Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-07, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 173 - 7. september 2007 lýsingar Lesið Sosialin Mentamálaráðið sóknast eftir dugna ligum og ágrýtnum yrkisnevndarskrivara frá 15. oktober 2007 ella skjótast gjørligt. Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv í Yrkisdeplinum við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning við skiftandi uppgávum. Uppgávurnar eru m.a.: • at vera skrivari hjá yrkisnevndunum • at hava skrivligt og munnligt samskifti við lærupláss, lærlingar, yrkisskúlar og onnur innan arbeiðsmarknaðar- og yrkisútbúgvingarøkið, og • at arbeiða við øllum vanligum fyrisitingarligum uppgávum Førleikakrøv Vit vænta okkum, at umsøkjari hevur: • víðari útbúgving, t.d. yrkisakademiútbúgving ella aðra javnsetta útbúgving • royndir, serliga innan fyrisiting og samskifti • góðan teldukunnleika og kunnleika til mál, serliga føroyskt • góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt Lønar- og setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um alt stjórnarráðið og tess stovnar. Vit bjóða Eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við nógvum skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti inn- og úteftir. Góðir møguleikar eru fyri fakligari og persónligari menning. Umsókn Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, C.V. o.ø skal sendast til: Mentamálaráðið Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 FO-110 Tórshavn Telefon 355050 – Faks 355055 Ella sum teldupostur til: mmr@mmr.fo Umsóknin skal vera Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. september 2007, kl. 16.00 Upplýsingar um virksemið í Yrkisdeplinum eru á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum www.yrkisdepilin.fo Um tú ynskir fl eiri upplýsingar, kanst tú seta teg í samband við Eyðun Gaard, fyrisitingarleiðara, á tlf. 355061 ella 555066. Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harumframt fyrisitur ráðið uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Yrkisdepilin er fyrisiting í Mentamálaráðnum, og hevur ta yvirskipaðu umsitingina av arbeiðsmarknaðar– og yrkisútbúgvingarmálum. Depilin hevur eisini til uppgávu at vera fyrisiting og skrivari hjá Yrkisútbúgvingarráðnum og Yrkisnevndunum. Yrkisdepilin fyrisitur harumframt ávís viðkomandi málsøki í Mentamálaráðnum Yrkisnevndarskrivari til Yrkisdepilin sansir.fo Vilt tú vera við til at styrkja og menna yrkisútbúgvingarnar? veitst tú ikki tað?