mánadagur 10. september 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 174 - 10. september 2007
13
viðmerkingar
Sjónarmið
Hermann Oskarsson
Fult skip hendan túrin. Soleiðis
kundi man sagt um, hvussu árið
í fjør hilnaðist føroyska búskapi
num. Og sama skilið verður
væntandi hendan túrin í 2007.
Skipið er borðfult, og hvør
krubba er full. Manningin brýtur
vakt, og sjálvt kokkurin er á
dekkinum. Tá skipið er fult,
plaga øll at vera glað. Og tað
eiga vit eisini at vera, tí arbeiði
er til allar hendur, og inntøk
urnar eru so frægar, tær fáa
verið sum standurin á skipi
num er.
Men skipið, Føroyar, er ikki í
besta standi. . . og nú fari eg at
sleppa mær burtur úr hesum
líknilsinum, áðrenn eg fari at
vrøvla um maskinu, spøl og
aðra útgerð umborð, tí saman
burðir røkka bara eitt vist.
At markinum
Orðadráttur hevur tikið seg upp,
um vit hava ovurhitaðan búskap,
ella vit ikki hava. At keglast um
”ovurhitaður” er rætta heitið, er
av fleiri grundum ein fruktaleys
diskusjón. Vit hava ongan
normalan kroppshita at meta
eftir, tá talan er um búskap, so
at kjakast hvørt hitin er ov
nógvur ella ikki, ber ongantíð á
mál. Og fepurstokk hava vit
ongan, tí vit hava ikki hagtøl um
lønarlagið.
Men vit kunnu í minsta lagi
sláa fast, at vit eru komin at
kapasitetsmarkinum, tí fleiri
fólk fáast ikki til arbeiðis, so
sum støðan er. Vit, sum búgva
her, hava øll arbeiði, sum tíma
og orka. Og fleiri tykjast vit
heldur ikki at blíva, tí heimflyt
ingin er uppsteðgað, og møgu
leikarnir hjá útlendingum at
koma hendan vegin, eru smáir.
Bløðini eru full av starvs
lýsingum men tá eitt starv
verður sett, verður ein annar
sessur tómur. Hetta skilið gevur
hugaðum og hegnigum fólkum
høvi til at sleppa sær í størv, tey
heldur ynskja sær, og kanska
fyri eina betri løn enn framm
anundan.
Men framleiðslan gerst kortini
ikki størri av, at fólk skifta
arbeiði tænasturnar verða ikki
fleiri til keyps, fleiri hús verða
ikki bygd, og meira verður ikki
virkað av fiski. Vit eru tí komin
at markinum fyri, hvussu nógv
vit fáa virkað av vørum og
tænastum til at selja – við
verandi tøkni, væl at merkja. Og
við galdandi samfelagsbygnaði.
Tøknin broytist ikki eftir
einum ári, so tí kunnu vit ikki
vænta, at hvørt arbeiðspláss á
flakavirkinum fer at virka meira
fisk næsta ár, ella at bankarnir
kunnu veita somu tænastuna við
færri fólkum næsta ár.
Men hvat so við samfelags
bygnaðinum? Hvat við teimum
lógum og reglum, sum stýra
hvussu hvør skal bera seg at í
vinnu og arbeiði?
Politiskt kapasitetsmark
Tað mest avgerandi fyri
búskaparligu framgongdina í
einum landi, er ikki um arbeiðs
loysið er fimm ella tvey prosent.
Tað mest avgerandi er, at gald
andi lógir og reglur fyri vinnu
ligt virksemi gagna framburði
og menning, og at tær ikki halda
landinum føstum í gomlum
stirvnum skipanum.
Politisku fráboðanirnar í sam
bandi við komandi fíggjarlóg
tykjast benda á, at vit ikki bara
eru komin at vinnuliga kapasi
tetsmarkinum, men at eitt polit
iskt kapasitetsmark nú dagar
undan.
Við einum Pavlovskum reflexi
boðar Landsstýrið frá, at nú
búskapurin er í vanda fyri
ovurhiting, skal fíggjarlógin
næsta ár skerjast við nøkrum
hundrað miljónum. Hvat
samband ið er millum hendan
ovurhitan og 200 miljónir á
fíggjarlógini, geva landsstýris
menn sær lítið far um. Men teir
eru ivaleysir í, at nú fer tað at
síggja út, sum gera teir okkurt
við málið.
Hendan samtyktin í Lands
stýrinum var ein meiriluta
avgjørd neyðsemja, eftir at
landsstýrismaðurin í fíggjar
málum hevði skotið upp, at taka
tey bæði stigini – at taka skatta
frádráttin hjá sjómonnum av og
at bíða við at seta á undirsjóvar
tunnilin til Sandoynna.
Man kann siga, at tað eru
tveir mátar at møta hesum
búskaparliga kapasitets
probleminum. Annar er tann
vanligi – at skerja landsins
fíggjarlóg í blindum, uttan at tað
hevur nakra gagnliga ávirkan
yvirhøvur. Hin er at brúka
løtuna til at rúmka tann
bygnaðarliga karmin um vinnu
lívið í landinum, so at kapasi
teturin økist gjøgnum smidligari
tillaging til marknaðarkor. At
lata reiðararnar gjalda fyri
fiskiloyvini og at lætta um
møguleikarnar hjá útlendingum
at koma til arbeiðis her heima,
høvdu verið líka gagnlig tiltøk
sum at avtaka skattafrádráttin
hjá sjómonnum.
Landsstýrismaðurin í fíggjar
málum skjeyt upp tvey tiltøk,
sum nettupp ikki eru panisk
krepputiltøk. Eitt tiltak – avtøka
av serliga skattafrádráttinum hjá
sjómonnum sum samstundis
pjøssar nakað upp á sjálvan
vinnuliga bygnaðin og so at
útseta eina risaíløgu. Tvey
tiltøk, sum nettupp ikki eru at
spæla fíggjarpolitiska neyv
stýring, men sum virka bæði
tálmandi og rúmkandi.
Men her rakti hann politiska
kapasitetsmarkið í føroysku
smáparlamentarismuni. Gomlu
vinirnir í føroyskum politikki
samdust skjótt um uppskriftina,
sum bjargar teimum sessirnar
eftir næsta val.
Avmarkaður politiskur kapasitetur
Rætting
Í blaðnum hósdagin skrivaðu vit um bátin, sum Trygd
vann á ólavsøku, at tað var Lions sum lutaði bátin
burtur. Hetta var ikki rætt. Tað var Kiwanis, sum lutaði
burtur bátin. Orsakið mistakið.
blaðstj.
Lesið
-so eru tit við!
1800 metrar í Vágum og
nýggjan altjóða flogvøll í
Føroyum.
Í sambandi við at Poul
Michelsen mælir til at
steðga útbyggingini av
flogvøllinum í Vágum vil
eg gera vart við, at eg haldi
tað vera púrasta ørt og ófor
svarligt ikki at útbyggja og
nýmótansgera Vága
Floghavn.
Flogvøllurin og umstøð
urnar hjá ferðafólki eru á
ongan hátt nøktandi til
tann tørv vit hava í
Føroyum í dag. Sum øll
onnur donsk málsøki í
Føroyum er flogvøllurin
forsømdur av grovasta
slag, afturúrsigldur í allar
mátar, ikki útbygdur, ikki
dagførdur við nýggjastu
tøkni og umstøðurnar til
ferðafólk als ikki nøktandi.
Tað er at fegnast um, at
vit endiliga hava fingið
fulla ábyrgd av flogvølli
num og hava samtykt, at
nú skal veruliga nakað
munagott gerast í Vágum.
Mælti sjálv til at útbyggja
flogvøllin til 1800 metrar,
havi vón um, at tað kann
koma upp í verkætlanina,
sum nú fer í gongd, har
man bert byggir út til 1500
metrar.
Tað einasta rætta er
síðani at skapa samstarv
um at byggja ein nýggjan
altjóða flogvøll á alterna
tivum stað í Føroyum.
Hetta samstarv eigur land
ið at taka stig til og fáa
kommunur og privat feløg
at luttaka í. Vit skulu
burtur frá tosinum at
altjóða flogvøllurin skal
liggja í Havn, Søltuvík ella
Skorðhæddini, einasta treyt
og krav eigur at vera, hvar
liggur flogvøllurin best
sum alternativ til Vágar,
altso hvar eru umstøður,
altso hvar ber til landa
frøðiliga at leggja ein vøll,
og hvar eru veðurlíkindi
beint tað øvugta av í
Vágum, alt annað er
óneyðugt uttanumtos og
kemur bert at leingja um
tíðina til vit fáa ein altjóða
vøll.
Ørt og óforsvarligt – at steðga við
útbyggingini av Vága Floghavn
løgtingskvinna
Heidi
Petersen