Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. apríl 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 78 - 25. apríl 2001 3 gult3 cyan3 magenta3 svart3 2 Nr. 78 - 25. apríl 2001 gult2 cyan2 magenta2 svart2 Allur blokkpolitikkur og alt flokspolitiskt uppbýti varð burtur, tá formaðurin í Javnaðarflokkinum bjóðaði til 50 ára føðingardag RUNDUR FØÐINGARDAGUR Jan Müller Í bløðunum í londunum kring okkum er hetta so at siga gerandiskostur. Men heima hjá okkum sjálvum er tað meiri ókent, sum for- maðurin í Javnaðarflokk- inum bjóðaði til hósdagin. Í lýsing í farnu viku Sosialinum bjóðaði Jónnes Eidesgaard til móttøku í sambandi við, at hann fór um tey fimmti. Og hóast siðurin ikki er gamal í Føroyum, so tóktist tað ikki at bila. Javnaðarformaðurin bjóðaði ábit og okkurt at skola niður við í floksrúm- inum hjá Javnaðarflokkin- um og síðuliggjandi hølum á Gamla apotekinum. Mót- tøkan var frá klokkan 16 og til klokkan 18, og tað var skjótt, at javnaðarrúmið var fult. So var neyðugt at opna dyrnar til skrivstovur og onnur rúm í grannalagnum, og alt gekk upp á stás. Sjálvandi skal ikki ov nógv leggjast í, hvør møtir upp, og hvør ikki er til staðar við slík høvi. Tað kunnu vera serliga átroðk- andi uppgávur, sum gera, at onkur, sum hevði ætlað sær at vera til staðar, ikki náddi tað kortini. Løgmaður og varaløgmaður mundu vera upptiknir av týðandi polit- iskum leikum, tí teir vóru ikki at síggja á Gamla apotekinum. At eingin flokspolitisk ósemja ella ósemja millum andstøðu og samgongu helt fólki aftur frá føðingar- degnum vóru tað fleiri dømi um. Millum gestirnar vóru Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður fyri Tjóð- veldisflokkin, Finnbogi Ísakson, tingformaður og tjóðveldismaður, Heini O Heinesen, formaður í ting- bólki Tjóðveldisfloksins, Helena Dam á Neystabø, floksforkvinna í Sjálvstýr- isflokkinum, Eyðun Vid- erø, tingmaður fyri Fólka- flokkin og næstformaður í løgtinginum, Lisbeth Peter- sen, forkvinna í Sambands- flokkinum umframt fleiri onnur tingfólk úr øllum flokkum. Umframt eina rúgvu av øðrum gestum vóru sjálv- andi umboðini hjá Javnað- arflokkinum í politiska lívinum á Gamla apoteki. Felags fyri øll var, at lagið var av tí besta. Politikarnir høvdu smoygt politiska hamin av sær og hugnaðu sær saman við politiskum viðspælarum og mótstøðu- monnum. Akkurát sum tað sømir seg við eitt sovorðið høvi. Komandi mánadag verða tað trý ár, síðani tað seinast var løgtingsval. Tað vil við øðrum orðum siga, at nið- urteljingin til komandi løg- tingsval av álvara er byrjað. Í einum valári er so at siga politiskur bruni í hvørjari handling og vending. Iva- leyst hevur onkur fingið politiskt signal at tulka burturúr tí, sum kom fram á apotekinum henda seinna- partin. Viðhvørt var tað stuttligt, so láturin hoyrdist heilt niðan í gomlu amt- mansborgina, og viðhvørt var tað bara hugaligt og hugnaligt. Í onkrum føri vóru gjørdar politiska rella persónligar útmeldingar, sum onkur mundi tulka sum fríggjarí undan kom- andi vali. At eingin ivi er um, at Javnaðarflokkurin eigur ein sterkan formann, og at eingin ivi er um, hvør verð- ur løgmansevni hjá Javn- aðarflokkinum til komandi val, tað var aftur og aftur at hoyra. Umboð fyri onkrar av hinum flokkunum hildu – kanska hálvt í álvara og hálvt í skemti – at teir misunnaðu Javnaðarflokk- inum, at teir bara høvdu ein formann, og so royndu teir at billa teimum, ið vóru møtt upp, inn, at í øðrum flokkum eru tað viðhvørt tveir og onkuntíð tríggir formenn! Minningarorð um Esmar Lamhauge Eg kom úr myrkrinum í ljósið Tá sá eg teg fyrstu ferð Eymleiki mildur spaklyntur Mær ognaðist eina av tínum dýru perlum Hon gav mær kærleika í yvirflóð Nornan hevur spunnið lagnutráð Tú eg og øll hini flættast uppí Tó einaferð man deyðin greiða fløkjuna Finnur okkum øll fyrr ella seinni Nú var tín túrur umsíður komin Farin um sýnuna burtur úr mannaeygum Handan deyða og grøv stendur Frelsarin Býður tær vælkomnan heim í sæluna Frá ungum av vart tú á ferð Á tí smala vegnum ávegis móti Paradís Gævi vit síggjast aftur har heima Takk fyri alt tú vart fyri okkum. Rituvík EKN Nýggjar tíðir og nýggir siðir Løgtingsformaðurin, Finnbogi Ísakson, var ein av gestunum, ið helt røðu fyri Jóannes Eidesgaard Smílandi hyggur Jóannes Eidesgaard eftir skemtitekningunum hjá Óla P, sum hann fekk í føðingardagsgávu Mynd: Jens Kristian Vang Tøkk Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gjørdu mær 50 ára føðingardagin so ógloymandi, takki eg hjarta- liga. Vinarliga Jóannes Eidesgaard Ein størri nútímans- ger er farin í gongd á Føroya Fiskavirking í Runavík. Byrjað verð- ur við móttøkuhøll FISKIVINNA Edvard Joensen Farið er undir at gera eina nýggja móttøkuhøll á Før- oya Fiskavirking í Runavík. Byggingin er liður í eini størri ætlan um at nútím- ansgera virkið. Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking, sigur, at hetta arbeiði, sum farið er undir í Runvík, umfatar bygging av eini móttøkuhøl upp á einar 600 fermetrar. Kostnaðurin fyri hetta byggistigið fer at liggja um einar tríggjar-fýra milliónir krónur, metir hann. Umframt at sjálv høllin verður bygd, skal eisini gólv gerast, frárensl og tí- líkt skulu takast upp og gerast av nýggjum, um- framt at nýggj køliútgerð skal setast upp. Hvat hvør parturin ná- greiniliga fer at kosta, er ilt at siga, sigur Meinhard Ja- cobsen. Stjórin á Føroya Fiska- virking sigur, at tað verður alla tíðina arbeitt við at halda virkini hjá felagnum á so høgums øði, sum gjør- ligt. Hendan móttøkuhøll- in, sum nú verður bygd í Runavík, er bæði lógar- kravd og ikki, sigur hann. Soleiðis at skilja, at okkurt av arbeiðinum, gjørt verð- ur, er slíkt, sum kravt er, meðan annað er slíkt, sum Føroya Fiskavirking av sínum eintingum ger fyri alla tíðina at vera upp á forkant, um nakað skuldi stungist upp. Í langtíðarætlanini, sum løgd er fyri útbyggingini á Føroya Fiskavirking í Runavík, eru eisini stórar umvælingar inni á sjálvum virkinum. Meinhard Jacobsen, stjóri, vil ikki nevna nakað serstakt, sum gerast skal, men letur tó skilja, at okkurt kanska verður við nýggjum linjum og onkrum sovorðnum í framtíðini – Talan er um stórar ætlanir, sum strekkja seg yvir langt tíðarskeið. Tað kann nógv henda, so hvørt vit koma fram, so ikki ber til at læsa seg púra fastan í nakra serloysn soleiðis beinanveg, sigur Meinhard Jacobsen. Men hann sigur tó, tann ætlaða nútímansgerðin á virkinum fer at kosta nógv. Nógvar milliónir, sigur hann. Meinhard Jacobsen varar, sum stjóri á Føroya Fiska- virking, av fleiri flakavirkj- um í landinum. Tað eru alla tíðina ætlani frammi um viðlíkahald og moderniseringar á øllum virkjunum, sigur hann, Tað ræður um at fylgja við tíðini. Men samstundis skal eisini hyggjast til penga- pungin. Hóast hann letur at, at hóast tað hevur gingið hampiligt seinnu tíðina, eru ongar ítøkiligar stórætlanir á øðrum fiskavirkjum hjá Føroya Fiskavirking í løtuni, sigur hann. Kappróðrarfelagið NSÍ fer um stutta tíð at taka nýtt og væl útgjørt kappróðrar- neyst í nýtslu KAPPRÓÐUR Edvard Joensen Glyvrar: Kappróðrarfelag- ið NSÍ byggir eitt nýtt neyst til bátar sínar. Neystið stendur inni á Bakka á Glyvrum, og verður ætlandi klárt liðugt einaferð í mai. Talan er fyrst og fremst um felagshús hjá Kapp- róðrarfelagnum NSÍ, sigur formaður felagsins, Sofus Hansen. Hann greiðir frá, at farið varð undir at byggja neystið í 1998. Í 1999 varð tað inni- lokað, og nú í summar verður tað so tikið í brúk. Neystið kostar 1,7 milli- ónir krónur, tá tað er liðugt. Men fólkið aftan fyri kapp- róðrarfelagið hevur verið dúglit at savna pening til byggingina, soleiðis at nú neystið er liðugt, stendur tað bert í umleið 200.000,- 300.000,- krónum, sigur formaðurin. Restin er longu goldin. Í neystinum er pláss fyri fýra bátum í neðra. Tó eru fimm inni í løtuni, sigur Sofus Hansen, formaður. Umframt eru tvey brúsu- rúm og wc, eins og ein gongd er, haðani trappa gongur upp til ovaru hædd- ina. Í ovaru hæddini er ein stór høll upp á 120 fer- metrar. Opin upp í tróðrið. Har verður væntandi pláss hjá hálvtannaðhundrað fólkum at sita, heldur for- maðurin í Kappróðrar- felagnum NSÍ. Umframt er eisini nýmótans køkur, eins og trý wc eru í teirri hædd- ini. So umstøðurnar verða rættiliga góðar til felagslív í neystinum, sigur Sofus Hansen. Væntandi verður neystið leigað út til veitslur av yms- um slagi, um áhugi er fyri tí. Men tað fer sjálvandi fyrst og fremst at verða brúkt til felagsarbeiðið hjá kappróðrarfelagnum, sigur formaðurin. Áðrenn nýggja neystið varð bygt, húsaðist felagið í einum gomlum grótneysti, har seinastu tíðina ikki var so frægt sum hurð fyri. So tað kann ikki samanberast við tað, sum nú er. Sofus Hansen, formaður í Kappróðrarfelagnum NSÍ vónar, at tað fer at bera til at manna seks bátar aftur í ár, eins og í fjør. Men fyribils er støðan tann, at áttamannaførini eru ikki mannað. Báðir teir smærru bátarnir, Tjaldrið og Spógvin eru mannaðir. Seksmannafarið Sólmund- ur er mannaður, og tað sama er tíggjumannafarið Eysturoyingur. Sólmundur er nýggjur bátur. Tann gamli Sól- mundur er seldur av landin- um, eins og gjørt plagar at verða við størru førini, tá skiftast skal út. Í fjør vann dreingjamanningin á Tjald- rinum eina ferð til kapp- róður i Sorø í Danmark. Teir høvdu Sólmund við sær, og í Danmark hildu fólk so mikið nógv av bát- inum, at tey keyptu hann. Men Kappróðrarfelagið NSÍ hevur eisini tvey átta- mannafør, sum enn standa á lunni. Kappróðrarfelagið NSÍ keypti her fyri Skop- uningin og nevndi hann Heiðabátin. Eisini hevur fe- lagið lænt Toftabátin, sum hevur skift lit og nú er gulur. Hóast felagið eitur Kapp- róðrarfelagið NSÍ, er talan um sjálvstøðugt felag, sum einki hevur við ítróttar- felagið NSÍ at gera. Og tað hevur eingin trupulleiki verið av navninum, hóast nøvndini á feløgunum báð- um líkjast heilt nógv, sigur Sofus Hansen, formaður í kappróðrarfelagnum NSÍ. Nýtt kappróðrarneyst á Glyvrum Føroya Fiskavirking nútímansger Kappróðrarfelagið NSÍ hevur bygt nýtt kappróðrarneyst á Glyvrum Mynd: Edvard Joensen Fundamentið til móttøkuhøllina á Føroya Fiskavirking í Runavík verður nú stoypt Mynd: Edvard Joensen