fríggjadagur 7. september 2007síða 46
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 173 - 7. september 2007
tíðindi
Í 1962 doyði svenski
ST-generalskrivarin,
Dag Hammerskjöld, í
einari flogvanlukku.
Dag Hammerskjöld
var sera kendur
innan sítt stóra
hjálpararbeiði í tí
fátæka heiminum og
eftir deyða hansara
avgjørdu nakrir
svenskir studentar at
fylgja í fótasporum
hansara við at seta ein
hjálparfelagsskap á
stovn
Hjálpararbeiði
Annika Hedegaard Isfeldt
formaður í OD-bólkinum í
Hoydølum
Søgan um Dag Hammer
skjöld og hansara hjálparar
beiði var upprunin til Opera
tión Dagsverk, ið vanliga
verður stytt OD, sum eftir
fá ár eisini breiddist runt til
onnur norðanlond.
Í 1985, eftir at nakrir
danskir
studentar
heilar
tvær ferðir høvdu roynt at
sett OD á stovn í Danmark,
eydnaðist tað teimum veru
liga at stovnseta OD, sum
vit kenna tað í dag.
Hvørt ár fara skúlanæm
ingar kring danska ríkið út
ein dag í novembur mánaða
at vinna pening til OD fyri
at geva ein dag av sína
útbúgvingartíð við tí fyri
eyga, at ung í ulondunum
eisini kunnu fáa ein møgu
leika at nema sær eina út
búgving.
Fyri at definera OD er
kanska lættast at taka út
gangsstøði í danska mottoi
num hjá felagsskapinum, ið
ljóðar: »Upplýsing, støðu
takan og handling«. Hetta
vil siga, at OD arbeiðir fyri
at gera næmingar meira til
vitaðar um trupulleikar í
heiminum og samstundis at
fáa teir sjálvar til at taka
støðu til, hvønn leiklut teir
ynskja at spæla í hesum
sambandi.
Á øllum skúlunum, ið
eru partur av OD, eru nakrir
sokallaðir ODbólkar. Hesir
arbeiða fyri organiseringini
av ODarbeiðinum á skúlu
num. Hetta inniber at upp
lýsa hinar næmingarnar um
OD, finna arbeiðspláss til
teir, fara á ODfundir í Dan
mark við øllum ODbólku
num í ríkinum o.s.fr.
Høvuðssekretariatið hjá
OD liggur í hjartanum av
Keypmannahavn tætt við
Ráðhúsplássið og haðani
arbeiða nakrir frívilligir
studentar fulla tíð við at ráð
geva og vegleiða ODbólkar
nar runt um á skúlunum í
Danmark.
OD í Føroyum
Seinastu 10 árini hevur Før
oya Studentaskúli og HF
skeið í Hoydølum eisini tik
ið lut í ODarbeiðinum og
ymisku ODbólkarnar, ið
hava skiftst um at verið á
skúlanum, hava gjøgnum
hesa tíðina gjørt eitt stórt
arbeiði fyri at fáa OD upp
at koyra í Føroyum á sama
hátt sum í Danmark. Hóast
fleiri aðrir føroyskir mið
námsskúlar hava skiftst um
at tikið lut í ODdegnum,
hevur tað víst seg at vera
eitt stórt arbeiði at útbreiða
OD. Hetta fara vit sum OD
bólkur í Hoydølum at royna
at gera nógv meira burturúr
í ár, so føroyski ungdómurin
vónandi fer at taka betur
undir við arbeiðinum hjá
OD. Vit ætla okkum at
halda ymisk ODtiltøk á
skúlanum og seinni fara út
á aðrar føroyskar miðnáms
skúlar fyri at royna eisini
her at vekja áhugan fyri
OD.
Hvørjum er tað,
OD stuðlar?
Tað fyrsta vikuskiftið av
desember savnast allir OD
bólkarnar á »stórmøti« á
einum tilvildarligum donsk
um skúla har ODarbeiðið
tað árið verður reviderað og
har tosað verður um, hvussu
ODarbeiðið kanska kann
gerast betri komandi ár.
Týdningarmiklasta punktið
á dagsskránni á stórmøtinum
er, at allir ODbólkarnir eru
við til at avgera, hvat land
hjálpin skal fara til komandi
ár. Hetta gongur fyri seg á
tann hátt, at fleiri hjálparfe
lagsskapir hava gjørt eina
verkætlan við einum upp
skoti til eitt land, tey ynskja
at hjálpa. Eftir at hava hoyrt
nógvar
fyrilestrar
um
ymisku
verkætlanirnar,
skulu ODbólkarnir hvør
sær atkvøða fyri verkætlan
ini, ið tey halda, ljóðar mest
hóskandi.
Tey síðstu árini hevur OD
valt at stuðla Nepal (’02),
Kambodja
(’03),
Mið
amerika (’04), Kirgistan
(’05) og Suðurafrika (’06).
Allar hesar verkætlanirnar
hava verið sera væl umtókt
ar og síðsta ár vunnu OD
bólkarnir kring Danmark
og Føroyar 8,2 mill. kr. til
at hjálpa kriminellum suður
afrikanarum úr kriminella
umhvørvinum, teir vóru í,
og geva teimum eina útbúgv
ing (av hesum pengunum
forvann Føroya Studenta
skúli og HFskeið heilar
127.000 kr.).
Bolivia ‘07
Á stórmøtinum ’06 vóru 4
umboð fyri ODbólkin í
Hoydølum við til at avgera,
at OD í ár skuldi stuðla
Bolivia.
Boliviaverkætlanin snýr
seg um at hjálpa guarani
indiánarum í Bolivia úr
slavarínum, teir liva undir.
OD heldur, at eitt frítt lív er
treytað av, at tú ert tilvitaður
um, hvat virði, tú sjálvur
hevur, og at tú hevur
atgongd til at nema tær vit
an. Tí fer ODhjálpin í ár til
at byggja skúlar og útbúgva
lærarar, ið kunnu undirvísa
guarniindiánarunum
á
teirra egna máli. Við at geva
teimum
møgulleikan
at
nema sær eina útbúgving,
vónar OD, at komandi ættar
liðini kunnu fáa vald yvir
sær sjálvum og sínum egna
lívi.
Hetta vikuskiftið, 7.9.
september, fara 4 næmingar,
ið eru partur av ODbólki
num í Hoydølum, til Dan
markar á »ODaktivitets
weekend«. Her verða teir
informeraðir nærri um OD
arbeiðið
í
Bolivia,
og
hvussu vit í ár skulu leggja
arbeiðið til rættis.
Hetta plagar at vera sera
áhugavert, tí man kemur at
kenna mentanina hjá landi
num, hjálpin fer til, og man
eisini fær eitt betur samband
við hinar ODbólkarnar –
og harvið eisini nýggj og
áhugaverd uppskot til OD
arbeiðið, sum man kann
taka heim við sær í kufferti
num.
Vekja áhuga fyri
Operatión Dagsverk
Annika Isfeldt, Heiða Nolsøe, Charlotta Rasmussen og Sonja Dalsgaard Nolsøe
Mynd: Jens Kristian Vang