mikudagur 25. apríl 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult11 cyan11 magenta11 svart11
10
Nr. 78 - 25. apríl 2001
gult10 cyan10 magenta10 svart10
Michael Laudrup
heldur báðar teir
føroysku spælararnar
í donsku superliguni
vera millum teir
bestu spælararnar í
Danmark
ÚTISETAR
Jóannes Hansen
Í blaðnum í gjár høvdu vit
ein lítlan stubba um, at
Michael Laudrup metti
Toda Jónsson vera ímillum
teir fremstu útlendingarnar
í donskum fótbólti. Søgan
hevði so uppruna í Ekstra-
blaðnum mánadagin, og
hon varð skrivað í sku ndi
út frá tí, sum mánamorg-
unin stóð at lesa í internet
útgávuni av blaðnum.
Men søgan var – sæð við
føroyskum eygum – upp-
aftur betri, enn tað, sum
stóð í blaðnum í gjár.
Michael Laudrup hevði
ikki bara Toda Jónsson á
hesum landsliðnum, sum
blaðið kallar tað. Men hann
hevði eisini Jákup Mikkel-
sen ímillum teir fyrstu
ellivu útlendingarnar.
Tað verður lurtað
Nú er Michael Laudrup
ikki hvør sum helst. Øll
fótbóltshugað kenna og vita
um avrikini hjá hesum fót-
bóltssnillinginum. Longu í
1982 kom hann upp í
fremstu deildina í Dan-
mark, sum tá var 1. deild.
Tá spældi hann í KB, sum
nú er annað felagið aftan
fyri liðið hjá Toda Jónsson,
FCK. Hitt felagið er B
1903. Maðurin, sum hetta
árið hevði ábyrgdina av
KB, var John Kramer, sum
bara tvey ár seinni stóð á
odda, tá B68 vann sítt
fyrsta FM heiti.
Michael Laudrup flutti
árið eftir til Brøndby, og so
var ein øgilig kapping
ímillum stóru feløgini í
Europa um, hvør skuldi
hava rætin til henda stóra
fótbóltsheilan og fótbólts-
beinini, sum vóru so rætt
skrúvað saman. Millum
mong onnur feløg var
Liverpool, men tað endaði
við, at Laudrup umveigs
Lazio komu til Juventus í
Italia. Seinni spældi hann í
Barcelona og Real Madrid.
Hann varð mettur sum ein
hin fremsti spælarin í
Europa, og fleiri vóru av
teirri áskoðan, at um hann
hevði
verið
á
danska
landsliðnum, sum vann EM
í 1992, so hevði hann verið
kosin besti spælarin í
Europa hetta árið. Higartil
hevur bara ein dani uppnátt
henda heiðurin. Tað er
venjarin hjá føroyska lands-
liðnum, Allan Simonsen,
sum í 1977 varð kosin besti
spælarin í Europa.
Nú eru longu trý ár síð-
ani, at Michael Laudrup
gavst á danska landslið-
num, men framvegis er
hann ein av mest virdu
monnunum í donskum fót-
bólti. Sum í síni tíð á vøll-
inum, so er hann eisini utt-
anfyri vøllin ein gentle-
maður. Hann veit, hvat
hann tosar um, hann dugir
væl at orða seg, og tískil
verður tað sjálvandi lurta
eftir honum. Tí er tað ikki
undur í, at teir báðir før-
oysku spælararnir í sup-
erliguni – í hesum førinum
hevur Michael Laudrup
neyvan hugsað um Johan
B. Hansen sum føroying! –
kenna tað sum ein stóran
heiður, at hjálparvenjarin á
danska landsliðnum hevur
havt teir frammarlaga í
huganum, tá Ekstrablaðið
heitti á hann um at seta eitt
lið saman, sum var mannað
við bestu útlendsku spæl-
arunum í donskum fótbólti.
Kennir tað sum
herðaklapp
Tá Jákup Mikkelsen mána-
dagin fór til venjingar í
Herfølge visti hann, at
donsku fjølmiðlarnir høvdu
mett hann at vera besta
mann á vøllinum, tá Her-
følge tapti 2–0 á útivølli
ímóti FC Midtjyllandi.
Sum vit søgdu í gjár, so var
hann av TV3 fótbóltinum
sunnukvøldið kosin at vera
besti málverjin í Danmark í
hesum umfarinum:
– Tað er altíð hugaligt,
men eg iðri meg um, at vit
ikki vunnu. Vit hava spælt
fýra ferðir ímóti FCM í
hesum kappingarárinum,
og vit hava tapt hvørja ferð.
Eg veit væl, at teir nú eru
oddalið í superliguni, men
eg má siga, at teir hava
ongantíð verið sannførandi
ímóti okkum. Hesa ferð
høvdu vit allar fyritreytir at
vinna. Teir høvdu spælt
steypadyst hóskvøldið og
vóru moyrir. At vit ikki
vunnu undirstrikar, at vit
eru illa fyri, staðfestir
Jákup Mikkelsen.
At
Michael
Laudrup
metti føroyska málverjan at
vera besta útlendska mál-
verjan í superliguni, frætti
Jákup frá liðfeløgunum, tá
hann kom til venjingar.
Tað eru tólv málverjar í
superliguni, og av teimum
eru fýra útlendingar. Um-
framt Jákup Mikkelsen er
talan um Thomas Myhre,
sum stendur í málinum hjá
FCK og er norskur lands-
liðsmálverji, Per Fahlström,
sum er í Lyngby málinum,
og Arek Onyzko, sm verjir
málið hjá Viborg.
– Eg haldi allar útlendsku
starvsfelagarnar hjá mær
vera góðar málverjar. Í fjør
varð Arek Onyzko kosin at
vera besti málverjin í sup-
erliguni. Tað vóru málverj-
arnir í superliguni og næst-
bestu deildini, sum tóku lut
í tí atkvøðuleiðsluni. Hann
er 27 ára gamal og hevur
spælt tveir landsdystir fyri
Polen. At Michael Laudrup
sigst hava tikið meg fram-
um henda málverjan, taki
eg sum ein stóran heiður og
eitt orduligt herðaklapp,
staðfestir ein lítið látin
Jákup Mikkelsen.
Jákup sigur einki um tað
sjálvur, men vit gita, at
Laudrup
leggur
stóran
týdning í, at ímillum tólv
teir bestu málverjarnar í
Danmark er Jákup so nógv
tann besti fótbóltsspælarin.
Kennir tú Michael Laud-
rup?
– Ikki meiri enn øll
onnur, sum hava fylgt við
og fylgja við í donskum og
altjóða fótbólti. Tá vit
spældu ímóti danska lands-
liðnum í Gundadali í fjør,
heilsaði eg uppá hann.
Jákup Mikkelsen veit
ikki, um heiðurin frá Laud-
rup og Ekstrablaðnum kann
brúkast til nakað. Tað er
greitt, at hann ikki heldur
fram í Herfølge, tá hetta
kappingarárið er liðugt.
Jákup ynskir ikki at siga
nakað ítøkiligt um fram-
tíðina, tí hann sigur, at einki
er avgjørt. Men vit kunnu
staðfesta, at tað tykist
liggja í kortinum, at tað
verður ikki í hesum um-
farinum, at hann kemur
aftur til Føroya.
Fullkomin spælari
Í blaðnum í gjár søgdu vit,
at Michael Laudrup metti
Toda Jónsson at vera ein
ógvuliga fullkomnan spæl-
ara. Tað er ikki so und-
arligt, tí teir báðir – Micha-
el Laudrup og Todi Jónsson
– eru ikki so ólíkir fótbólts-
spælarar.
Útlendingaliðið
hjá
Laudrup er rættuliga fram-
rættað, og Todi Jónsson er
settur á ytsta miðvallar-
plássið í vinstru.
Sjálvandi er hetta ein
heiður hjá Toda, sum í
hesum døgum umhugsar,
hvussu tað skal vera við
landsliðnum í framtíðini.
Fyrsta fótbóltsfelagið hjá
Toda var í Vejle, har hann
búði sum smádrongur. Tá
hetta herðaklappið kemur
frá Laudrup, er ikki torført
at ímynda sær, at Todi
hugsar um, hvussu tað
hevði tørnað út, um hann
hevði hildið fram at spæla í
Danmark. Sambært Micha-
el Laudrup hevði Todi
Jónsson avgjørt verið eitt
boð upp á pláss á danska
landsliðnum, um hann var
dani. Longu í 1991, tá Todi
fyrstu ferð umboðaði Før-
oyar, varð tað avgjørt, at tað
varð FSF og føroyskur fót-
bóltur og ikki DBU og
danska landsliðið, sum
skuldi fáa ágóðan av fínu
evnunum hjá Toda.
Tað eru 43 útlendskir
spælarar í superliguni. Av
teimum eru tveir føroy-
ingar, og Michael Laudrup
heldur teir báðar teljast
ímillum teir fyrstu ellivu.
Liðið hjá Laudrup í Ekstra-
blaðnum mánadagin sá
soleiðis út: Jákup Mikkel-
sen, Herfølge/Føroyar –
Andrew Tembo, OB/ Zam-
bia, Lars Bohinen, Lyngby/
Noreg, Krister Nordin,
Brøndby/Svøríki – Magnus
Svensson,
Brønsby/Svø-
ríki,
Ståle
Solbakken,
FCK/Noreg,
Sibusiso
Zuma, FCK/Suðurafrika,
Todi Jónsson, FCK/Føroyar
– Andres Oper, AaB/Est-
land, Mwape Miti, OB/
Zambia, Matias Jonson,
Brøndby/Svøríki.
Kanska hevði tað verið
eitt gott hugskot, um hetta
liðið royndi seg ímóti
danska landsliðnum, heldur
Ekstrablaðið.
Fótbólts-
hugaðir føroyingar kunnu
ikki annað enn halda, at tað
hevði verið sera spennandi!
Nr. 78 • mikudagur • 25. apríl 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
TV3+ fer at senda
beinleiðis frá
dystinum millum
Herfølge og FCK
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Av heimasíðuni hjá FCK
frættist, at dysturin mill-
um Herfølge og FCK
verður fluttur.
Upprunaliga
skuldi
dysturin
spælast
kl.
15.00 tann 13. mei, men
nú sjónvarpsrásin hevur
gjørt av at senda bein-
leiðis
frá
dystinum,
verður
hesin
ístaðin
fluttur til klokkan 17.05.
Sostatt ber til hjá
teimum
føroyingum,
sum hava møguleika at
síggja TV3+, at fylgja
við, hvussu leikur fer, tá
teir báðir føroyingarnir
fara at dystast. Møgu-
liga verður tá talan um
ein dyst millum kom-
andi á fráfarandi meista-
rarnar, men tað er helst
ov tíðliga at siga nakað
um enn.
Jákup og Todi
á skíggjan
Jákup og Todi
stóra álitisváttan
Jákup Mikkelsen er eisini á
liðnum, sum Michael
Laudrup hevur valt sær
Røðan, sum Tórbjørn
Jacobsen, landsstýris-
maður í mentamálum
helt, tá hann setti
árligu málningafram-
sýningina hjá Lions í
Eysturoy
Kæra mannfjøld!
Veturin hevur ilt við at
sleppa takinum. Várið kom
ongantíð. Og summarmáli
var ígjár. Eftir at hava verið
og hjálpt vestmenningum
við steypahandanini, nú
landsins frægastu telvarar
høvdu strítt seg fram til
sigurs í dimbuldagavikuni,
var eg og vitjaði ein vin-
mann uppi í Miðalsbrekku.
Tá ið akað var heimaftur,
brendi hann á við kava-
ælingi, ella vátaslettingi
somikið, at ilt var at skoða
framígjøgnum flykrurnar.
Og ímorgun liggur kavin
oman ímóti gørðunum.
Men annars man alt verða
við sítt gamla lag. Dagarnir
leingjast í hvussu er og tað
er onki sum longur kann
forða
Ljón-felagnum
í
Eysturoy at halda sína
afturvendandi
siðvenju,
málningaframsýningina
páskadag. Hesin stóri dagur
í kristna heiminum, tá ið
frelsarin reis uppaftur eftir
blóðuga fríggjadagin tveir
sólarringar frammanundan.
Á 21´ ári er hendan máln-
ingaframsýningin vorðin
ein so fastur táttur í lívinum
hjá fólkinum herumleiðir
og aðrastaðir, at tað er
óhugsandi at eitt átak sum
hetta nakrantíð fer at detta
niðurfyri. Og væl verið tað.
Tað stóra talið av fólkið
sum hevur vitja hesar fram-
sýningarnar hesi seinastu
21 árini boðar okkum bara
frá hvussu forkunnug tiltøk
av hesum slagið eru, - her
um okkara leiðir. Tað er
ikki ov nógv sagt, at hend-
an framsýningin rann upp
eins og runnur úr turrari
jørð, sum Jesaja spámaður
einaferð tók til eum ein
gitnan eysturlending. Og
hon hevur havt almiklan
týðning. Fingið ferð á
nógvar evnagóðar ungdóm-
ar og styrkt sjálvkensluna
hjá uppaftur fleiri, ið fing-
ust við at mála í tí dulda, -
frammanundan.
Og list, hvat man nú tað
vera fyri nakað? Endur-
speglingar úr sálardýp-
inum? Ítriv sum dagdvølja?
Ella okkurt heilt triðja?
Spurningurin er, um tað
ikki býr ein listamaður í
hvørjum einasta menniskja.
Tað ræður bara um at finna
ta rókina, sum hóskar
hvørjum einstøkum. Bæði í
verki og anda. Og at fara
skeivur kann vera ein tung
byrða at bera. Sum Magnus
sigur um matgerðan um-
borð í Kongshavn: “Kokku-
rin skal bæði vera konufólk
og brennivín, vikubløð,
tíðindi, vinarlag, bygdar-
túnið og Áarvegurin. Mat-
urin er tann “ið leiðirnar
kann beina”. Her má orða-
takið sannast, at “vegurin
til mansins hjarta gongur
gjøgnum magan”. Góðir
kokkar fáa rós og kærleika,
meðan vána kokkar ganga
kryplaðir undir byrðuni av
øllum heimsins syndum og
vanlukkum.” Og soleiðis
man tað eisini vera við
myndlistamonnum.
Listin fylgir í stóran mun
samfelagnum hon livir í.
Tað er ein av orsøkunum
til, at myndlistin er so ung í
Føroyum. Ytri umstøðurnar
í bóndasamfelagnum góvu
ikki húskallunum aðrar
møguleikar enn at yrkja.
Hevði tú hegni, kreftir og
eitt gott minni, so bar tað til
at fáast við orð og binda tey
saman meðan togað varð í
árarnar á út- & heimferð av
útróðri. Og føroyingar hava
í øldir givið sínum kenslum
listarligan form í skald-
skapi, kvøðing og dansi.
Ikki við ljóðføristónleiki
ella myndum. Og Guð havi
lov halda føroyingar fram
við at fara upp á gólv við
hesum ríka og umfatandi
fjølbroytta
kvæðaskald-
skapi, ið er málsins ótøm-
andi kelda. Ígjøgnum hesa
listina varð málið bjargað.
Og føroyingurin. Hansara
samleiki. Var málið ikki
hingu vit ídag sum identi-
tetsleysar snældur í globala
turbulensinum. Málið er
kjølfestan sum áhaldandi
dregur okkum aftur á beint,
og gevur okkum eina støðu
í alheiminum.
Meðan
skaldskapur,
kvøðing, sangur og dansur
hava djúpar røtur í fólka-
mentanini, ber ikki til at
siga tað sama um myndlist-
ina. Hetta hevur veruliga
nakað við umstøður og bú-
skap at gera. Gerandisdag-
urin var kravmikil og
stríggin. Fólkið hevði sær
nógmikið til at taka, fyri at
fáa jarðarlívið at hanga
saman annars. Og hvussu
skuldi stór myndlist manast
fram í myrkum roykstovum
á moldgólvi.
Díðrikur á Skarvanesi, ið
livdi frá 1802-1865, verður
oftani tikin fram sum eitt
vegamót. Hin nú so kendi
fuglamálarin av Dímun.
Húskallur í Kárastovu á
Skarvanesi tað mesta av
ævi síni. Tað finnast bara
fimm myndir eftir hann
ídag, og tær eru tíanbetur
varðveittar
á
Listasvni
Føroya. Tað er ein gáta
hvussu hann fekk hendur á
litum, pensli og pappíri,
men tað ber so mangt til hjá
honum ið brennir fyri eini
sak. Og mýturnar um
hendan serlingin eru ikki so
fáar. M.a skal hann einaferð
hava rikið eitt gamalt slitið
ross út í Lítlavatn og hava
skotið tað. Síðani settist
hann at mála eina av sínum
kendu myndum, ímeðan
fuglarnir settust at piða
ræði. So ikki kann sigast
annað enn, at føroysk máln-
ingalist fekk ein dramat-
iskan elddóp.
Tjóðskaparrørslan
tók
seg síðani upp, so smátt,
miðskeiðis í 19. øld, hug-
kveikt av romantiskum ráki
innan av meginlandinum og
av háskúlarørsluni. Vit hava
øll hoyrt um hin tiltikna
jólafundin í 1888, og nú
byrjaði eitt drúgt mentanar-
stríð, sum í fyrsta lagi hevði
til endamáls at tryggja rætt-
indini hjá føroyska málin-
um sum móðurmáli, at
vekja ansin fyri fólksins
søgu
og
siðmenning.
Skøldini gingu á odda í
hesum samleikastríði, ið
førdi við sær mentanarliga
endurføðing og eitt nýtt
blómandi listarligt virk-
semi. Og her gróði upp ein
áður ókendur áhugi fyri
teirri náttúru, tí landslagi,
sum var grundarlagið undir
føroysku fólkamentanini.
Myndlistin tók av álvara
dik á seg. Motivini trutu
ikki. Úr hvørjum køksvind-
eyga kundi íblástur fáast til
stóra list. Ein óendaligur
heimur opnaðist fyri gáv-
aðum fólki. Ongastaðni í
heimi finst eitt natúru-
scenario sum í Føroyum.
Og evnaríkir menn og
evnaríkar kvinnur, - lótu
sær ikki siga.
K r i n g u m s t ø ð u r n a r
norðalaga á Eysturoynni
munna vera eitt eldorada
fyri ein myndlistamann.
Niels Kruse, ein serliga
gávaður listarmaður, varð
borðin í heim norðuri á Eiði
í 1871. Hann verður sagdur
at vera Føroya fyrsti lands-
lagsmálari. Og longu í
1924 eyðnaðist honum at
fáa
málningin
“Heyst-
brøgd” við á eina framsýn-
ing á Charlottenborg í
Keypmannahavn. Málning-
urin lýsir brim eysturi á
Møl á Eiði. Hann málaði í
stóran mun lendið nærindis
heimbygdini, og sagt verð-
ur at lýrisk náttúrukensla
og alskur til landslagið eyð-
kenna oljumálningar hans-
ara. Og havið – tey skift-
andi litbrøgdini í aldugerð-
ini – hava hansara serliga
áhuga. Omma mín átti ein
av málningum hansara,
norður ígjøgnum Sunda-
lagið og Flógvan. Hesin
málningur hevði ein ser-
ligan status í hennara fínu
stovu. Hann kendist sum
eitt akker, ið gav stovuni
eina serliga sál. Hetta eru
minnir frá mínum barn-
dómi.
Tað er eingin ivingur um,
at tað varð ein sigur fyri
føroyska
málstríðið,
at
gjáarmenn megnaðu at
halda kirkjuvígslu á før-
oyskum máli longu í 1929.
Líka so óvanligt og kær-
komið mundi tað vera, at
Niels málaði gjáarmonnum
eina altartalvu við føroysk-
um myndaevni. Har fer
Kristus til gongu eftir sjó-
num. Ikki við miðeysturs-
oyðimerkur, harið úlvaldar
og
asnar
hvíla
undir
sveiggjandi pálmatrøum,
og heldur ikki á Genezareth
sjónum, men norðuri í
Djúpunum, - á útróðrarleið
hjá gjáarmonnum. Og har
sita apostlarnir sum van-
ligir føroyskir útróðrar-
menn í oljutroyggjum og
roðklæðum, teir rógva í
einum vanligum tíggju-
mannafari, og í baksýni
hevja seg Kallurin og
Borgarin, - røðir teirra upp
ímóti himni.
Tað er ikki hent so lítið í
føroyskari myndlist síðani.
Hon er eisini farin út um
landoddarnar. Er kend í
stórum metropolum sum
New York, París, Reykjavík
og Keypmannahavn. Ein
málningur hjá Mykines-
málaranum fór nú um
dagarnar undir hamaran í
Keypmannahavn fyr slakai
200.000 krónur. Tíanverri
hendir hetta oftani ikk,i
fyrrenn listarmaðurin sjálv-
ur er farin úr sínum foldar-
lívi. Og júst Mykinesmál-
arin varð okkara fyrsti
professionelli listarmaður.
Hann valdi at bróta allar
brýr, leyp út á dýpið, gjørdi
listina til sína ófrávíkiligu
lívsuppgávu. Og eingin
ivingur er um, at eisini
hann mátti gjalda ein dýran
prís fyri hetta valið. Og
nústaðni kemur virðingin.
So tungur er hesin vegurin
at ganga. Men avrikini eru
til gagns, og hava alstóran
týðning fyri føroyska ment-
an og føroyskan samleika.
Umstøðurnar hjá skap-
andi listafólki hava verið í
lakara lagi. Eingin ivingur
um tað. Vit hava líkasum
ikki gáa nóg væl um hend-
an veruleikan, at hesi fólk-
ini í skapandi og útinnandi
listini, eru okkara salt og
eggjan. Í Mentamálastýrin-
um verður nú løgd seinasta
hond á fyrireikingarnar til
ein lista- & tónlistaskúla,
sum verður smíðaður í
oynni harið Díðrikkur livdi
sum húskallur og fugla-
málari. Vónandi kemur
hesin depil at verða før-
oyskari málningalist til
íblásturs. Til tað er hann
ætlaður.
Til tykkara ið sýna fram
her ídag. Leiðin frameftir
er tung, men haldi fram í
góðum treysti. Og til
seinast tøkk til Ljón-felagið
í Eysturoy fyri at tit hava
fingið hetta afturvendandi
átakið í lag, og fyri at tit
lata øllum ið ynskja tað, -
rúm á tykkara bróstum.
Bara soleiðis koma spírar-
nir undan, sum aðrastaðir
verður køvdir í grovum
filtrum.
Takk fyri.
Endurspeglingar úr sálardýpum
Tórbjørn Jacobsen, mentamálaráðharri setti framsýningina hjá Lions í Eysturoy páskadag
Alfred Olsen, løgtingsmaður og Tórbjørn Jacobsen, menta-
málaráðharri á málningaframsýningini hjá Lions í Eysturoy
páskadag