Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. apríl 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 78 - 25. apríl 2001 7 gult7 cyan7 magenta7 svart7 6 Nr. 78 - 25. apríl 2001 gult6 cyan6 magenta6 svart6 Úrslitið hjá størra útbjóðaranum av tryggingum í Før- oyum, Tryggingar- felagnum Føroyar, gjørdist frægari í fjør enn í 1999. Rakstrar- úrslitið eftir skatt var 52,3 milliónir krónur ímóti 45,8 milliónum árið fyri, men trygg- ingarvirksemið gav undirskot ROKNSKAPUR Stefan í Skorini Hóast eitt fitt yvirskot, er leiðslan í tryggingarfelagn- um ikki nøgd við, at høv- uðsvirksemi felagsins gev- ur eitt hall. Úrslitið av tryggingarvirkseminum var eitt undirskot uppá 16,6 milliónir móti 17,4 milli- ónum í 1999. Hóast eina framgongd uppá 5%, er tað framvegis ikki nøktandi. – Vit kunnu sum felag ikki vera nøgt við, at høv- uðsvirksemi okkara ikki gevur vinning, sigur felagið í tíðindaskrivi. Framgongdin í samlaða rakstrarúrslitinum eftir at skattur var goldin, var 14,3%. Yvirskotið var 45,8 milliónir í 1999, meðan tað var 52,3 milliónir í fjør. Fleiri skaðar Orsøkin til undirskotið í tryggingarvirkseminum er, at felagið hevur havt fleiri skaðar, ið hava verið størri enn vanligt. Harafturat eru prísirnir fyri tryggingar lækkaðir vegna fríu kapp- ingina. Virksemið í landinum er stórt, og tað merkir ein øking í talinum av skaðum, ið tryggingarfelagið skal gjalda fyri. Felagið nevnir tveir skað- ar, sum kostaðu serliga nógv. Tað var tá Halgafelli stoytti á land í Noregi og sakk í januar 2000. Hin var tá Com Data í Klaksvík brendi nakað seinni. Hesir báðir skaðarnir kostaðu fel- agnum nógv, og hava sín stóra leiklut í, at trygging- arvirksemið gav eitt hall í fjør. Íløguaktiv lunnar undir yvirskoti Aftur í 2000 vóru tað fíggj- arinntøkur felagsins, ið løgdu lunnar undir úrslitið. Úrslitið av íløguaktivum var 80,4 milliónir krónur móti 65,3 milliónum í 1999. Høvuðsorsøkin til framgongdina er, at gongd- in á alheims fíggjarmarkn- aðinum førdi til ein kurs- vinning uppá ognir felags- ins í 2000 móti einum kurs- tapi í 1999. Íløguaktivini hjá Trygg- ingarfelagnum Føroyar eru í alt 1,3 milliardir krónur. Av hesum vóru við árslok 2000 66 mió. í bygningum, 21,7 mió. í kapitalpørtum, 64 mió. í børsskrásettum partabrøvum. Tann størsti parturin, 819,1 mió. vóru sett í børsskrásett lánsbrøv, 244,1 mió. vóru læntar út í Føroyum, mest til komm- unur og kommunalar og al- mennar stovnar. 142,8 mió. av íløguaktivum felagsins standa sum innlán í pen- ingastovnum. Úrslitið áðrenn skatt var eitt avlop uppá 61,8 milli- ónir. 9,5 milliónir av hesum vórðu goldnar í skatti, so at rakstrarúrslitið var 52,3 milliónir krónur. Eginognin var við árslok 1,17 milli- ardir krónur, og solvensurin var 34 ferðir lógarkravið. Tryggingarfelagið Føroyar 52 milliónir í yvirskoti Tryggingarfelagið Føroyar hevði í fjør eitt yvirskot uppá 52,3 milliónir krónur, men høvuðsvirksemi felagsins, tryggingar, gav eitt hall Landsverkfrøðingurin er komin umleið hálva leið við gerðini av vegnum millum Gomlurætt og Norð- asta Horn. Gamli veg- urin verður nú ikki fylgdur víðari, tí veg- linjan er nú broytt so- leiðis, at vegurin verð- ur lagdur eystanfyri ella innanfyri tjarn- irnar á Hálsinum SAMFERÐSLA Stefan í Skorini Í einar tveir mánaðir hevur arbeiðið uppá nýggja landsvegin av Gomlurætt til høvuðsstaðin ligið stilt. Nú er líkt til, at arbeiðsmenn frá landsverkfrøðinginum fara undir at asfaltera ein hálva annan kilometra langan tein, ið er liðugur. Hetta er onnur etapa ella byggistig. Alt arbeiðið uppá vegin verður boðið út til privat byggifeløg at gera. Annað byggistig eru nærum liðugt, og tað er felagið Heygar, ið hevur staðið fyri hesum ar- beiðnum. Finnleif Durhuus, deild- arleiðari á vegadeildini hjá Landsverkfrøðinginum, væntar, at arbeiðið at asfalt- era verður liðugt einaferð í summar. Enn er tó eingin dagfesting sett á, nær tað eftir ætlan verður liðugt. Veglinjan broytt Frá byrjan av var ætlanin, at nýggi vegurin fyri tað mesta skuldi fylgja tí gamla vegnum. Eftir at hava mett um støðuna hevur lands- verkfrøðingurin tikið av- gerð um at leggja vegin innanfyri tjarnirnar. Hetta er gjørt fyri at kunna varðveita umhvørvið og tað fríøkið, ið er framvið gamla vegnum vestanfyri tjarnirnar, har nógv fólk nýtir fríðtíðina um summ- arið. Tað hevði órógva, um ein stórur og breiður vegur varð lagdur ígjøgnum hetta økið. Finnleif Durhuus sigur, at teir mettu tað vera best, um vegurin varð lagdur innan- fyri tjarnirnar. Onkur hevur borið ótta um, at nógvur kavi fór at leggjast á vegin, um hann var ov nær hamr- inum, men hesum vísir Finnleif Durhuus aftur. Hann sigur, at teir við vilja hava lagt vegin høgt í lendinum, og tað ger, at kavin kann fúka omanav. Hetta verður tí eingin størri trupulleiki enn vanligt. Bæði Friðingarnevndin og Yvirfriðingarnevndin hava góðtikið hesa broyt- ingina, og vegurin verður sostatt lagdur innanfyri tjarnirnar. Byrja av Norðasta Horni Landsverkfrøðingurin ar- beiðir nú við projektering- ini og fyrireikar útbjóðing- artilfarið, sum skal vera klárt at senda byggifel- øgum í ár. Væntandi verður klárt hjá tí byggifelagnum, sum bjóðaði bíligasta prís- in, at fara í gongd seinni í ár. Tað arbeiðið skal byrja á Norðasta Horni. Higartil hevur grót av Gomlurætt verið nýtt til vegagerðina, men har er einki eftir, og tí skal grót fáast úr grótbrot- inum í Hundsarabotni. Tá grótið skal flytast úr Hundsarabotni, er tað lætt- ari at byrja uppá vegin á Norðasta Horni, so sleppast kann undan at nógv tung ferðsla koyrir eftir tí gamla vegnum. Vegurin komin hálva leið Arbeiðið uppá vegin millum Gomlurætt og høvuðsstaðin hevur ligið stilt í einar tveir mánaðir. Nú fer landsverkfrøðingurin í holt við at asfaltera henda teinin, og tað verður koyrandi einaferð í summar Mynd: Jens Kr. Vang Matrikulstovan hevur lagt út á internetið gamlar myndir, sum vórðu tiknar í Føroy- um í 1890’unum, tá men frá Generalstab- ens Afdeling máldu Føroyar upp GAMLAR MYNDIR Tíðindaskriv Í tíðarskeiðinum 1895 - 1899 vóru fólk frá General- stabens topografiske Afdel- ing í Føroyum og gjørdu uppmátingar til kortlegging av oyggjunum. Uppmátingarlið arbeiddu allastaðni í landinum undir leiðslu av »generalstabsoff- icerum«. Sjálvt arbeiðið gjørdu starvsfólk hjá Gen- eralstabinum, sonevndir »Guidar« og vanligir sol- dátar. Eisini føroysk hjálp- arfólk tóku lut í arbeiðin- um. Tá uppmált varð uppá tað mesta, arbeiddu íalt 14 uppmátingarlið í senn. Úrslitið av uppmátingun- um gjørdist 75 máliborðs- bløð í støddini 1:20.000, sum komu út í tíðini 1897 - 1901. Sostatt eydnaðist at kortleggja hvønn krók í Føroyum eftir bert 6 árum, og má hetta sigast at vera eitt bragd. Í 1985 fekk Føroya landsstýri handað umleið 265 myndir frá Geodætisk Institut, flestu tiknar í 1898 og 1899. Myndirnar, sum eru glasplátur í støddini 13 x 18 cm, eru í varðveitslu á Matrikulstovuni. Matrikulstovan hevur nú skannað tær áhugaverdastu myndirnar og lagt tær á heimasíðuna hjá stovnin- um: www.matrikul.fo. Tal- an er um 143 myndir úr øll- um Føroyum. Serliga nógvar myndir eru úr hesum støð- um: Tvøroyri, Sandur, Vest- manna, Saksun, Tórshavn, Eiði, Fuglafirði, Klaksvík og Viðareiði. Á heimasíðuni hjá Matr- ikulstovuni finnur tú eisini annað tilfar. Nevnast kann: - Kort og yvirlit yvir hagar í Føroyum. - Yvirlit yvir tal av eigin- dómum og jarðarlutum í ymsu bygdunum. - Ymisk føroyakort. - Myndir av hægstu fjøllun- um og størstu hólmunum. - Spurnakapping um bý- ir/bygdir. Myndirnar hjá Generalstabunum á internetinum Amtmansborgin í Havn seinapartin í 1890’unum. Hon var bygd í 1880 - og her sæst, hvussu hon hevjar seg yvir býnum. Fremst í myndini sæst Kamarið, Pæsastovan skjøldurin í húsunum hjá Vágaheina í Bringsnargøtu Mynd tikin á Skálatoftum í 1890’unum Hendan myndinr er tikin úr Krókabrekkuni niðan gjøgnum Bringsnargøtu í Havn. Høgrumegin síggjast Laðahúsini, vinstrumetin Handilsforeiningin, Áarstova, Dandastova, Pæsastova og Klokkarastova Fuglafjarðar Hornorkestur skipar fyri flaggdagshaldi í dag kl. 15 við Bókasavnið. Røðari verður Sjúrður Skaale. Fuglafjarðar Hornorkest- ur er illa mannað í løtuni – 12 í tali. Men aktivitetirnir eru tó ikki færri av teirri or- søk. Teir føstu tættirnir gjøgnum árið, har vit lut- taka, eru vanliga: Tá mus- ikskúlin skipar fyri næm- ingakonsert, tá kvøldskúlin hevur framsýning, í des- ember ein jólakonsert um- framt tey trý jólatrøini at tendra í kommununi. Og so eru tað tey afturvendandi føstu tiltøkini um vári: Grækarismessuhald, flagg- dagshald, 1.mai-dagshald – og á Varmakeldustevnu. Í løtuni verður vant fram ímóti hornorkesturstevn- uni, sum í ár verður suðuri á Tvøroyri Dýra Biðidag. Í tí sambandi verður skipað fyri eini konsert her í Fuglafjarðar kirkju 6. mai, har vit fáa roynt stevnu- skránna. Venjari hjá Fuglafjarðar Hornorkestri er Sharon Fisher, sum eisini er venjari hjá klaksvíkingum. Til flaggdagshaldið lut- taka skótarnir. Vit vóna, veðrið verður til vildar – og vænta góða undirtøku. Fuglafjarðar hornorkestur Flaggdagshald í Fuglafirði. Skipið Botnia við bryggju, helst í Keypmannahavn og helst á veg til Føroya. Leggið til merkis hestavognin, sum verður heysaður umborð… Mynd úr Klaksvík – eftir grindadráp