Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. apríl 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 78 - 25. apríl 2001 9 gult9 cyan9 magenta9 svart9 8 Nr. 78 - 25. apríl 2001 gult8 cyan8 magenta8 svart8 Ætlaðar útbyggingar í samferðsluni mugu bíða, tí nýggi Smyril fer næstu árini við stórum parti av íløgujáttanini SAMFERÐSLA Eyðun Klakstein Nýggja strandfaraskipið Smyril fer at leggja so stórt trýst á íløguætlanir í sam- ferðsluni, at fleiri íløgur mugu útsetast ella toyggj- ast. Hetta sigur Bjarni Djur- holm, landsstýrismaður, sum varðar av samferðslu- málum. – Næsta ár fara millum 100 og 150 milliónir krónur at verða brúktar til nýggja Smyril og útbyggingar á Drelnesi í sambandi við nýggja skipið, og tá verður lítið eftir til aðrar ætlanir, sigur hann. – Tí verða tað aðrar íløg- ur, sum mugu útsetast, og summi arbeiði mugu toyggjast. Í løtuni viðgera vit støðuna og royna at taka eina avgerð um tær ymsu ætlaninar, sigur Bjarni Djurholm. Yvir 300 mió. Nakað av stríði hevur verið um nýggja Suðuroyarskip- ið, og drúgv tíð gekk, áðr- enn semja var í samgong- uni um, hvussu nógvir pengar skuldu brúkast til nýggjan Smyril. Endin var, at skipið gjørdist einar 50 milliónir krónur dýrari, enn lands- stýrismaðurin ætlaði. Í løt- uni sigur metingin, at skip- ið fer at kosta góðar 300 milliónir krónur. Harafturat kemur útbyggingin á Drel- nesi, sum skal verða liðug, tá nýggja skipið fer undir siglingina í 2004. – Ein møguleiki er at leggja kostnaðin av nýggja suðuroyarskipinum uttan fyri íløgukarmin hjá lands- kassanum. Byggingin av skipinum verður gjørt í út- landinum, og tí hitar tað ikki búskapin á sama hátt, sum um arbeiðið var gjørt í Føroyum, sigur Bjarni Djurholm. Karsten noktar Karsten Hansen, landsstýr- ismaður við fíggjarmálum, sigur kortanei til at leggja nýggja Smyril uttanfyri íløgukarmarnar hjá lands- kassanum. – Tað ber ikki til. Vit kunnu leggja eina íløgu utt- anfyri íløguætlanina, tí hon er stór og ringt er at finna pláss fyri henni. Byggingin av nýggja Smyrli er á íløgu- ætlanini og har verður hon verðandi, sigur Karsten Hansen. – Tað verður síðani upp til landsstýrismannin og landsstýrið annars at fáa nýggja skipið at passa inn í íløguætlanina. Karsten Hansen heldur, at tað fer at bera til at byggja nýtt Suðuroyar- skipið og framvegis fáa gjørt mest átrokandi íløg- urnar. – Enn kenna vit ikki endaliga prísin fyri skipið, hóast ein meting er gjørd, og harafturat er spurningur- in eisini, hvussu vit skulu gjalda fyri skipið, sigur hann. Klaksvíkstunnilin Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður, sigur, at í løt- uni verður støðan viðgjørd og finnast skal fram til, hvørjar íløgur mugu bíða. Undirsjóvartunnilin um Lorvíksfjørð er ein av ætl- aðu útbyggingunum, sum kann koma at bíða. Enn er politisk støða ikki tikin til undirsjóvartunnilin, men í ár verða allar kanningar gjørdar, sum skulu til, áðr- enn arbeiðið kann fara í gongd. Tað hevur ligið í kortun- um, at arbeiðið at gera Klaksvíkstunnilin skuldi byrja beinanvegin, tá mask- inurnar vóru leysar av ar- beiðnum undir Vestmanna- sundi. Men Klaksvíkstunnilin er við í viðgerðini av komandi íløgum av samferðsluøkin- um, sum mugu skjótast út. Tað váttar Bjarni Djur- holm, landsstýrismaðurin, sum tó keggur dent á, at eingin endalig avgerð er tikin hesum viðvíkjandi. Flakatrolarin hjá JFK fer aftur í Barents- havið mánadagin FISKIVINNA Eyðun Klakstein Klaksvík: Mánadagin kom Sundaberg aftur úr Barents- havinum, har hann hevur fiskað farnu fýra mánað- irnar. Flakatrolarin hevur góð 800 tons av flaki heimaftur við úr Barenshavinum, og hendan veiða verður løgd upp á Northern Fish Cold Storage í Klaksvík. Í løtuni verður trolarin landaður, og mánadagin er ætlanin, at Sundaberg skal leggja leiðina aftur í Bar- entshavið at fiska. Hendan túrin vóru 35 mans við, og skipari var John Fuglø. Íløgur mugu bíða Neyðuga byggingin av nýggjum Suðuroyarskipið merkir, at aðrar samferðsluíløgur mugu skjótast út ella toyggjast. Undirsjóvar- tunnilin um Lorvíksfjørð er ein av ætlaninum, sum er við í viðgerðini Handtikni týski sjómaðurin, sum bardist uttanfyri Tórshøll, varð latin leysur mánadagin POLITI Eyðun Klakstein Týski sjómaðurin, sum var í bardaga uttanfyri klubban, Tórshøll, sunnukvøldið, varð í gjár latin leysur og slapp til sjós aftur. Sjómaðurin var annars tikin av løgregluni eftir bardaga sunnukvøldið, og í gjár fekk hann bót fyri brot á politiviðtøk- urnar. Bótin var upp á 1000 krónur, og tá bótin varð goldin, kundi týskarin fáa pass sítt aftur og sleppa umborð á týska trolaran, sum bíðaði eftir manninum á Havn- ini. Fekk 1000 krónur í bót Sjómaðurin, sum var við hesum týska trolaranum, fekk 1000 krónur í bót fyri bardagan í Havn sunnukvøldið. Mynd: Jens Kristian Vang Sundaberg landar 800 tons Sundaberg leggur hesa vikuna góð 800 tons av flaki upp í Klaksvík. Mánadagin fer hann aftur til fiskiskap SJÓNLEIKUR Tíðindaskriv Klassikarin Músafellan eft- ir Agathu Christie, sum gongur í Sjónleikarahús- inum í Havn, verður sýndur fyri seinastu ferð í hesari vikuni. Leikurin snýr seg um ta klassisku søguna... at ein ókendur drápsmaður er millum okkum, hevur ging- ið í London síðani 1952. Nú er seinasta høvi at síggja leikin í Føroyum og at melda seg í loguna - tann hepna felagskapin av áskoðarum, sum vita hvør drápsmaðurin í Músafell- uni er. Seinastu sýningarnar verða flaggdagin 25. apríl kl. 18.00 og hósdagin 26. apríl kl. 20.00. Atgongumerki fáast í Kunningarstovuni og við dyrnar ein tíma undan sýning. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo John Johannessen john@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Útgevari/uppseting: Sp/f Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Samstundis sum løgtingsmaðurin Hans Pauli Strøm skírir Løgtingið fyri at vera eina stempulklokku, kemur undan kavi, at fólk í útbúgving eru gloymd, nú Løgtingið samtykti lógina um barnsburðargrunn. Henda lógin heimilar øllum úti- og heimaarbeiðandi løn í sambandi við barnsburð. Um tað veruliga er so, at tey ungu í útbúgving, les- andi og onnur, ikki koma undir lógina, má hon broytast, so tey ikki eru fyri inntøkumissi, tá tey fáa børn í lestrar- ella útbúgvingartíðini. Og lóg og reglur mugu ikki vera aftan fyri lógir og møguleikar í grannalondum okkara! Vit kunnu ikki samstundis eggja fólki til at fáa sær útbúgvingar, tí hetta er tvingandi neyðugt í okkara nútímans samfelag, og síðani sleppa teimum upp á fjall á hesum øki eisini, tá tey seta børn her í verð- ina. Tá sagt verður á hesum øki eisini, verður hugsað um íbúðar- og bústaðarstøðurnar! Meginfelagið hjá teimum í útbúgving vísir nevnliga eisini á, umstøðurnar hjá teimum ungu at fáa sær eina íbúð ella eitt kamar at búgva í, eru út av lagi vánaligar, og tí búgva tey ungu ofta heima hjá for- eldrum í útbúgvingartíðini. Heldur ikki á hesum øki er politiski myndugleiki her á landi tilvitandi um ta neyðarsligu støðuna! Á hesum stað er fleiri ferðir víst á, at vit hava ongan veruligan íbúðapolitikk. Somuleiðis er víst á, at vit kunnu ikki eggja ungum at fáa sær eina útbúgving, samstundis sum vit ikki útvega teimum kømur ella íbúðir – t.d. á kollegium. Tey eru tí offur fyri tí íbúðaspekulatión, sum er galdandi á privata íbúða- marknaðinum! Bara Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin atkvøddu fyri uppskotinum til samtyktar hjá Heðini Mortensen um ein alternativan íbúðapolitikk. Grundgevingin fyri ikki at atkvøða fyri var, at uppskotið varð ikki nóg neyvt. Men viðgerðin sýndi, at samgongan hevur ikki ans og er ikki tilvitað um hetta álvarsmál! Øll mugu og skulu hava rætt til ein bústað, sum tey hava ráð og møguleikar at búgva í. Tað má og skal verða ein rættur í vælferðarsamfelagnum, men tað er tað ikki í dag! Vit hava t.d. ikki lóggávu um møgu- leikar at byggja kollegiu ella lærlingaheim, og okk- um vitandi er bara ein kollegiubygningur í landin- um! Heldur ikki hava vit hóskiliga lóg um íbúðabygging, sum áleggur landi og kommunum at vera við í íbúðabygging, tá tað snýr seg um íbúðir til leigu ella til fólk við serligum tørvi. Hetta er eitt øki, sum politikkarar okkara mugu taka upp og seta pening av til nú ætlanir til nýggja fíggjarlóg skulu búnast! DAGSINS MEINING Sosialurin Slept upp á fjall VIÐMERKINGAR Lønarhækkingin hjá Starvsmannafelagnum A. Guttormur Djurhuus Herfyri hevði eg eitt »roknistykki« í blaðnum, sum vísti at lønarhækk- ingin hjá Starvsmanna- felagnum í veruleikanum var negativ. Við tað at ikki var so lætt at síggja at útrokningin var manipuler- að, og at fleiri hava tikið hana fyri fult, kemur her rætta útgávan. Hækking av sáttmála- lønini í 2,5 ár…… 12,50% Inflatión 3,5% p.a. ……… ÷8,75% Hækkaður skattur orsakað av progressiónini … ÷0,25% Reallønarhækking í 2,5 ár ………… 3,50% Reallønarhækking um árið ………… 1,40% Tvungin uppsparing (eftirløn) 1% p.a. ………… ÷1,00% Hækking í keyps- orkuni p.a. ……… 0,40% Ikki nógv at reypa av, men frægari enn at fara eftir reyv. Skamm fái blómandi før- oyski búskapurin, um hann ikki megnar hesa evarska lítlu hækking uttan at koll- sigla! Hóast skemtiliga manipulatión, tykist »roknistykkið« at hava tænt sínum endamáli. Tey, sum lótu seg vill- leiða, mega orsaka. Flaggdagshald á Oyrarbakka Flaggdagin kl. 14.00 verð- ur flaggdagshald á Oyrar- bakka. Signar á Brúnni heldur flaggrøðuna. Norð- ljómur spælir. Flaggdagshald í Runavík Í dag kl. 15.00 skipar Runavíkar kommuna fyri flaggdagshaldi á økinum sunnanfyri býráðshúsið. Kári P. Højgaard fer at flyta fram røðu og Nes Sóknar Hornorkestur spæl- ir. Skótar og ítróttarfólk ganga skrúðgongu frá ítróttarøkinum kl. 14.45 Flaggdagshald í Leirvík Flaggdagshald verður í Leirvík flaggdagin. Skrúð- gonga við skótunum á odda fer frá skótahúsinum kl. 14.30 og gingið verður gjøgnum bygdina og út á skúlaplássið har Dan Rein- ert Petersen heldur røðu og kór Leirvík/Gøta syngur. Sum siður er, verður kondibingo beint eftir flaggdagshaldið, eisini verður ein serligur lutaseðil seldur. Í skótahúsinum er møgu- leiki at fáa ókeypis kaffi, te og vaflir. Seinastu sýningar av Músafelluni Myndir frá sjónleikinum