjallaranum Týsdagin 4. sept. kl. 10.00­11.30 Sangløta v/ Óla Vang Mikudagin 5. sept. Opið hús Hósdagin 6. sept. kl. 10.00 – Fimleikur v / Grete Ellingsgaard Fríggjadagin 7. sept. Opið hús Hvønn dag er ein góður drekkamuður at fáa. Bløðini eru altíð til taks, somuleiðis kort og spøl. Ver vælkomin at hava títt egna handarbeiði við. Andakt verður lisin hvønn dag. Dagtilhaldið í Luffustovu Vit byrja aftur 4. september kl. 15. Øll eldri eru hjartaliga vælkomin. Frá Dagtilhaldinum á Strondum Vit hava opið týsdag og hósdag millum kl. 15 og 18, vit eru byrjaði aftur. Tilhaldið Hugnin í Sandoy hevur opið mánadag og mikudag frá kl 13 til 17. Báðar dagarnar er drekka­ muður at fáa. Eisini eru bløðini til taks. Mánadagin 10. sept. Vit fara útferð til Skálavíkar, har vit vitja Barnhús og Jarðamóðurstykkið. Palli Dalsgaard vísir okkum runt. Aftaná fáa vit drekka í Skálavík. Kostnaður fyri 30,00 kr fyri hvønn. Koyrt verður úr Tilhaldinum kl. 14.10 stundusliga. Mikudagin 12. sept. Boccia í kjallaranum. Tilhaldið á Toftum, tlf 448690 Nú byrja vit aftur Týsdagin 4/9 Opið hús Mikudagin 5/9 Boccia Hósdagin 6/9 Lær at SMS`a (Tak fartelefonina við) Tilhaldið Sóljan Klaksvíksvegur 35 Klaksvík · tlf. 459091 Opið er: Mánadag og mikudag kl. 13.30­17.30. Týsdag og Hósdag kl. 9.30­17.30 Teldupostur: dagtilhaldid@post.olivant.fo Mánadag Tilmeldan til døgurða týsdag áðrenn kl 17.00 á tlf. 459091 Týsdag kl. 9.30 Gongutúrur kl. 11.00 bløðini verða lisin fyri sjónveikum kl 12.00 Døgurði Mikudag kl. 13.30 Telda Hósdag kl. 10.00 fimleikur kl. 11.00 telda kl. 13.30 bløðini verða lisin fyri sjónveik Hvønn dag er ein góður drekkamunnur at fáa, eins og bløðini eru til taks. Møguleiki er at gera ymiskt handarbeiði, spæla kort, bobb, telva o.m.a. Hvør dagur endar við andakt og sangi. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vága Pensionistafelag Vit skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið. Kundi tú hugs­ að tær at vita meira um felag­ ið ella at gerast limur, kanst tú venda tær til, formannin: Frits Jacobsen, tlf. 332053 ella ein av nevndarlimunum. Eldrahugni á Tvøroyri Er á kafeteria í høllini í Trongisvági hvønn onsdag í líkaviku frá kl 15.00 til 18.00. Bilur fæst til staðið við at ringja 371069 eftir kl. 13. Vágs Pensionistafelag og Dagtilhaldið gera útferð 17.­19. august. Gist verður á Runavíkar Sjómansheimi. Tey, ið vilja koma við, skulu tekna seg á tlf. 373446, 373285 ella 373261 áðrenn 1. august. Dagtilhaldið í Vági er hvønn týsdag og tórsdag frá kl. 15 til 18. Øll eru vælkomin. Heilafelagið, felagið fyri apopleksi- og afasirakt Tlf. 321520 · t­postur: heilaf@post.olivant.fo Veit okkum eina hjálpandi hond at seta ein grønmetis ídnað á stovn, millum tey fátæku í Rumenien. Ring 905699. Kostnaðurin er kr. 100 + vanligt uppring­ ingargjald. Kundar hjá Kall kunnu ringja. Takk fyri tína hjálpandi hond. Calarasi missiónin v/ Thomas J. Askham, Asbjørn Niclasen og Sverri Kjærbæk. Sandoyar Kunningarstova 210 Sandur tlf. 361836 Skrivstovan er opin mánadag til fríggjadag kl. 09­12 & 13­ 15.30 www.visitsandoy.fo Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19.00­21.00 á tlf. 319630. Kennir tú føroying í Keyp­ mannahavn, ið hevur tørv á vitjan ert tú vælkomin at seta teg í samband við Reyða Kross Føroya, Bryggjubakki 10, 100 Tórsh. tlf. 319630/61 655400. Rúslinjan hjá Bláa Krossi er opin týsdag og hósdag frá kl. 19.00­21.00. Tlf. 318586. Opin ACA-fundur Tinghúsvegur 37, Havn (Tilkomin hjá alkoholikarum og vantrivnaður, dysfunktion­ ellum, familjum). Leygardag kl. 11.00­12.00 á Tinghúsvegi 37 í Havn. AA-fundir í Havn Tinghúsvegur 37 Mánadag: kl. 20.00–21.00 Hósdag: kl. 20.00–21.00 Fríggjadag: kl. 20.00–21.00 og kl. 22.30–23.30 Leygardag: Opin fundur kl. 09­10, kl. 17.00–18.00. Leygardag: kl. 22.30­23.30 AA­fundur. Sunnudag: kl. 11.00–12.00. Heimasíða: http://heima. olivant.fo/~aa­fo/ AA-fundir - (Big book meeting) Týsdag: kl. 20.00 Stóri bókafundur er hvørt týskvøld í Losjuni á Tinghúsvegi 18. Inngongd frá Bøkjarabrekku. Al-Anon Fundur fyri avvarðandi at alko­ holikarum er hvørt hóskvøld kl. 20 og týskvøld kl. 20 í Al­ Anon, Tinghúsvegur 37. AA-fundir í Vestmanna Í Skótahúsunum Hósdag kl. 20 AA­fundur. Sunnudag kl. 17 AA­fundur (opin fundur). AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). Al-Anon fundur fyri avvarðandi at alkaholikkara er hvørt týs­ kvøld kl. 21, á Mýruvegi 22. AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld kl. 19.00 og sunnudag kl. 16.00 (á loftin­ um, inngongd niðanfyri). Al-Anon í Vágum Fundur fyri avvarðandi hjá alkoholikarum er hvørt týs­ kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla í Sandavági. AA-Suðuroy AA­fundirnir í gomlu lækna­ miðstøðini á Tvøroyri eru fríggjakvøld kl. 19 og sunnu­ dag kl. 15. Hvønn sunnudag síðst í mán­ aðinum – opin fundur kl. 15. AA í Vági AA fundir verða í Undirhús­ inum onsdag og leygardag kl. 19.00. Blái Krossur – Glyvrar bjóðar til eftirviðgerðarfund hvørt mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur – Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losj­ uni á Eiði annaðhvørt týs­ kvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. Felagið fyri Hoyribrekað í Føroyum hevur hesi telefon nr.: form. 313484 ­ 219584 næstform. 421092 ­ 281179 nevndarl. 319588 ­ 212839. Spælistovan í Margarinufabrikkini Opið er mánadag, týsdag og hósdag frá kl. 9.00­12.00 fyri børnum/foreldrum uttan ansing. HUFF, Hundaeigarafelag Føroya limur í Dansk Kennelklub, kreds 12. Telefonin hjá felagnum er: 277317. Til ber at tekna seg sum lim og spyrja um eitthvørt viðv. hundum. Hvørt týskvøld kl. 19.00 ganga vit túr, møtast við Skógrøkt Landsins. Giktafelag Føroya MBF-húsið Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn Tlf: 310237 Opið er týsdag og hósdag frá 13.00 til 16.00. Cøliakifelag Føroya Formaður er Henning Sørensen, Garðsgøta 3, Argir, tlf. 314783. Hjartafelagið Postboks 3120, 110 Tórshavn e­mail: hjarta@hjartafelag.fo Føroya Felag Móti Krabbameini Grønlandsvegur 58, Tórshavn Telefontíð mánadag til fríggjadag frá kl. 13­15. Tlf. 317959. Teldupost: ffk@post.olivant.fo www.ffk.fo Náttarravnarnir í Tórshavn Tín stuðul ger mun! Blív limur ella gang ein royndartúr. Ringið: Súnfríð 316167, Ella 316261, Daisy 312498, Paulina 510677, Henry 272800. Føroyskir fiskimenn uttanlands tlf. 21 04 95. Felagið fyri føroyskar fiski­ menn í Canada, Svøríki, Danmark, Íslandi og Noregi. Limagjald 200 kr. um árið. Postgiro 57894. Fø. Sparikassi 442027­8. Kvinnuhúsið svarar alt samdøgrið á tlf. 317200. Skrivstovan er opin frá kl. 10 til 17, og hósdagar til kl. 21. Ráðgevingin er hós­ kvøld eftir avtalu. Frítíðarfelagið »Antares« Postsmoga 11, 490 Strendur Frítíðarfelag hvørs endamál er at røkja áhugamál hjá teimum føroyingum ið starvast í altjóða farma­ og frálandavinnu. Meira fæst at vita við at venda sær til Felagið á tlf. 590100, ella um teldupost aldebaran@kallnet.fo starvslýsing Leirvíkar Kommuna Postboks 42, 520 Leirvík Starvsfólk til teknisku umsiting Søkt verður eftir fólki til felags teknisku umsitingina hjá Leirvíkar og Gøtu kommunum at byrja 1. oktober 2007 ella skjótast tilber og fyribils til 1. oktober 2008. Arbeiðsuppgávur: • Umsiting av øllum tekniskum viðurskiftum hjá kommununum • Málsviðgerð • Fyrireiking av málum til teknisku nevndirnar • Skráseting • Evt. projektering og eftirlit • Aðrar fyrifallandi uppgávur Kommunan: Leirvíkar og Gøtu kommuna kunnu bjóða tær eitt fakliga spennandi og fjølbroytt starv í einum vøkrum umhvørvi. Trý fólk arbeiða í felags teknisku umsitingini. Frá 1. januar 2009 leggja Leirvíkar og Gøtu kommuna saman í Eysturkommunu við heimstaði í Norðagøtu. Førleiki: Vit søkja eftir einum arkitekti, byggifrøðingi, byggiteknikara ella einum persóni, sum hevur aðra hóskandi tekniska útbúgving. Royndir innan almenna umsiting er ein fyrimunur. Løn: Lønin verður goldin sambært galdandi sáttmála við avvarðandi fakfelag. Upplýsingar og umsókn: Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Leirvíkar Kommunu, tlf. 443006 ella til Andreas Andreasen, tekniskan leiðara, tlf. 596040. Umsókn við avritum av prógvum og ummælum skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 19. september 2007. Leirvíkar Kommuna Postboks 42 520 Leirvík www.leirvik.fo