Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. september 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 174 - 10. september 2007 Íløguspælið á www.ilogur.fo byrjar í dag Tel 35 15 00 · www.kaupthing.fo Hevur tú nervarnar og evnini til at vinna 50.000 krónur? Satsa nógv um tú vilt vinna íløguspælið ÍLØGUR Hilmar Simonsen So upprann dagur nummar eitt fyri íløguspælið hjá Kaupthing og Sosialinum. Spælið er nevniliga sett í gongd í dag, og í skrivandi løtu hava yvir 1400 meldað seg til Føroya fyrsta íløguspæl á netinum. Vit spurdu Jákup Petur Bærent- sen, íløgurøktara hjá Kaupthing, um hann kundi koma við góðum spæliráðum. Og tað stóð ikki á. Nú skalt tú bara hoyra. Tak stórar kjansir Vart tú komin inn á gólvið hjá Jákup Petur fyri at fáa íløguráð við- víkjandi pensiónsuppsparingini, so hevði hann ivaleyst givið tær nøkur gylt ráð um at spjaða váðan í minst 5 ymisk pappír, hugsa langsiktað og vera varin. Men nú tosað verður um eitt íløguspæl, sum bert varir í 3 mánaðir, eru ráðini frá ráðgevanum at kalla beint øvut: - Fyri at vinna spælið vil eg ráða til, at ein savnar seg um fá virkir í senn, í mesta lagi 5. Tak stórar kjansir og hugsa ikki um at spjaða váðan, sigur Jákup Petur Bærentsen. Hann vísir á, at endamálið við íløguspælinum er ikki at læra fólk at gera langtíðar íløgur. Her er talan um stutta íløgutíð – bert 3 mánaðir – og tí nyttar einki at hyggja langt fram í tíðina. - Tað góðar við spælinum er, at talan bert er um fiktivar pengar, staðfestir hann. Høvuðsboðskapurin er sostatt, at hetta er eitt spæl við stórum vinningum, og tí skal ein hugsa øðrvísi, enn um talan var um veruligar pengar. Fyritøkur uppi í tíðini Vit spyrja Jákup Petur Bærentsen, um ávísar fyritøkur eru lokkandi fyri íløguspælið. - Eg vil mæla til at hyggja at vinnugreinum, ið eru uppi í tíðini – til dømis veitarar av grønari orku og vindmylluframleiðarar. Vit síggja eisini, at farma- og flutningsfyritøkur klára seg væl á marknaðunum fyri tíðina, sigur Jákup Petur Bærentsen. Men hvussu skal ein so fyrihalda seg til kursirnar? - Keypa partabrøv, har kursirnir longu eru á veg uppeftir, ikki har sum kursirnir eru lækkandi ella standa í stað, sigur hann. Afturat hesum mælir Jákup Petur til at fylgja við, tá roknskapirnir fyri triðja ársfjórðing verða almannakunngjørdir um ikki so langa tíð. Hesir kunnu síggjast á heimasíðuni hjá OMX, sum leinkja er til inni á spælinum. - Um eitt felag kemur við onkrum óvæntaðum, kann tað flyta kursin nógv tann dagin, vísir Jákup Petur Bærentsen á. sansir.fo Nú íløguspælið er skotið í gongd, hava vit spurt íløgurøktara, um hann kann koma við góðum íløguráðum. Og tað kann hann: Ger øvut av tí, sum tú vildi gjørt, var talan um veruligar pengar.