Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. september 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 174 - 10. september 2007 15 Andlát og jarðarferðir Karen Gregoriussen, Tórshavn, andaðist leygar­ dagin 68 ára gomul. Bønarhald verður í Vestur­ kirkjuni týsdagin kl. 17. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni mikudagin kl. 14. Karl Samuelsen, Kollafirði, fer til gravar úr Kolla­ fjarðar kirkju mánadagin kl. 13. Tey ið ynskja minnast Karl kunnu lata Føroya Felag móti krabba­ meini eina gávu. Andlát og jarðarferðir Dagurin 11. september. Hildibjartur. Føroyskt navn fyri Hille­ bert, sum var biskupur í Tours í Fraklandi og doyði í 1134. Upprunaliga týskt navn, ið merkir stríð og bjartur Tøkk På en blomsterklædt bakke sad Hjalmar så tavs, thi afskedens time var nær, han skulle snart drage til fremmede land og kæmpe mod fjendernes hær. Hans hjerte det banked’, mens vestenvinden lufted’, han sukked’, skønt blomsterne yndelig dufted’, Han vented’ på Hulda, hans glæde og lyst, hans elskede pige og eneste trøst. Jógvan Petersen ”Kvæðabók” febr. 1968 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá ið kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara Jógvan Petersen ættaður úr Haldarsvík búsitandi í Tórshavn andaðist 17. juni og varð fylgdur til hansara síðsta hvíldarstað 27. juni. Familjunnar vegna Sonja Andreas, Durita, Maibrit, Barbara og Rannvá Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Karen Lykke Gregoriussen Tórshavn andaðist leygardagin 8. september 68 ára gomul. Bønarhald verður í Vesturkirkjuni týsdagin kl. 17.00. Jarðarferðin verður mikudagin kl 14.00. Familjunnar vegna Birna og Beinta Tøkk Hjartans tøkk øll tit, sum komu at heilsa uppá meg á mínum 80 ára føðingardegi. Takk fyri talur og tann fitta sangin frá Báru og Rannvu. Eisini ein tøkk til tykkum mongu, sum sendu eina heilsan og tykkum, sum hjálptu til. Ikki at gloyma takk til døtur mínar, sum gjørdu tað møguligt at halda dagin. Kærar heilsanir Emly Poulsen Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Í dag 10. september, verður Jústinus Leivsson Eidesgaard, journalistur og rithøvundur, fimmti – ella hálvtrýss, sum føðingardagsbarnið uttan iva sjálvt hevði sagt tað. Jústinus er ætt­ aður úr Oyndarfirði, sonur Bodil og Leiv Eidesgaard, sum bæði eru úr Oyndarfirði. Eg kom at kenna Jústinus fyri sløk­ um 20 árum síðani. Haldi hetta mundi vera, meðan hann stjórnaði og skrivaði í Tingakrossi – líkasum ein frísk roynd at endurnýggja hetta gamla sjálvstýris­ málgagnið. Hann fekk eisini meira futt í blaðið – og ikki minst vóru tað oddagreinirnar, sum høvdu ein hvassan brodd. Jústinus er ein royndur journalistur. Hann hevur verið á flestu bløðum í Føroyum, men mest á Sosialinum – og er tað higani, eg best kenni Jústinus. Tað at hava nøs fyri tíðindum og søgum er hentasta dygdin hjá einum journalisti. Og tað hevur Jústinus. Hann er ein av teimum, sum altíð hugsar um, hvussu hendan søgan nú riggar á forsíðuni, tí eina forsíðu skulu vit altíð hava. Jústinus er bersøgin maður, hann leggur ikki fingrarnar ímillum, um hann hevur okkurt upp á hjarta. Týpiskt Jústinus, hugsaði eg, tá eg fríggjadagin læs hansara hugsan um, hvussu nýggi bispur skal vera og hvussu hann skal veljast – og júst tað, at hann skal vera bispur fyri øll, fyri homoseksuel, fyri fólk, sum giftast fleiri ferðir og aðrar minnilutabólkar, sum soleiðis verða happað av fleiri prestum. Og tað er akkurát Jústinus at tala at slíkum. Tá man sum Jústinus nú er komin hálvvegis til árs, so er sjálvandi freist­ andi at tríva í onkra góða søgu. Tann klassiska um Jústinus er og verður grindadrápið í Vestmanna á sinni, har Jústinus so greidliga skrivaði um hetta pena drápið. Nú var tað so, at grindin var ikki deyð, tá blaðið fór í pressuna, men Jústinus vildi kortini hava søguna við. Tíverri fyri hann slapp grindin... Tá Jústinus var á Sosialinum helt hann tveir føðingardagar um árið. Umframt tann vanliga, so var tað dagurin, tá hann gavst at drekka, sum var hátíðarhildin á hvørjum ári við góðari kaku. Hugaligt og lívsjáttandi at síggja, hvussu stóran týdning ein slík vend í lívinum fær á ein persón – og á øll, sum eru kring hann. Áðrenn Jústinus fyri nøkrum árum síðani fór at arbeiða sum rithøvundur burturav, var hann tíðindaleiðari á Sosialinum – og tí var tað hann, sum í størstan mun hevði ávirkan á, hvat kom í blaðið, og hvat kom á forsíðuna. Vit hava havt manga diskussión um, hvørt nú tað var rætt at spíska hesa ella hasa søguna soleiðis á forsíðuni. Jústinus hevði sína meining – púra óinnpakkað, meðan vit onnur kanska vóru eitt sindur varnari. Aftaná var tað altíð nógv lættari at síggja, hvør nú hevði rætt – og tað hevði Jústinus onkuntíð – og vit onnur eisini onkun­ tíð. Leygarkvøldið verður stór veitsla í B36 húsinum at hátíðarhalda, at Jústinus nú fer um hesa sýnuna. Góði Jústinus, vit ynskja tær hjartaliga tillukku og gleða okkum til veitsluna! Eirikur Lindenskov blaðstjóri Jústinus hálvtrýss