Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-07, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 - 7. september 2007 35 lýsingar Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo Tórshavnar kommuna Barnaverndartænastan í Tórshavnar Kommunu søkir eftir sálarfrøðingi at byrja skjótast til ber. Uppgávurnar hjá sálarfrøðinginum eru m.a. at • veita ráðgeving og vegleiðing til sosialráðgevararnar á deildini • gera sálarfrøðiligar kanningar og metingar av børnum og ungum • ráðgeva og vegleiða børnum, foreldrum og øðrum, ið eru um børnini í gerandisdegnum • veita børnum, ungum og familjum sálarfrøðiliga viðgerð • supervisera fosturforeldur, familjustuðlar o.o. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og verða útintar í tøttum samstarvi við hini starvsfólkini á deildini og aðrar viðkomandi samstarvspartnarar, so sum skúlar, dagstovnar, døgnstovnar, Sernámsdepilin, barnapsykiatriina og Barnatænastuna. Søkt verður eftir einum sálarfrøðingi sum • er útbúgvin cand. psych. ella cand. pæd. psych. Ynskiligt er, at tú hevur autorisatión • hevur royndir innan arbeiði við børnum, ungum og familjum • hevur serligan áhuga í og vitan um børn og ung við psykosocialum trupulleikum • hevur góð evni at samstarva og at arbeiða sjávstøðugt Vit kunnu bjóða • eitt áhugavert og avbjóðandi starv bæði fakliga og persónliga • eina vælvirkandi deild har strembað verður eftir, at arbeiði verður gjørt á einum fakliga høgum støði • møguleika fyri at menna teg fakliga Sum sálarfrøðingur kemur tú at starvast saman við 5 sosialráð- gevum, 3 skrivarum og einum leiðara umframt einum toymi við 6 familjuráðgevum. Barnaverndartænastan skal í næstum flyta í høli saman við Barna- og ungdómsdeildini, ið veitir pedagogiska og sálarfrøðiliga ráðgeving til dagstovnaranar í kommununi. Á Barna- og ungdómsdeildini starvast frammanundan ein sálarfrøðingur. Setanar- og lønarviðurskifti Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Magistarafelag Føroya. Starvið er fyribils tíðaravmarkað til eitt ár. Umsóknarfreist Umsókn við prógvi og øðrum viðkomandi skjølum skal vera Tórshavnar Kommunu, Postrúm 32, FO-110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 21. september 2007. Meir fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Jensen leiðara á Barnaverndartænastuni ella Sigrun Samuelsen, sálarfrøðing, tlf. 302060. Sálarfrøðingur til Barnaverndartænastuna