Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2007síða 3

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 - 7. september 2007 3 So hevur Landsverk fýra spennandi og avbjóðandi størv, tú kanst søkja, har tú saman við dugnaligum starvsfeløgum kanst geva títt íkast til framhaldandi menning av okkara tænastum. Deildarleiðari til bygningadeildina Høvuðsuppgávur · greina og raðfesta nýbygging og við­ líkahald við atliti at funktionaliteti, estetikki og góðsku · góðkenna verkætlanir og taka støðu til møguligar broytingar, umframt viðgera onnur byggimál, har bygging, bygningar, lendi og formlist eru partur av viðgerðini · arbeiða og uppbyggja ein politikk fyri almenna byggilist · fyrireika og samskipa landsbyggireglugerð fyri Føroyar · stuðla og menna eitt kreativt arbeiðsumhvørvi Førleikakrøv Tú ert útbúgvin arkitektur. Leiðsluroyndir og aðrar royndir frá verkætlanum innan byggivinnuna er ein fyrimunur. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Oyvind Brimnes, stjóra, á 540 801 ella á ob@lv.fo. Verkfrøðingur til framleiðsludeildina Høvuðsuppgávur · yvirskipaður rakstur av skervverkunum saman við formonnunum á verkunum kring landið · skipa fyri viðlíkahaldi og dagføring av verkunum · kostnaðarmeta og eftirkalkulera asfalt­ og verklagsarbeiðir Førleikakrøv Tú ert útbúgvin verkfrøðingur, ella hevur aðra viðkomandi útbúgving. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Torkil Olsen, deildarleiðara, á 540 841 ella á to@lv.fo Verkfrøðingur/Arkitektur/Byggi­ frøðingur til verkleiðsludeildina Høvuðsuppgávur · byggileiðsla · aðrar byggiharrauppgávur, t.d. prosjektstýring Førleikakrøv Tú ert útbúgvin verkfrøðingur, arkitektur, byggifrøðingur, ella hevur aðra viðkomandi útbúgving. Royndir innan viðkomandi virkisøki gevur fyrimun. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kristian Rasmussen, deildarleiðara, á 540 851 ella á kr@lv.fo Smiðjuformaður til maskinmiðstøðina Høvuðsuppgávur · leiða og reka smiðjuna í Kollafirði · umvælingar av amboðum · ábyrgd av seramboðum · útleigan av amboðum innanhýsis · viðlíkahald av ferjulegum Førleikakrøv Tú ert útbúgvin maskinmeistari, ella hevur aðra viðkomandi útbúgving og helst royndir innan økið. Góður teldukunnleiki og vanligt koyrikort krevst. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jóan Petur Patursson, raks­ trarleiðara, á 540 950 ella á jpp@lv.fo Setanartreytir Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálunum millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir Umsóknir við prógvum og CV skulu vera okkum í hendi 14. sept. Merkið umsóknina ávikavist: Starv á bygningadeildini · Starv á framleiðsludeildini · Starv á verkleiðsludeildini · Starv á maskinmiðstøðini Hevur tú skapanargleði og hugflog, og vilt tú síggja úrslit av tínum arbeiði? STARVSLÝSING Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Landsverk er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar. R E P R O Z Trygd er eitt nýmótans tryggingarfelag, ið kann bjóða nærum øll sløg av skaðatryggingum innan privattryggingar, vinnutryggingar og sjóvátryggingar. Trygd varð stovnað í 1932. Føroya Banki eigur allan partapeningin í felagnum. Trygd er eitt fíggjarliga sterkt felag, sum í 2006 hevði tryggingargjøld á 72 mió. kr. Við ársenda 2006 var eginognin 97 mió. kr. Felagið hevur um 30 dugnalig starvsfólk knýtt at sær. Trygd hevur havt vaksandi úrslit seinastu árini, og vit vilja framhaldandi økja um hesi. Starvið krevur, at tú brennir fyri at skapa vøkstur og úrslit. Somuleiðis hevur tú evnini til strategiska leiðslu, umframt tað at leiða starvsfólk. Tú hevur hægri útbúgving frá góðkendum lærustovni ella samsvarandi royndir at stjórna eini fyritøku. Kunnleiki til tryggingarvirksemi er fyrimunur, men tó eingin treyt. Sum persónur sýnir tú opinleika, treysti og ein kveikjandi hugburð. Tú dugir at samráðast og vegleiða og fi nnur íblástur frá innihaldi- num í starvinum, ið er ein samanseting av rakstrarligari ábyrgd og menning av felagnum. Tú sýnir eisini fjølbroytni, tá tað snýr seg um menniskja ligar relatiónir. Sum stjóri hevur tú beinleiðis ábyrgd av dag- liga rakstrinum av felagnum og skalt tryggja framhaldandi menningina. Tú verður berandi megin í felagnum og gevur í dagliga yrkinum íblástur til viðskiftafólk, starvsfólk og eigara. Setanarviðurskiftini verða avtalað millum teg og nevndina í felagnum. Send umsókn tína við CV til: Janus Petersen, nevndarformann, c/o Føroya Banki, Húsa- gøta 3, Post boks 3048, FO-110 Tórshavn. Meiri fæst at vita við at seta seg í samband við Bjarka Mohr, starvsfólkaleiðara, á tel. 330 330 ella á bm@foroya.fo. Stjóri til TRYGD Vit leita eftir stjóra, ið miðvíst og við umhugsni kann leiða felagið enn longri fram á leið. UMSÓKNARFREISTIN ER 24. SEPTEMBER 2007