mánadagur 10. september 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 174 - 10. september 2007
Ein veljarakanning
hjá Sosialinum vísir,
at ongin ivi er um, at
vanligi føroyingurin
vil hava, at okkara
næsti bispur skal vera
Jógvan Fríðriksson
Bispaval
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hevði vanligi føroyingurin
sloppið framat valborðinum,
nú okkara næsti bispur skal
veljast, hevði ongin ivi
verið um úrslitið.
So hevði Jógvan Fríðriks
son verið valdur til bisp og
tað við einum heilt greiðum
meiriluta.
Ein veljarakanning, sum
Sosialurin hevur gjørt, vísir,
at næstan annarhvør føroy
ingur, sum hevur tikið støðu
til bisbavalið, vil hava Jógv
an Fríðriksson til bisp,
hevði vanliga fólkið sloppið
at valt og hevði val verið
nú.
Í kanningini eru 621 til
vildarligir føroyingar yvir
18 ár, spurdir, hvønn tey
vilja hava, skal vera okkara
næsti bispur.
Av teimum halda 32,5%
at tað skal vera Jógvan
Fríðrikson, prestur á Gjara
nesi. Næststørstu undirtøk
una fær Marjun Bæk, prest
ur í Kvívík, við 13,2% av
atkvøðunum og beint í høl
unum á henni liggur Bergur
Debes Joensen, prestur í
Havn, við 12% av atkvøðun
um.
Hini trý valevnini fáa und
irtøku frá færri enn 10% av
fólkinum.
Nøkur í iva
Kortini skal leggast afturat,
at nógv fólk hava ikki tikið
endaliga støði. Soleiðis siga
11,4% av teimum spurdu,
at tey vita ov lítið til at taka
støðu og so eru eisini nøkur,
3,7%, sum ivast ímillum
tvey, ella fleiri valevni.
Men
kanningin
vísir
eisini, at av teimum, sum
hava tikið støðu, eru tað
heili 45%, ella næstan
annarhvør føroyingur, sum
vil hava, at Jógvan Fríðrik
son, skal vera ovasti embæt
ismaður í kirkjuni. Hinvegin
vilja 18,3% hava Marjuna
Bæk til Bisp og 17,6% vilja
hava Berg Debes Joensen.
Men nú er tað so, at tað
er ikki vanliga fólki, sum
sleppur at velja bisp. Tað
eru tey gott 400 fólkini,
sum manna kirkjuráðini og
prestaembætini. Og, hvussu
tey far at velja, fáa at vita
fyrst í næsta mánað.
Vanligi føroyingurin vil hava
Jógvan Fríðriksson til bisp
Næstan annarhvør føroyingur, sum hevur tikið støðu, vil hava Jógvan Fríðriksson til bisp. Tað
hevði úrslitið verið, slapp vanligi føroyingurin at velja og var val í dag
Hendan talvan vísir, hvussu vanligi føroyingurin hevði atkvøtt beint nú, sluppu tey at velja bisp
Starvsfólkadagur hjá Shell
Leygardagin skipaði Shell fyri starvsfólkadegi. Leiðin var løgd inn á
Muntra, har borðreitt var við løttum bita, áðrenn stravsfólkini fingu tvey
skeið, eitt trygdarskeið og eitt søluskeið. Síðani kom meiri lætti og stutt
ligi parturin av degnum, tá starvsfólkini sluppu at bowla, spæla paintball
og koyra gocart. Stuttligu tiltøkini vóru skipað sum kappingar ímillum
ymsu støðirnar, og starvsfólkini løgdu nógv fyri, fyri at vinna. Tá kapp
ingarnar vóru lidnar var farið aftur til Fuglafjarðar, har tey fingu ein betri
bita. Heiðursmerki vóru handa fyri dagsins kappingar, umframt at nøkur
starvsfólk vórðu heiðrað fyri innanhýsis kappingar, ið hava koyrt
gjøgnum ári.
Tað er púra greitt, at Hans Jacob Joensen, aftanfyri, er farandi
bispur. Men stendur tað til vanliga føroyingin, er Jógvan
Fríðriksson, fremst á myndini, tann komandi bispurin
Ny Alliance ov borgarlig
Tá Naser Khader og onnur stovnaðu Ny Alliance, vóru 11
prosent av donsku veljarunum til reiðar at velja flokkin. Nú
siga bara seks prosent, at tey høvdu valt Ny Alliance, um
fólkatingsval var í dag. Orsøkin er sambært einari kanning hjá
Ugebrevet A4, at flokkurin er ov borgarligur. Tað siga í hvussu
er 40 prosent av teimum, sum hava vent flokkinum bakið.
Bara 10 prosent siga, at flokkurin er meiri vinstrasinnaður enn
væntað.