Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. apríl 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 78 - 25. apríl 2001 13 gult13 cyan13 magenta13 svart13 12 Nr. 78 - 25. apríl 2001 gult12 cyan12 magenta12 svart12 Við at fáa vinnulívið við inn í fíggingina, ber til longu í hesum árinum at fara undir tveir nýggjar dag- stovnar í Havn til 60 børn hvør DAGSTOVNAR Turið Kjølbro Hyggja vit at bíðilistanum yvir børn, sum bíða eftir stovnsplássi í Tórshavnar kommunu, hevur tað skund at útvega fleiri stovnspláss. Listin veksur alla tíðina og útbyggingar av verandi stovnum og umframt aðrar minni loysnir muna alt ov lítið. Ein dagstovnur stend- ur í gerð, og nú eru tveir nýggir stovnar í umbúna. Í Tórshavnar býráð hava tey gjørt av, at hesir skulu liggja í Hoyvík og á Argj- um. Tað er eisini í hesum báðum økjum størsta set- húsabyggingin fer fram og harvið trotið á stovnspláss- um er størst. - Ætlanir eru eisini frammi um at byggja ein stovn við Marknagilsvegin, men stovnarnir í Hoyvíks- haganum og á Argjum verða raðfestir fyrst, sigur Heðin Mortensen, formað- ur í mentamálanevnd Tórs- havnar býráðs, sum nú hev- ur dagstovnar og barnaans- ing sum málsøki. Greitt er longu, hvar nýggi stovnurin í Hoyvík fer at liggja. Økið er lagt av í nýggju útstykkingini við Løgmannabreyt. Nýggju stovnarnir fara at minna rættiliga nógv um stovnin, sum stendur í gerð í Øksna- gerði í løtuni. Talan verður um 60 børn til hvønn stovn- in. - Á báðum stovnum vera bæði vøggustova og barna- garður, men vit vita, at tørvurin er størstur á vøgg- ustovuplássum. Spurningurin er so um vit skulu gera fleiri vøggu- stovupláss enn barnagarðs- pláss, sigur Heðin Morten- sen. Formaðurin í mentamála- nevndini roknar við, at byrjað verður at byggja stovnarnar í ár. Men í ver- andi fíggjarári eru ikki pengar settir av til bygging av hesum stovnum. - Okkara størsti trupul- leiki er íløguloftið, sum vit alla tíðina renna okkum í. Tí arbeiða vit við at fáa vinnulívið við inn í fíggingina, har vinnulívið rindar kostnaðin av bygg- ingini og kommunan rakst- urin av stovninum, sigur Heðin Mortensen. Hann vil ikki avdúka, hvørji arbeiðs- pláss talan er um. - Møguleikarnir eru nógvir. Endamálið við at hava eitt íløguloft er at tálma íløgunum í landinum við tí fyri eyga at fyribyrgja at vit aftur fáa ein yvirhitaðan búskap. Er Heðin Morten- sen sum landspolitikari ikki áhugaður í tí? - Avgjørt, men Havnin eigur ein alt ov lítlan part av íløgukarminum. Loftið átti at verið nógv hægri. Tí samstundis sum vit hava eitt mark, so áleggur løg- tingið okkum við lóg íløg- ur, sum kosta fitt av peningi uttan at pengar fylgja við. Vit hava fyri stuttum fingið nýggja skúlalóg, har landið álegg- ur kommunum at umskipa allar skúlarnar soleiðis at teir verða tillagaðir nýggju lógini. Í kommununi eru átta skúlar og vit hava hvørki orku ella pengar at gera sum lógin ásetir. Hin- vegin hevur henda býráðs- samgongan sett sær fyri at loysa tørvin á stovnspláss- um og hesum endamáli skulu vit røkka - til dømis við at brúka alternativar loysnir, sigur Heðin Mort- ensen. Nú stóra útskiftingin á stovnunum í kommununi fer fram, er bíðilistin mink- aður við sløkum 200 børn- um. Seint í summar minkar bíðilistin aftur við 100 børnum, tá ið nýggi stovn- urin í Øksnagerð tekur inn 70 børn og barnagarðurin hjá Føroya Tele letur upp og tekur 32 børn inn. Tveir nýggir dagstovnar í Havn - Býráðssamgongan hevur sett sær fyri at loysa tørvin á stovnsplássum og hesum endamáli skulu vit røkka, sigur Heðin Mortensen. Bumull Sport Sett til børn Tlf. 312727 Uppskriftin hesa vikuna