Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. september 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 174 - 10. september 2007 Grønland stríðist við at fáa avtalu við danir um undirgrundina, og vilja hava somu loysn sum føroyingar. Í dag eru 15 ár síð­ ani, at føroyingar og danir skrivaðu undir sáttmálan um føroysku undirgrund­ ina og løgmaður hevur lovað grønlendingum stuðul í undirgrundar­ málinum UndirgrUnd Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Hans Enoksen og fylgi hava verið á vitjan í Føroyum um vikuskiftið. Eitt av málun­ um, ið kom á breddan, tá løg­ maður og grønlendski lands­ stýrisformaðurin samskiftu, var stríðið hjá grønlend­ ingum at vinna sær rættindi í undirgrundarmálinum og samráðingarnar við danir í hesum sambandi. Hans Enoksen nevndi sjálvstýrisnevndina, ið hev­ ur arbeitt við at finna nýggja skipan í viðurskiftunum mill­ um Grønland og Danmark. ­ Knúturin tykist vera undirgrundin, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður. Grønlendingar vilja fegn­ ir hava loysn, sum er lík føroysku avtaluni við danir. ­ Teir hildu seg hava funn­ ið eina semju, men so bar ikki til hóast alt, sigur løg­ maður, og minnir á, at føroy­ ingar á sinni fingu grøn­ lendsku loysnina í boði, men mettu hetta at vera ov lítið. Hendan avtalan hevur við sær, at tað, ið vunnið verður úr undirgrundini, verður býtt helvt um helvt millum partarnar. ­ Føroyingar og grønlend­ ingar eiga sjálvsagt at sleppa at nýta náttúrliga til­ feingið, og eg vóni, at grønlendingar halda fast í at velja føroysku loysnina, sigur løgmaður Jóannes Eidesgaard. ­ Eg dugi ikki at skilja, at Danmark kann liva við, at Grønland nú 15 ár seinni fær eina avtalu, sum er verri enn tann føroyska, sigur løgmaður. Føroyska loysn 15 ár ­ Undirgrundarmálið og før­ oyska avtalan er skúladømi um, at politiskt treiskni skal til. Tað eru 32 ár síðani, at føroysingar settu hol á sam­ ráðingarnar og samráðingar­ nar vardu í 17 ár. Í dag eru 15 ár síðani undirskrivingin fór fram og avtalan kom undir land, sigur løgmaður, og leggur afturat, at hetta er dømi um, at tað loysir seg at stríðast og ikki velja løttu loysninar. Avtalan er 15 ár í dag og tá undirskrivingin fór fram, var hetta eisini á 60 ára degnum hjá Atla Dam, sum tá var løgmaður, og sum stóð á odda í samráðingunum við danir. Atli Dam, sáli, hevði sostatt verið 75 ár í dag og løgmaður hugleiðir: ­ Atli Dam var markantur politikari og undirgrundar­ málið stendur sterkt á hans­ ara politisku leið. Tað er vert at minnast, at Atli mest samráddist við sínar parata­ menn, so at siga, tí Anker Jørgensen sat við róðrið í Danmark, men Atli fekk als ongar sersømdir, og tað gjørdist ein konservativur forsætisráðharri, sum tók endaligu avgerðina, so før­ oyingar fingu undirgrundar­ rættindi, sigur løgmaður. ­ Undirgrundarmálið stend­ ur óivað eftir sum eitt lívs­ verk hjá Atla Dam, og hetta var eisini eitt satt bragd, og hetta er eisini eitt mál av sera stórum týdningi, sigur Jóann­ es Eidesgaars, løgmaður. Stuðlar grønlendingum Men hvar stendur løgmaður, nú grønlendingar stríðast fyri sínum rættinum til undirgrundina? ­ Óivað er ríkidømi í undir­ grundini, so hetta er mál av stórum týdningi. Tað eru í dag 15 ár síðani, at føroy­ ingar skrivaðu undir, og enn rennur ongin olja. Hetta er langtíðar politikkur og tað hevur týdning at hava fokus og minnast, hvat málið snýr seg um. Eg segði við Hans Enoksen á vitjan hansara her, at spyr hann meg til ráðs, so sigi eg, at grønlend­ ingar mugu halda fast, tí hetta er stórmál, ið er av stór­ um týdningi, sigur løgmaður Jóannes Eidesgaard. Grønland verri avtalu enn Føroyar Leygarmorgunin klokkan 11 undirskrivaðu Hans Enoksen og Jóannes Eidesgaard avtalu millum Føroyar og Grønland um vinnumenning, útbúgvingarmøguleikar og mentan, umframt samstarv á fiskivinnuøkinum. Undirskrivingin fór fram í býráðshølinum á Tvøroyri Mynd: Dagfinn Olsen Leygarmorgunin undirskrivaðu løg­ maður Jóannes Eidesgaard, og grønlendski lands­ stýrisformaðurin Hans Enoksen, avtalu millum Før­ oyar og Grønland um vinnumenning, útbúgvingarmøgu­ leikar og mentan, umframt samstarv á fiskivinnuøkinum. Hetta fór fram á Tvøroyri AvtAlA Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Almenna vitjanin hjá Hans Enoksen, frú Aaliiaraq Enoksen og fylgi, varð nógv seinkað orsakað av seinkingum í flogferðsluni. Tey komu tó til Føroya í fríggjakvøldið. Ætlandi skuldi løgmaður vera vert­ ur við døgurða í Nadodda neystinum á Tvøroyri í fríggjakvøldið, men hetta varð av ongum. Fylgið kom til Tvøroyar við Brimli á nátt , og restin av vitjanini gekk eftir ætlan. Leygarmorgunin klokk­ an 11 undirskrivaðu Hans Enoksen og Jóannes Eides­ gaard avtalu millum Før­ oyar og Grønland um vinnumenning, útbúgving­ armøguleikar og mentan, umframt samstarv á fiski­ vinnuøkinum. Undirskriv­ ingin fór fram í býráðs­ hølinum á Tvøroyri. Hans Enoksen sigur í viðmerking, at í Grønlandi vænta tey sær nógv av sam­ starvinum við Føroyingar. Tað eru mangt, ið londini bæði kunnu læra hvør av øðrum, millum annað kunnu grønlendingar læra nógv av føroyingum, tá umræður útbúgving, tí har eru føroyingar framman­ fyri grønlendingar. Hans Enoksen metir, at søguliga sambandið mill­ um londini bæði hevur sera nógv at siga, og at tað er ein styrki, at londini bæði líkjast og eru ymisk á mentanarøkinum. Fylgið fór eftir undir­ skrivingina suður eftir oyggj til Vágs, har vitjan hjá Sirri var á skránni, og Vágs Býráð var síðani vert­ ur við morgunmatarborð á Hotel Bakkanum. Síðani var siglitúrur á skránni. Leygarkvøldið var Tvøroyrar Býráð vertur við ein døgurða. Fylgið gisti umborð á Smyrli í og fór við Smyrli til Havnar sunnu­ morgunin, har vitjað varð í Grønlendingahúsinum og farið varð í kirkju í Vestur­ kirkjuni. Seinnapartin sunnudagin fóru grøn­ lendsku gestirnir av landin­ um aftur. Løgmaður fegnast Løgmaður Jóannes Eides­ gaard fegnast um, at sam­ starvið við Grønland nú er formaliserað. Hann vónar, at við hesum kemur meira ferð á og at samstarvið verður økt. ­ Føroyingar og grøn­ lendingar kunnu nú vinna frítt hvør hjá øðrum, fegn­ ast løgmaður um, og nevn­ ir, at hetta er ein gomul og søgulig siðvenja, sum nú er formaliserað. Jóannes Eidesgaard fegnast um sáttmálan. ­ Hetta er ein sáttmáli, sum fevnir um fleiri øki, og innan gransking og útbúgv­ ing kunnu føroyingar t.d. bjóða seg fram innan fiski­ vinnuútbúgving og marit­ imu útbúgvingar yvirhøvur, sigur løgmaður, og metir, at føroyingar eisini kunnu læra av og samstarva við grønlendingar á mongum økjum. ­ Eg vóni, at alt Útnorður­ økið einaferð kann sam­ starva um hesi málini, sigur Løgmaður, og nevnir íslandssáttmálan. ­ Tað er mín vón, at sátt­ málin á ein hátt kann ger­ ast eitt jarnbrot, so at Grøn­ land kann koma við í sam­ starvið, sum Føroyar og Ísland hava, sigur løg­ maður. ­ Hetta er ein skilagóður sáttmáli, metir løgmaður. Føroysk grønlendsk avtala