mánadagur 10. september 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 174 - 10. september 2007
- Herferðin
hjá umhvørvis-
felagsskapum er
øgilig. Ágangur er
á brúkaran, sum
verður gjørdur meira
enn tilvitaður um
havumhvørvið, og
hvussu tað verður
umsitið. Hetta er ein
veruleiki, og tí mugu
vit saman út í heim
at gera kunnugt, at
Føroyar skikka sær
væl, tá ið ræður um
burðardygga veiði,
sigur Ólavur Jøkladal
Sporføri
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ólavur Jøkladal, sum er
skrivari í Føroya Ráfiska
seljarafelag og skrivstovu
stjóri hjá Føroya Reiðara
felag, hevur um dagarnar
grein á heimasíðuni hjá
Føroya Ráfiskaseljarafelag
um
burðardygga
veiði,
sporføri
og
gjøgnum
skygni.
Hann vísir á, at í hesum
døgum verður nógv tosað
um
burðardygga
veiði,
hvussu vit mótvegis brúkara
num kunnu náa út við
boðskapinum um, at okkara
tilfeingi verður væl umsitið,
og at veiðan harvið er á
burðardyggum grundarlagi.
Hava amboðini
Vit hava amboð at taka til
fyri at skjalprógva, at alt fer
skilagott fram á hesum øki.
Vit kunnu vísa á eina ein
dømis fiskidagaskipan, ið
borgar fyri, at tilfeingið
verður framúr væl umsitið.
Sporførisskipan er eisini á
veg, sum verður sjálv skjal
prógvanin
fyri
burðar
dyggari veiði. Sum er, verð
ur sagt frá allari veiðuni,
fiskiskapurin er reguleraður,
og fiskur verður so gott
sum ikki tveittur fyri borð,
tí miðað verður eftir at
gagnnýta alt. Tað, sum
ræður um, er at skjalprógva
hetta fyri brúkaranum og at
fáa boðskapin út., sigur
Ólavur Jøkladal.
Hann vísir á, at herferðin
hjá umhvørvisfelagsskap
um er øgilig.
Ágangur er á brúkaran,
har hann verður gjørdur
meira enn tilvitaður um hav
umhvørvið, og hvussu tað
verður umsitið. Hetta er ein
veruleiki, vit mugu síggja í
eyguni og eiga at taka støðu
til. Tað hevur tí stóran týdn
ing, at farið verður út í heim
at gera kunnugt, at Føroyar
skikka sær væl, tá ið ræður
um at geva upp veiði, at
regulera fiskiskapin, og at
vit
gagnnýta
tilfeingið
optimalt. Hetta ger, at vit
tora at taka hetta heitið á
okkum, sum er “burðardygg
fiskiveiða”.
Sporførisskipan
Ólavur sigur, at tað er her,
at sporførisskipanin kemur
okkum til hjálpar at
skjalprógva fyri brúkara
num, at alt er eftir “bók
ini”.
Endamálið við skipanini
er at spora fiskin heilt frá tí,
hann verður veiddur, gjøg
num øll lið, til hann umsíðir
liggur á borðiskinum hjá
brúkaranum, soleiðis at fult
gjøgnumskygni er í allari
tilgongdini heilt “av grunni
og at munni”.
Skrivarin í Ráfiskaseljara
felagnum vísir á, at eitt nýtt
partafelag varð sett á stovn
í mars seinasta ár. Hetta
felag hevur til endamáls at
menna eitt talgilt undir
støðikervi
til
sporførar
skrásetingar frá fiskivinnuni
í Føroyum.
Tað er Ráifiskaseljara
felagið, sum er við í hesi
verkætlan. Tað sær út til, at
skipanin hevur stóran áhuga
millum manna út í heimi,
og vænta vit okkum nógv
av henni, sigur hann.
Ólavur vísir á, at eydnast
tað okkum at fáa boðskapin
út og soleiðis sannføra brúk
aran um, at alt er í lagi,
hava vit harvið avvápnað
ógrundaðar pástandir hjá
umhvørvisfelagskapunum.
Teir hava ikki havt sum
sítt
merki
at
arbeiða
objektivt, men tað verður
brúkarans álit, ið vit verða
noydd at vinna.
Út í heim
Hann heldur, at tíðin er
komin til, at ein ella annar
fer út í heim at “branda”
Føroyar.
At hetta er alneyðugt,
munnu flestir vera á einum
máli um.
Ólavur Jøkladal er sann
førdur um, at tað hevur
stóran týdning hjá okkum,
at Føroyar verða “brand
aðar” ígjøgnum ta komandi
sporførisskipanina, soleiðis
at vit vinna brúkarans álit,
ið hann metir sum tað
týdningarmesta av øllum.
Hann vísir á, at kanningar
geva føroyingum góð skoðs
mál, ið skuldu verið sjálv
søgd at nýtt í eini móther
ferð, tí tað eru altíð nøkur,
ið ikki vilja okkum væl.
Í bretskari kanning, sum
varð gjørd í mai mánaði í
ár, liggja Føroyar ovarlaga
millum tey 53 londini, ið
mett varð ímillum. Til
dømis vóru Føroyar tað
landið, ið fekk hægsta stiga
tal við atliti at hentleika
flaggi. Tí kann staðfestast,
at siðalag føroyinga er gott
á hesum øki.
Hann leggur aftrat, at tá
vit
hyggja
at
samlaða
stigatalinum í kanningini,
liggur Noreg á fyrsta plássi
við 28,5 stigum og Føroyar
á øðrum plássi við 27
stigum.
Tað var bretski gransking
arstovnurin
“Chatham
House”, ið stóð fyri kann
ingini.
Ólavur heldur, at eitt slíkt
úrslit eigur at gerast kunn
ugt millum manna. Tað skal
prentast inn í brúkaran úti í
heimi, at føroyingar til allar
tíðir eru farnir væl um
tilfeingið og gera tað enn.
Sosiala síðan av sakini
er eisini ein týðandi liður í
Álop á norskan laks
Ein av fremstu monnunum innan russisku fiskivinnuumsitingina, Andrej Krajnij,
hevur endurtikið skuldsetingarnar um, at norðmenn brúka ivasom tilsetingarevni í
alingini av laksi. Hetta sigur hann við stóra russiska blaðið, Izvestija, Andrej
Krajnij er ikki hvør sum helst. Hann er stjóri í russisku fiskivinnuumsitingini, og
tí kenna norðmenn hetta sum rættiligt álop á norskan alifisk. Umframt at leggja
norðmenn undir at brúka ivasom tilsetingarevni, sigur russin, at norðmenn eisini
brúka mjøl úr dýrabeini í fóðrinum. Hann heldur tí, at norski laksurin kann vera
skaðiligur sum mannaføði. Man veit jú ikki, hvat kann henda um eini 2030 ár,
um fólk eta norskan laks, sigur russiski fiskivinnustjórin. Norðmenn eru ikki
fegnir um russiska ”álopið” á laksin og afturvísa staðiliga, at norskur laksur
verður fóðraður við mjøli úr dýrabeini. (vilmund)
Icelandic keypir í Kina
Íslendska fiskasølufelagnum Icelandic, sum er eitt av
heimsins størstu, vantar rávørur. Tí hevur felagið nú
keypt seg inn í eitt kinverskt felag, sum fæst við aling.
Íslendska felagið hevur drúgvar royndir innan sølu av
villum fiski, men er nú til reiðar at gera uppaftur meira
burtur úr aldum fiski. Felagið væntar, at nógv fer at
henda innan aling av ymiskum fiskasløgum tey næstu
árini. (vilmund)
Útboðið av tunfiski er minkað, og tað er
eftirspurningurin av ókendum orsøkum
eisini. Tað er íslendski bankin Glitnir, sum
hevur hesi tíðindi í nýggjari frágreiðing
Tunfiskaídnaðurin kring um heimin, sum í krónum
og oyrum er ein hin mest týdningarmiklasti, er
seinastu árini stagneraður.
Eingi útlit eru til bata.
Fleiri orsøkir eru til hesa støðu. Útboðið er mink
að, og eftirspurningurin er eisini minkaður av
ókendum orsøkum seinastu árini.
Tað er íslendski bankin Glitnir, sum hevur hesi tíð
indi við í einari nýggjari frágreiðing.
40 tunfiskasløg eru kring um í heimshøvunum.
Í heimshandlinum av
fiskavørum liggur tun
fiskur á einum fjórða
plássi.
Samlaða útflutningsvirð
ið av fiskaog skeljavørum
var 53 miljardir evrur í
2005, og tað er ST, sum
veit um hetta tal at siga.
Vørur úr tunfiski stóðu
fyri tilsamans 7,6% av
samlaða heimshandlinum
av sjómati ella fyri 4,1
miljardum evrum í 2005.
(vilmund)
Tunfiskavinna
er í kreppu
Út í heimin at
»branda« Føroyar
Ólavur Jøkladal er skrivari
í Føroya Ráfiskaseljarafelag
og skrivstovustjóri í Føroya
Reiðarafelag