mánadagur 10. september 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 174 - 10. september 2007
tíðindi
Fyribyrgingarráðið
er nú farið undir eina
herferð ímóti royking,
nevnd “Mín besti
vinur”. Fleiri tiltøk
verða í hesum døgum
sett í verk, ið serliga
eru ætlað børnum í 5.
flokki
fyribyrging
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Tað verða ikki bert vanligu
lýsingarnar á skránni, nú
fyribyrgingarráðið fer undir
nýggju herferðina ímóti
royking.
M.a. er ein leikur gjørdur
til
endamálið,
nevndur
“Mín besti vinur”, og ætlan
in er at ferðast kring landið
og spæla, inntil allir 5.
flokkar í landinum hava
sæð leikin. Leikurin verður
framførdur inni í skúlastov
unum hjá ymsu flokkun
um.
Leikurin snýr seg um
tvey børn, Nicotinu og
Abstinensalon,
ið
bæði
ganga í 5. flokki. Abstinen
salon lokkar Nicotinu at
roykja, og hóast hon ikki
vil í fyrstuni, so er ikki vist,
at hon er so stinn, tá alt
kemur til alt. Leikurin er
sermerktur á tann hátt, at
áskoðarnir eru við til at
stýra leikgongdini.
Tað eru Hjálmar Dam og
Durita Dahl Andreassen, úr
leikbólkinum Útskalda, ið
framføra
leikin.
Birita
Mohr er leikstjóri.
Byrjað verður mánamorg
unin 10. september í Eystur
skúlanum, og eftir tað verða
2 sýningar um dagin inntil
allir 5. flokkar í landinum
hava sæð leikin.
Umframt leikin fáa næm
ingarnir eisini 100 sms við
royki og heilsuboðskapum,
eins og lýsingar verða at
síggja í sjónvarpinum. Ætl
anin er eisini at fáa foreldr
ini við, og tí verður ein
áheitan send til øll foreldrini
um, at standa saman í her
ferðini
ímóti
royking.
Klistrimerki eru eisini gjørd
til herferðina. Tað er sostatt
eitt rættiliga stórt tiltak,
sum nú fer av bakkastokki.
www.murrr.fo
Ein heimasíða er eisini
gjørd til endamálið, og hon
varð løgd út á netið í morg
un. Hon eitur Murrr, ið
stendur fyri Matur Ung
Royking Rúsevni Rørðsla,
ið eru kjarnuevnini ið Fyri
byrgingarráðið í høvuðsheit
um arbeiðir við.
Á heimasíðuni sæst meiri
um tiltakið. M.a. sæst leik
ætlanin fyri leikin, góð ráð
til roykjarar um at leggja av,
høvuðsreglur fyri roykiboð
skapin, ið tey vilja hava
børnini at skilja o.a. Heima
síðan fer at verða dagførd
javnan, ímeðan tiltakið er.
Tað er umleið eitt ár síð
ani, at Fyribyrgingarráðið
byrjaði at arbeiða við hesi
ætlanini. Tey vendu sær til
Fa. Veyhe, sum er navnframi
Jákup Veyhe, og bóðu hann
koma við uppskotum um,
hvussu
herferðin
skuldi
skipast. Komið varð fram
til, at tiltakið, umframt at
vera munagott, eisini skuldi
kunna hava eitt ítøkiligt
úrslit, sum skuldi kunna
mátast. Kanningar vísa, at
tey fyrstu longu byrja at
roykja í 4. flokki, meðan
tey allarflestu ikki byrja
fyrr enn í 7. ella 8. flokki.
Tískil er tað júst 5. flokkur,
ið er valdur út.
Ein nýggj stór
evropeisk kanning
vísir, at viðgerðin
fyri pínu hjá krabba
sjúklingum langt frá
er nøktandi
krabbamein
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
8. september var eitt nýtt
kanningarúrslit lagt fram í
Danmark. Kanningin, ið
hevur fingið navnið EPIC
– European Pain in Cancer,
vísir, at annarhvør krabba
sjúklingur í Danmark livir
við stórari pínu.
Við í kanningini eru
5.000 evropeiskir krabba
sjúklingar úr 12 ymsum
londum. Og myndin tykist
vera hin sama í øllum
Evropa. Viðgerin fyri at fáa
bilbukt við krabban gerst
alsamt betri, men lítil dentur
hevur verið lagdur á at
minka um pínuna hjá sjúk
lingunum. Nógva pínan hev
ur eina sera ringa ávirkan á
lívsgóðskuna, og á samband
ið við familjuna. Fleiri av
sjúklingunum
siga,
at
umheimurin als ikki skilir,
hvussu svárari pínu tey í
roynd og veru eru í.
Nógvir av krabbasjúkling
unum kundu saktans hildið
á at arbeitt, hóast tey eru
sjúk av krabba, men nógva
pínan ger tað ómøguligt hjá
nógvum sjúklingum.
Framstig eru gjørd innan
pínuviðgerð,
men
hetta
verður ikki raðfest nóg høgt
av teimum flestu sjúkrahús
unum, sigur Mads Werner,
ið starvast á onkologisku
deild í Lund í Svøríki.
Gongda leiðin er, sam
bart Mads Werner, at taka
pínuna í álvara og bøta um
viðgerarmøguleikarnar
á
donsku
sjúkrahúsunum.
Starvsfólkið á sjúkrahúsun
um eiga eisini at verða betri
útbúgvin tá tað kemur til
pínuviðgerð, heldur hann.
Kanningin er tann størsta,
ið nakrantíð er gjørd av
sínum slag.
Krabbasjúk í
svárari pínu
polititíðindi
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Av løgreglustøðini í Jónas
Broncksgøtu frætta vit, at
vikuskiftið
sum
heild
hevur verið stak friðarligt.
Einki serligt tiltak hevur
verið, og hetta merkir løg
reglan aftur, tí tá er ofta
ikki so nógv at gera.
Tó so, tað heva verið
fleiri inni og sovið rúsin
av sær. Bæði fríggja og
leygarkvøldið var mest
sum fult. Tey hava pláss
fyri 4 fólkum at sova.
Vakthavandi greiðir frá,
at tey fáa nógvar áheitanir
frá fólki, sum tíðliga um
morgunin finna avdottin
fólk í garðinum ella í
túninum hjá sær. Eisini
fólk, sum eru á veg heim
úr býnum og síggja fólk
liggja avdottin, ringja til
løgregluna at boða frá.
Umframt avdottin fólk,
vóru eisini fýra dømi um
rúsdrekkakoyring
um
vikuskiftið. Tveir førarar
vórðu tiknir í Suðuroynni,
ein varð tikin í miðstaðar
økinum og ein varð tikin í
Eysturoynni.
Vakthavandi sigur, at
allir førarar høvdu eina
promillu, ið var yvir tað
loyvda, og onkur kann
vænta at missa koyrikortið.
Blóðroyndir vórðu tiknar,
og einki er tó vist fyrr enn
blóðroyndirnar eru aftur
komnar.
Avdottin fólk
og rúsdrekka-
koyring
Stór herferð ímóti
royking
Søkt verður eftir leiðara til Samferðsludeildina at byrja skjótast møguligt
Samferðsludeildin
Høvuðsuppgávan hjá Samferðsludeildini er
at skipa almennu felagsferðsluna, herundir
fólkafl utning og farmafl utning. Vit leggja til
rættis, stýra, selja, samskipa og kunna um
felagsferðsluna á sjógvi og landi.
Arbeiðsøkið hjá deildini er millum annað:
ferðaætlanir, prísskipan, útbjóðing,
ferðaseðlaskipan, ferðslusamskipan,
rutuuplýsing og farmafl utningur.
Uppgávan hjá leiðaranum
Leiðarin skal tryggja ein eff ektivan rakstur
og stýra fíggjarligu karmarnir innan økið.
Harumframt skal leiðarin tryggja eina
framhaldandi menning av deildini.
Starvið er breitt og spennandi, har tú eisini
kemur at arbeiða við fakligum uppgávum
innan felagsferðslu, herundir analysur,
planlegging og dagliga samskipan.
Arbeiðið á deildini er í stóran mun skipað
við verkætlanum.
Førleikakrøv
Vit rokna við, at tú hevur útbúgving
innan búskap ella verkfrøði. Royndir
innan fl utningsskipanir og projektarbeiði
er ein fyrimunur. Tú skalt kunna arbeiða
málrættað, og tú hevur góð analytisk evni.
Eisini er tað ein treyt, at tú hevur góðan
telduførleika og góðan málsligan førleika.
Tú hevur góð leiðslu- og samstarvsevnir, og
tú skalt kunna arbeiða undir trýsti og kunna
hava nógvar bóltar í luftini í senn.
Setanartreytir og umsókn
Starvið er lønt í 35 lønarfl okki hjá
tænastumannafelagnum, tó uttan at
starvið er tænastumannastarv.
Arbeiðstaðið er í Tórshavn til uml. 1. januar
2008, har tað síðan verður á Tvøroyri.
Umsókn v.m. skal sendast til:
Strandfaraskip Landsins
Att. Starvsfólkadeildin
Boks 88
FO-100 Tórshavn
Umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi mikudagin 12. septembur 2007 kl.
12:00.
Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú
ringja til Regin Vágadal, stjóra, á 343012.
Endurlýsing: Samferðsluleiðari
Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innan-
lands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum
við SSL í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av fl utningsanleggum er 40 bussar,
8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk.
Løgreglan tók fýra fólk fyri at koyra ávirkaði í vikuskiftinum
Savnsmynd