mikudagur 25. apríl 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 78 - 25. apríl 2001
5
gult5 cyan5 magenta5 svart5
4
Nr. 78 - 25. apríl 2001
gult4 cyan4 magenta4 svart4
Foreldur, sum fáa
børn síni inn á stovn í
Tórshavnar komm-
unu í summar, hava
fingið boð. Tey, ið fáa
dagrøktarpláss til síni
børn, umframt tey
sum einki pláss fáa,
hava enn ikki fingið
boð. Og hetta hevur
elvt til stóra ónøgd
DAGSTOVNAR
Turið Kjølbro
Sløk 200 pláss í vøggu-
stovu, barnagarði og dag-
røkt í Tórshavnar komm-
unu eru júst lutað út, for-
eldur hava akkurát fingið
bræv um barn teirra er mill-
um tey hepnu og onnur bíða
- framvegis. Gleðin er stór
nógva staðni, og ónøgdin
líka so stór hjá teimum
framvegis nógvu, ið ikki
eru sloppin upp í part. Tele-
fonin gløðir, eisini í býráðs-
umsitingini. Orsøkin til, at
nógv foreldur í hesum døg-
um kenna seg við sviðusoð
er partvís, at ein partur av
brævbjálvunum frá umsit-
ingini í býráðnum ikki er
komin foreldrunum í hendi.
- Hetta er í grundini ein
misskiljing og tí er ónøgdin
óneyðug. Brøvini við dag-
røktarplássunum eru ikki
farin enn, tey verða send í
vikuni og har eru 90 dag-
røktarpláss. Hesi, sum fáa
eitt dagrøktarpláss halda, at
einki pláss er til teirra og
tað er sjálvsagt óheppið,
sigur Gunnleyg Durhuus,
trivnaðarstjóri í Tórshavnar
býráð, sum harmast um
mistakið.
Nýggj
reglugerð
og
nýggjar
upptøkureglur
vórðu gjørd fyri tveimum
árum síðani júst við tí fyri
eyga at hava eina rættvísa
skipan. Men funnist verður
enn at skipanini, sum eftir
øllum at døma framvegis
ikki er so gjøgnumskygd, tí
ilt er eitt nú at finna út av,
hví eitt barn, sum er føtt í
januar, hevur lættari at
sleppa inn á stovn, hóast
tað stendur aftalagari enn
eitt annað á listanum, sum
er føtt fyrr. Heldur ikki
Heðin Mortensen, formað-
ur í mentamálanevnd bý-
ráðsins, sum nú hevur dag-
stovnar og barnaansing
sum málsøki, er heilt nøgd-
ur við skipanina.
- Skipanin er eftir øllum
at døma ikki nóg góð, og
vit fara beinanvegin at
kanna, hvussu vit kunnu
gera hana betri. Reglugerð-
in er greið, men okkurt er
spinnandi galið, tá ið for-
eldur ikki kenna seg trygg
við, hvussu børn verða tik-
in inn á stovn. Tað kann
ikki vera rætt, at foreldur
skulu fáa trupulleikar av at
eiga børn, sum ikki eru
fødd fyrst í árinum, at ann-
að kynið kemur framum
hitt og at tú verður revsaður
við at búgva í einum ávís-
um parti av býnum, har
ongin stovnur er í nánd. Og
er tað reglugerðin, sum ikki
er nóg góð, skal hon broyt-
ast, sigur Heðin Mortensen,
sum hevur sett málið á
skránna fyri komandi sam-
gongufund.
Sleppa ikki víðari
Foreldur finnast eisini at, at
taka tey av einum dagrøkt-
arplássi, hava tey verri
møguleika at fáa børnini
inn á dagstovn. Børnini
standa framvegis á listan-
um, men onnur við ongum
tilboði verða tikin framum.
Gunnleyg Durhuus, trivn-
aðarstjóri í Tórshavnar bý-
ráð, vísur aftur, at soleiðis
er.
- Trupulleikin er, at so
vøggustovupláss eru. Tá ið
øll vøggustovuplássini eru
brúkt, fara børn í dagrøkt-
ina, og so leingi børnini eru
undir trý ár er einki pláss í
vøggustovuni. Men tá ið
tey koma í barnagarðsaldur,
sleppa tey í barnagarð, sig-
ur Gunnleyg Durhuus.
Tá ið arbeitt var við at
gera nýggja reglugerð og
upptøkureglur var Heðin
Mortensen tann einasti bý-
ráðspolitikarin, sum var
ímóti økislistunum. Og tað
er hann framvegis.
- Vit eiga at hava ein høv-
uðslista, har øll børnini
verða skrivað á. Økislist-
arnir gera alt so trupult, tí
øll børn fáa tvey ymisk
nummur, hóast bara gingið
verður eftir tí eina. Hetta er
órættvíst ímóti nógvum
børnum og nógv kenna seg
illa viðfarin. So leingi vit
ikki megna at nøkta tørvin
á stovnsplássum, er rættari
at hava ein høvuðslista. Tí
fær eitt barn á Argjum eitt
pláss í Hoyvík í boði, hava
foreldrini møguleika at lata
vera við at taka av, men
framvegis standa á listan-
um. Og velur tú at bíða eftir
einum plássi í nærum-
hvørvinum, er tað títt egna
val, sigur Heðin Morten-
sen.
Gunnleyg
Durhuus
ásannar, at tað er óheppið at
geva børnum tvey ymisk
nummar á bíðilistanum.
- Hetta verður broytt í
framtíðini. Nummarið á
høvuðslistanum er jú ikki
aktuelt, tá ið gingið verður
eftir økislistanum. Vit fara
eisini at eftirmeta um reglu-
gerðin kann gerast betri, tí
vit merkja jú eisini ónøgd-
ina sum er.
Gunnleyg Durhuus vísir
eisini á, at nú verður ikki
tikið so neyvt eftir, nær
børnini eru fødd á árinum.
- Vit taka børn yvir alt ár-
ið fyri at hava eina aldurs-
spjaðing á stovnunum.
Bíðilistin var 28. mars
402 børn. Nú stóra útskift-
ingin á árinum fer fram, fáa
200
børn
vøggustovu-,
barnagarðs- og dagrøktar-
pláss. Bíðilistin er tískil
202 børn í løtuni.
Stór ónøgd millum foreldur
Í hesum døgum fara sløk 200 børn av stóra bíðilistanum hjá Tórshavnar kommunu. Gleðin er stór nógva staðni, og ónøgdin líka so stór hjá teimum framvegis
nógvu, ið ikki eru sloppin upp í part.
Savnsmynd
Eisini tey, sum einki
stovnspláss fáa, eiga
at verða kunnað
skrivliga um, hví tey
ikki hava fingið
stovnspláss á hesum
sinni
DAGSTOVNAR
Turið Kjølbro
Felagið hjá foreldrum at
smábørnum í Havn, sum á
sinni varð stovnað fyri áh-
aldandi at gera vart við
stóra tørvin á stovnspláss-
um í kommununi, mótmæl-
ir nú vantandi kunningini
frá Tórshavnar býráð í sam-
bandi við lutingina av
stovnsplássum.
- Fríggjadagin frættist, at
Tórshavnar
kommuna
hevði sent út brøv um kom-
andi stovnsplássini. Tórs-
havnar kommuna hevur
valt bert at boða teimum
frá, sum hava fingið pláss.
Tey sum ikki fáa stovns-
pláss á hesum sinni, fáa
einki at vita frá kommun-
uni. Orsakað av hesi mann-
agongd eru nógv, sum um
hesa tíðina á hvørjum ári
gerast meira ørkymlað, enn
neyðugt er, sigur Foreldra-
felagið í skrivi.
Foreldrafelagið mótmæl-
ir vantandi kunningini og
vantandi innlitið, sum Tórs-
havnar býráð gevur sínum
viðskiftarfólki, bæði tá ið
tað snýr seg um árligu
brøvini um stovnspláss og
viðvíkjandi bíðilistanum.
Foreldrafelagið heldur, at
Tórshavnar kommuna eigur
at broyta verandi manna-
gongd og skapa størri opin-
leika í hesum máli.
- Í sambandi við árligu
fráboðaninar um stovns-
pláss eiga eisini tey, sum
einki stovnspláss fáa, at
verða kunnað skrivliga.
Hesi eiga at kunnast um,
hví tey ikki hava fingið
stovnspláss á hesum sinni,
og hvat nummar tey so eru
á bíðilistanum. Og hesir
upplýsingar eiga ikki bert
at vera tøkir eina ferð um
árið. Ein skipan eigur at
verða gjørd, so at til ber hjá
øllum, til eina og hvørja tíð,
at fáa innlit í bíðilistan,
bæði fyri at síggja, hvat
nummar á bíðilistanum ein
er, og fyri at fáa innlit í lut-
ingina av stovnsplássum í
økinum.
Foreldrafelagið ger at
enda vart við, at felagið í
fleiri ár hevur átalað mann-
agongdina hjá Tórshavnar
kommunu í hesum máli.
Felagið hevur fleiri ferðir
víst á, at einasta gongda
leið er størri opinleiki. Hó-
ast hetta, hevur Tórshavnar
Kommunu
ikki
broytt
mannagongd, til stóran
ampa fyri viðskiftarfólkini.
Foreldrafelagið átalar Tórshavnar býráð
Royndir eru sendar til
Noregs og væntndi
fæst eitt fyribils svar í
morgin
LAKSASJÚKA
Áki Bertholdsen
Nú er eisini illgruni um, at
herviliga ILA fiskasjúkan,
er komið í alibrúki í Funn-
ingsfirði.
Tað var mánadagin, at tey
fingu illgruna um, at ILA
var komið í alibrúki hjá
Funningslaks í Funnings-
firði.
Tað gekk striltið at fáa
fatur á nøkrum, sum kundi
siga nakað um málið. Men
Ole Jürgens, djóralækni á
Fiskasjúkutænastuni
á
Norðskála, leggur dent á, at
enn kann onki sigast við
vissu, antin talan er um
ILA ella ikki í Funnings-
firði, ella ikki.
Men av tí at illgruni
hevur tikið seg upp, eru
royndir tiknar av alifiski
hjá Funningslaks, og tær
eru sendar til Noregs til
kanningar á eini starvs-
stovu í Oslo.
Endaligt svar er væntandi
um nakrar dagar.
Verður úrslitið, at talan er
um ILA, verða helst somu
tiltøk sett í verk, sum tað
vóru í Oyndafirði, tá ið
ILA varð staðfest har fyri
nakað síðani.
Tvs, at økið verður byrgt
av, sjúkur fiskur verður
dripin og fyribeindur. Síð-
ani skal økið liggja í friði í
eina tíð, áðrenn aling kann
takast uppaftur.
Sterkur illgruni
Á miðdegi í gjár segði
fiskadjóralæknin,
Peter
Østergaard, sum arbeiðir
hjá landsdjóralæknanum, í
einum
tíðindaskrivi,
at
skúkueyðkennini,
sum
fiskurin
hevði,
gevur
teimum ein sterkan illgruna
um, at talan er um ILA.
– Vit funnu fisk við
bleikum táknum, vætu í
búkholuni og bløðingum í
búkholuni.
Hann sigur, at tey vænt-
aðu eitt fyribils svar frá
rannsóknarstovuni í Noregi
í morgin.
Men fyri at minka um
smittuvandan, er gjørt at
at royna at binda um heilan
fingur, og tí eru tiltøk longu
sett í verk ímóti alibrúk-
inum Funningslaks.
Tað ber m.a. í sær, at tað
er bannað at flyta livandi
ella deyðan fisk av alibrúk-
inum, uttan skriftligt loyvi
frá Landsdjóralæknanum.
Samstundis leggur Peter
Østergaard dent á, at tað
ikki undir nøkrum umstøð-
um er loyvt at sigla á
Funningsfirði. Øll sigling
er sostatt bannað, uttan
tann siglingin, ið hevur
beinleiðis sambandi við
sjálvt alibrúki, tvs, eftirlit,
fóðring og sigling í sam-
band við at taka deyðan
fisk.
Bátar, sum longu eru á
Funningsfirði, skulu venda
sær til Landsdjóralæknan at
gera avtalur um, hvussu
farast skal fram.
Hann sigur eisini, at
fiskurin í ringinum, har
illgruni er um ILA, verður
tikin og dripin. Í løtuni
verður tað lagt til rættis,
men ætlanin at at byrja
longu í morgun.
Annars verður fylgt væl
við gongdini og, hvørji
onnur tiltøk verða framd,
veldst um, hvussu gongdin
verður.
Fyribils er ILA bara
staðfest í tí eina ringinum.
Annars kannar lands-
djóralæknin eisini møgu-
leikar fyri at skipa okkurt,
ella nøkur, av slátuvirkin-
um, sum eru, til eitt neyð-
sláturhús, so at fiskur kann
verða førdur hagar at verða
dripin, uttan at smittuvandi
stendst av.
Er talan veruliga um
ILA-sjúkuna, sum er
farið at gera um seg í
Oyndafirði, er tað ikki
lætt at siga, hvaðani
sjúkan er komin.
– Tað kunnu vit bert
hava okkara gitingar um,
sigur hann.
Men tað er ein sann-
roynd, at ILA smittar
ógvuliga illa. Og tað er
vert at leggja til merkis,
at Funningsfjørður ligg-
ur næstur Oyndafirði,
har ILA varð staðfest
herfyri.
Somuleiðis kann vís-
ast á, at Oyndafjørður er
grannafjørður
við
Fuglafjørð, har ILA varð
staðfest á fyrsta sinni.
Verður endaliga úr-
slitið, at tað er ILA, sum
er komið í alibrúki í
Funningsfirði, er tað
sostatt í trimum granna-
firðum, at sjúkan er
staðfest.
Peter
Østergaard,
djóralækni, sigur, at
sjálvsagt er fryktandi
fyri, at smittan eisini er
farin hinvegin, so at
Gøta er næsta plássi,
sum stendur fyri tørni.
Men hann sigur, at
vónandi eru vit um ikki
so langatíð komin har
til, at vit kunnu taka
blóðroyndir av fiski í
alibrúkum, sum kunnuv
erða smittað.
Fyribyrging av
stórum týdningi
ILA-sjúkan varð fyrstu
ferð staðfest í Bremnes í
Horðalandi í Noregi í
1984. Síðani er hon
staðfest í Skotlandi, í
Kanada, í Kili og nú eis-
ini í Føroyum.
ES hevur sett ILA á
listan yvir álvarsamar
sjúkur og kann tí sýta
fyri at innflyta laks úr
økjum, har ILA gongur.
Í eini bók um fiska-
sjúkur, stendur, at skal
ILA forðast í at smitta,
er tað av allarstørsta
týdningi at seta heilsu-
frøðiligar reglar í verk.
Sjúkur
fiskur
má
verða burturbeindur so
skjótt sum gjørligt og
tað er sera týdningar-
mikið, at avlopsvatn frá
slátuvirkjum og laksa-
virkjum, verður sótt-
reinsað og at slógvið
verður burturbeint for-
svarliga. Samstundis er
tað umráðandi at smolt
verður keypt frá so fáum
smoltalarum sum gjør-
ligt, tí tess fleiri ið verða
brúktir, tess størri er
smittuvandin.
Samstundis er tað
neyðugt at deyður fiskur
verður tikin minst eina-
ferð um dagin í summar-
hálvárinum.
Peter Østergaard sig-
ur, at eitt, tað mest týdn-
ingarmikla er, at tað ikki
eru fleiri ættarlið av
fiski á sama plássi.
Og Hann heldur, at tað
er neyðugt, at føroyingar
ganga tann vegin, at
hvørja ferð, fiskur verð-
ur tikin í einum øki, skal
økið fáa frið í ein mán-
aða,
áðrenn
fiskur
verður settur í tað aftur.
– Trupulleikin er, at
tað er plásstrot í Føroy-
um. Men hava vit bara
eitt ættarlið á hvørjum
plássi, ber til at hava
fleiri fiskar í hvørjum
brúki. Tað skuldi upp-
viga tapið av, at eitt økið
verður lagt stilt í ein
mánaða.
– Men í løtuni kosta
sjúkurnar
rættiliga
nógvan pening, so eg
ivist í, um talan hevði
verið um nakran miss
samanumtikið,
sigur
hann.
Í Funningsfirði eru
fleiri ættarlið av fiski,
summur fiskur er bara
100 gramm, annar er 4-6
kilo. Spurningurin er,
hvussu
farið
verður
fram, tí skal tann smái
fiskurin sleppa at veksa
seg stóran, gongur long
tíð, áðrenn økið verður
lagt stilt aftur.
Tilsamans eru um 1,2
milliónir fiskar í Funn-
ingsfirði.
Sterkur illgruni um ILA
sjúkuna í Funningsfirði
Fyribyrging av
stórum týdningi
Nú er illgruni um, at herviliga fiskasjúkan, ILA, eisini er komin í alibrúkið í Funningsfirði. Endaligt svar fæst um nakrar dagar
Savnsmynd: Oyndarfjørður
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo