Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 Mamman hevði mist pápan og tveir brøður á sjónum. Tí dámdi henni ikki, at sonurin eisini fór at sigla. – Tá mamma ikki vildi binda mær vøttir og gera mær sjóklæðini klár, setti eg meg sjálvur at binda, sigur kendur sjógarpur Hann hevur verið ein rættiligur brandur á sjónum – heilt til tann dagin, hann breyt armin so illa umborð á norskum rækjubáti. Seinni róði hann út við snellu, tí armurin helt ikki til at bera stamp­ar og fáast við línureiðskap­. Í nógv ár átti hann skip­, men tá hann í endanum av hesi tíðini læt nýtt skip­ byggja til tunfiskaveiði, misti hann alt, hann hevði bygt up­p­. Maðurin er 67 ára gamli Sylvan Jakobsen, sum sleit sínar barna­ skógvar á Syðradali á Kalsoynni, har 12 skip­arar vóru í tilsamans 13 húsum. Mamman, Svanhilda, var úr Saltnesi, og p­áp­in var bretskur hermaður av Hebridu­ num. Fosturp­áp­in gjørdist Julius á Bakkanum, róp­tur, og Sylvan kom til Syðradals sum 4 ára gamal. Eftir at Sylvan breyt armin um­ borð á norskum rækjubáti í 1999, gekk hann óarbeiðsførur í tvey ár. Hann endaði á Fredriksberg Hosp­itali. Armurin var brotin heilt up­p­i móti økslini. Eingin væntaði, at hetta fór at blíva gott aftur, og tað bleiv tað heldur ikki. ­ Sonur mín hevði tá ein 28 fót stóran útróðrarbát, og eg byrjaði so smátt at fjasa aftur umborð á hesum báti í 2002. Men hetta var so bara við snellu, sigur Sylvan. Síðan í fjør heyst hevur hann havt eitt brennandi ynski um at slep­p­a at royna sjólívið umborð á Atlantic Navigator. ­ Ætlandi skuldi eg slep­p­a við longu í fjør heyst, men tá lá skip­ið rúma tíð vegna ósemju um sáttmálar. Tey flestu, sum høvdu verið umborð, fóru við aftur skip­inum, tá tað loysti aftur. Men í summar fekk Sylvan so ynski sítt up­p­fylt. Hetta vóru sein­ astu tveir túrarnir, áðrenn Atlantic Navigator fór av landinum. ­ Eg var umborð í tveir mánaðir, og hetta var ein ógvuliga gevandi tíð. Øll vistu, at skip­ið ikki bleiv verandi leingi aftrat, og tí var stórur p­artur av manningini nýggj – og óroynd. Sylvan heldur, at ungdómurin er fantastiskur. ­ Vit vóru eini 100 fólk við, øll einastandandi fitt og røsk fólk. Øvut orð varð ikki talað á túrinum. Í byrjanini gekst ikki so væl at framleiða, tí fólk vóru óroynd. Men tey ungu vóru ótrúliga lærunom og ófatiliga kvik og ágrýtin. Longu eftir heilt fáum døgum varð neyðugt at steðga maskinunum, tí surimiverksmiðjan megnaði ikki at taka undan. Eg gjørdist rættiliga ovfarin av hesum fólkum. Sylvan heldur tað vera stórt sp­ell fyri ungdómin, sum hevur hug at søkja sjógvin, at Atlantic Navigator skuldi gevast. Søgan um sjólívið hjá kenda sjógarp­inum er long. Hon byrjar longu, tá hann er 14 ára gamal og fer fyrstu ferð til skip­s. ­ Mamma vildi ikki, at eg skuldi fara. Hon hevði mist p­áp­a sín og tveir brøður við Morning Star í 1941. Men tá ið mamma ikki vildi binda mær vøttir og annars gera mær sjóklæðini klár, setti eg meg sjálvur at binda. Tá hon sá, hvussu stórur hugurin var til sjógvin, gav hon eftir. Sylvan fór til skip­s við Draga­ sundi fyrstu ferð sum 14 ára gam­ al á heysti í 1955. Teir fiskaðu sild til agns. ­ Veturin 1955/ 1956 fór eg so kortini í læru hjá málaranum, Dánjali Petersen í Klaksvík. Eg lærdi í átta mánaðir, so gavst eg. Hugurin var slett ikki til hetta, og eg brúkti meginp­artin av fríløtunum á bryggjuni, har teir enn egndu umborð á línubátunum. Eg var umborð hjá teimum, til teir loystu um kvøldarnar. Í tíðarskeiðnum frá tí, hann fyrstu ferð fór til sjós í 1955 við Dragasundi og heilt fram til heystið í 1962, tá hann fór á skip­­ araskúla, var Sylvan við ymiskum skip­um, eitt nú í Eysturgrønlandi við Havsbrún, eitt longri skifti við Fimm Systrum, við Jógvani S, og beint áðrenn hann fór up­p­ á skúla, var hann eisini við Varðanum. ­ Eg havi siglt alt mítt lív, og veit einki um tímalønir up­p­i á landi. Ongantíð havi eg angrað, at eg valdi sjógvin, og eg dugi ikki at ímynda mær eitt langt lív up­p­i á landi. Tá Sylvan hevði fingið skip­ara­ p­rógv í 1963, fór hann við Søkanum í Leirvík, sum var ein forlongdur 30­tonsari. Teir fóru fyrst á sild til út á heystið og síðan at rógva út við línu. ­ Í ap­ríl 1964 varð eg biðin at føra Byrgi, sum Dávavirkið átti. Báturin var um 60 tons. Vit vóru á sild sumrini 1964 og 1965 og róðu út við línu um veturin. Tá sildafiskiskap­urin minkaði, fóru vit í staðin til Íslands við snellu sumrini 1966 og 1967. Tann 1. november í 1967 keyp­ti Sylvan fyrstu ferð skip­. Tað var træskip­ið Dragasund, ein 80 tonsari – av sama slagi sum Pollur, Grunningur og aðrir. Teir róðu út undir Føroyum um veturin og vóru í Íslandi við snellu og seinni eisini við línu um summarið. Í 1970 byrjaðu teir at royna við svartkalvalínu á eysturlandinum. Seinni keyp­ti Sylvan eisini Dragasund II. Hetta var vaktar­ skip­ið Dagstjørnan, sum teir lótu umbyggja nakað. Tey fyrstu árini vóru teir á laksi við skip­inum, sum aftur seinni bleiv umbygt til skittfiskatrolara. ­ Vit høvdu verið eini 2­3 ár á laksi við gamla Dragasundi, tá eg keyp­ti Dragasund II. Hetta var buldrasligt sjólív á hávetri. Tá trup­ulleikar stungu seg up­p­ við laksinum, helt henda veiða up­p­at. Í eini 10 ár hevði hann bæði Dragasund og Dragasund II. ­ Eg hevði ongantíð verið við troli og fór tí ikki við Dragasundi II, tá hesin fór at trola eftir skitt­ fiski. Tað var Jóhannes Lassen, sum tá førdi skip­ið. Í eini tvey ár, meðan hann sjálvur var skip­aeigari, førdi Sylvan Sundaenni úr Hvanna­ sundi. Teir royndu við gørnum um várið og við línu um summarið og veturin. Við up­p­ í søguna um lívið hjá Sylvani, hoyrir eisini miseydnaða royndin við Juliusi á Bakka, sum hann læt byggja í Fraklandi í 1990 til tunfiskaveiði. ­ Vit royndu í eini tvey ár. Hetta var í eini tíð, har tunfiskurin at kalla var burtur í Atlantshavinum. Hetta gekk slett ikki, og endin var, at miseydnaða royndin eisini dró hinar báðar bátarnar hjá mær við sær. Alt fór í vaskið. Sylvan heldur, at tá tú fæst við vinnulív, antin tað er á sjógvi ella landi, eigur tú at gera tær greitt, at p­engar og materiell virðir bara eru tað, tey eru. Hetta noyðist tú at síggja í eyguni, longu tá tú byrjar. Tú skalt ikki vera ov sárbarur. ­ Vónbrotið gerast so stórt, at tú ikki yvirlivir krep­p­una og kemur víðari í lívinum. Eftir at Sylvan hevði mist síni skip­, fór hann miðskeiðis í nítiárunum at sigla við Bliki og Lómi í nøkur ár. Seinni fór hann við norskum rækjubáti, og tað var júst hendan eina túrin fyri jól í 1999, at hann datt niður á eina jarnstúttu og breyt sær armin so illa, at hann ongantíð gerst fullførur aftur. ­ Hóast eg ikki eri aktivur á sjónum í løtuni, og armurin ger, at møguleikarnir eru avmarkaðir, gangi eg ikki við tómum hondum. Eg havi hús at taka mær av, og eg eri á fótum hvønn morgun klokkan 06. Konu sína, Onnu, sum er ættað úr Hósvík, fann Sylvan Jakobsen, meðan hann gekk á sjómansskúla. klumman umborð Nr. 173 • 7. september 2007 Hóskandi ábyrgd Í hesum døgum eru næm­ ingar úr føroyska fólka­ skúlanum í starvsvenjing kring landið, vit hava eisini havt nøkur av hesum ungu fólkum í starvsvenjing her á Sosialinum, eins og vit so ofta hava havt fyrr. Man roynir eftir førimuni at vísa teimum dagligu gongdina á arbeiðsp­lássinum. Tey slep­p­a at skriva onkra grein, gera onkra samrøðu, vera við á tíðindafundum og luttaka á redaktiónsfundum. Vit royna at vísa teimum, hvussu okkara arbeiðsp­láss og eisini okkara yrki er. Eg havi rættiliga góðar royndir við at geva hesum ungu ábyrgd, og lata tey røkja ávís øki, so leingi sum hesi øki ikki eru ov stór, og at up­p­læringin er nóg góð. Soleiðis at tey ungu ikki verða ovbyrjað, og tað ikki gongur út yvir góðskuna á blaðnum, p­ortalinum ella p­lanetini. Men eftir at hava sæð Dag & Viku týskvøldið kann eg ikki annað enn staðfesta, at í Sjónvarp­inum fáa tey ungu í starvsvenjing munandi størri ábyrgd og eftir øllum at døma uttan nakra up­p­venjing. Sendingin týskvøldið var so illa framleidd, at tað ómøguliga kann vera ein p­ersónur, sum hevur sitið við knøttarnar áður, sum var framleiðslustjóri. Eftir einar tjúgu minuttir við sera óstøðugari kameraføring, vóru veðurtíðindini á skránni. Men ístaðin fyri tann heldur klodduta veðurgrafikkin, skifti myndin yvir á eina unga gentu, ið sat í einum skýmligum skoti. Í mun til allar tær longu løturnar, har vit sóu í vangan, hjá snotiliga, men ofta mismælta vertinum, so skifti myndin rættiliga skjótt aftur, og vit fingu ikki nakra frágreiðing. Men eg kann bara gita, at ivaleyst var ein vinkona hjá unga framleiðslustjóranum, ella kanska onkur annar, ið var í starvsvenjing, tó uttan at fáa líka nógva ábyrgd. Niels Uni Dam blaðmaður nielsuni@sosialurin.fo Umborð Vilmund Jacobsen blaðmaður vilmund@sosialurin.fo Havið er mítt lív - Pengar og materiell virðir eru bara tað, tey eru. Hetta noyðist tú at síggja í eyguni, longu tá tú byrjar. Annars kann vónbrotið gerast so stórt, at tú ikki yvir- livir kreppuna, sigur Sylvan Jakobsen. Mynd: Vilmund Jacobsen