Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. september 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 174 - 10. september 2007 17 tíðindi Eingin vón um tosk Í Grønlandi er toskurin komin aftur, men einki røkist fyri, at sama fer at henda í Ný Foundlandi og við Labrador. Tað eru eini 15 ár, síðan toskurin hvarv við Ný Foundland og Labrador, og enn røkist einki fyri, at fiskurin fer at koma aftur. Langa tíðin hevur ført til, at vónirnar hjá fólki um hesar leiðir um, at toskurin fer at koma aftur, eru smáar. Peningur er játtaður í eini roynd at finna út av, hví toskurin hvarv, og hví hann ikki kemur aftur. Í Grønlandi verður nú sagt frá nógvum toski eftir, at toskastovnurin har yviri hevur verið illa fyri í nógv ár. (-vilmund) Bretar minka um útblaking Bæði fiskimenn, felagsskapir og fiskiídnaðurin í Bretlandi vilja nú í felag taka upp trupulleikarnar við útblaking av fiski. Endamálið við hesum átaki er at minka um henda trupulleikan í bretsku fiskivinnuni. Felagsskapurin Seafish vil í fyrsta lagi hava at vita, hvat fiskimenn gera fyri at umgangast, at fiskur verður tveittur í havið aftur. Málið er at finna loysnir, sum allir partar kunnu liva við. Endamálið við kanningini hjá bretum er eisini at finna út av, um fiskur, sum verður tveittur í havið aftur, kundi verið seldur á marknaðinum. Trupulleikarnir hjá fiskimonnum, sum fiska eftir eini kvotuskipan, eru ofta, at teir koma í eina tvístøðu. Tað er ikki altíð, at veiðan er so rein, sum myndugleikarnir vilja, og skipanin loyvir. Tí kunnu fiskimenn koma í ta støðu, at fiskur, sum er veiddur, men sum teir á pappírinum ikki hava loyvi at veiða, verður blakaður útaftur. (-vilmund) Løgtingskvinnan, Heidi Petersen, heldur tað vera ørt og óforsvarligt at steðga við útbyggingini av Vága Floghavn, sum Poul Michelsen, løgtingsmaður, mælir til í seinastu útgávu av Vinnuvitan Flogvøllur Vilmund Jacobsen Vilmund@sosialurin.fo Heidi Petersen heldur, at málið hjá okkum eigur at vera ein 1800 metra langur flogvøllur í Vágum og nýggjur altjóða flogvøllur í Føroyum. Løgtingskvinnan er tí slett ikki samd við Poul Michelsen. - Eg haldi tað vera púr- asta ørt og óforsvarligt at mæla til ikki at útbyggja og nútímansgera Vága Flog- havn. Hon heldur, at flogvøll- urin og umstøðurnar hjá ferðafólki á ongan hátt eru nøktandi til tann tørv, vit hava í Føroyum í dag. - Sum øll onnur donsk málsøki í Føroyum er flog- vøllurin forsømdur av grov- asta slag. Hann er í allar mátar aftur út sigldur – ikki dagførdur við nýggjastu tøkni, og umstøðurnar til ferðafólk eru als ikki nøkt- andi, sigur Heidi Petersen. Hon sigur seg fegnast um, at vit endiliga hava fingið fulla ábyrgd av flog- vøllinum og hava samtykt, at nú skal veruliga nakað munagott gerast í Vágum. - Eg havi sjálv mælt til at leingja flogvøllin upp í 1800 metrar heldur enn teir 1500, sum nú fara í gongd og havi vónir um, at hetta kann koma við upp í verkætlanina, sigur løg- tingskvinnan. Hon heldur, at tað einasta rætta er síðan at skapa eitt samstarv um at byggja ein nýggjan altjóða flogvøll á alternativum stað í Føroy- um. - Hetta samstarv eigur landið at taka stig til og fáa kommunur og privat feløg at luttaka í. Heidi Petersen heldur, at vit skulu koma burtur úr tosinum um, at altjóða flog- vøllurin skal liggja í Havn, Søltuvík ella Skorðhædd- ini. - Einasta treyt og krav eigur at vera, hvar flogvøll- urin liggur best sum alterna- tiv til Vágar, heldur hon. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, er ikki í iva: - Ráddi eg einsamallur fyri borgum, hevði ein nýggjur flogvøllur fingið fremstu raðfesting Flogvøllur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Skal ein flogvøllur í Før- oyum lúka krøv til tunga ferðslu, kann hesin bara liggja á Glyvursnesi. Ein- ans har ber til at byggja flog- vøll, sum er 2700 metrar langur. Tað sigur Bjarni Djur- holm, landsstýrismaður í vinnumálum. Hann heldur, at hóast ein nýggjur flogvøllur eigur at koma sum skjótast, noyðist hann at boyggja seg fyri serkunnleikanum um at neyðugt er við veðurmát- ingum í tvey ár afturat. – Neyðugt er tí at útbyggja flogvøllin í Vág- um fyrst, sigur landsstýris- maðurin. Hann staðfestir, at tær 365 miljónir krónurnar úr Íleggingargrunninum eru markaðar til flogvøllin í Vágum. Bjarni Djurholm heldur, at raðfestingin av einum nýggjum flogvølli eigur at koma fram um undirsjóvar- tunlar. - Serkunnleikin er komin við tilmæli um at gera nýggjar veðurmátingar á teimum báðum best egnaðu støðunum, sum eru Søltu- vík á Sandoynni og Glyvurs- nes í Suðurstreymi. Landsstýrismaðurin ásannar, at Glyvursnes er einasta staðið í Føroyum, har ein flogvøllur kann byggjast, sum er út við 3000 metrar langur. - Hetta staðfesta eisini kanningarnar, sum norska fyritøkan Asplan Viak hevur gjørt, sigur Bjarni Djurholm í samrøðu við Vinnuvitan. - Ein avgjørd treyt fyri allari menning í Føroyum er, at ein nýggjur flogvøllur verður tøkur innan 5-7 ár, sigur Poul Michelsen, løg- tingsmaður Flogvøllur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Eg haldi, at Heidi Peter- sen, løgtingskvinna, má hava misskilt okkurt, og eg vil siga, at ábyrgdarloysi er á hennara síðu. At brúka hálva miljard krónur uttan, at vit fáa nakað aftur fyri er eftir mínum tykki ørskap- ur. Soleiðis tekur Poul Michelsen, løgtingsmaður, til í svari til Heidi Petersen. Hann heldur, at tað ber væl til at pjøssa uppá flog- vøllin í Vágum, soleiðis at hesin heldur sær á einum brúkiligum støði fram til, at nýggjur vøllur verður bygdur. Tað letur seg sakt- ans gera fyri nakrar tíggju- tals miljónir at byggja nýggja kantinu, handlar og skrivstovur í Vága Flog- havn. - Tey nýggju flogførini hjá AA kunnu eins væl lenda á vøllinum, sum hann er í dag. At brúka hálva miljard til at leingja vøllin upp í 1500 metrar, er eftir mínum tykki ørskapur. Heidi má so sjálvsagt halda nakað annað, men hon má eisini taka ábyrgdina. Poul sigur seg ikki hava sagt, at nýggjur flogvøllur endiliga skal byggjast í Havn, og hann hevur slett ikki nevnt Glyvursnes í hesum sambandi. - Eg haldi ikki, at nakar er serliga glaður fyri at hava ein flogvøll í túninum! Men samfelagstørvin má eingin einstakur sleppa at forpurra. Eg havi við vilja ikki valt nakað pláss, men bert stillað nøkur krøv og fortreytir fyri einum fram- tíðar flogvølli. Poul heldur tí, at Heidi úttalar seg uttan at hava lisið tað, hann hevur skriv- að. - Og hon er jú púra samd við mær so vítt, eg dugi at lesa tað, sum hon sigur. Ein avgjørd treyt fyri allari menning í Føroyum er, at ein nýggjur flogvøllur verð- ur tøkur innan 5-7 ár, sigur Poul Michelsen, løgtings- maður í viðmerking til Heidi Petersen. Ørt og óforsvarligt Altjóða flogvøllur byggjast Heidi má taka ábyrgd - Sum danskt málsøki, er flogvøllurin forsømdur av grovasta slag, heldur Heidi Petersen Mynd: Vilmund Jacobsen - Raðfestingin av einum nýggjum flogvølli eigur at koma fram um undirsjóvartunlar, heldur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður Mynd: Jens Kr. Vang - Tey nýggju flogførini hjá AA kunnu eins væl lenda á vøllinum, sum hann er í dag. At brúka hálva miljard til at leingja vøllin upp í 1500 metrar, er eftir mínum tykki ørskapur, sigur Poul Michelsen burðardyggari veiðu, at lokalsamfeløgini liva av hesi vinnu, og at fiskivinnan er tann berandi vinnan her á landi. At vera fyrstir Skrivarin í Ráfiskaseljara- felagnum heldur, at skipast má soleiðis fyri, at umhvørvisfelagsskapir ikki koma undan okkum. - Vinnan og almennir stovnar eiga saman at fara út við einum boðskapi - við góðum amboðum sum eitt nú nýggju sporførisskip- anini. Tað er týdningarmikið, at skipanin verður ment skjótt og verður sett í verk við fullum seglum í øllum liðum, sigur Ólavur Jøkla- dal, skrivari í Ráfiska- seljarafelagnum. - Sporførisskipan er á veg, sum verður sjálv skjalprógvanin fyri burðardyggari veiði, sigur skrivarin í Ráfiskaseljarafelagnu Mynd: Vilmund Jacobsen