mánadagur 10. september 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 174 - 10. september 2007
tíðindi
Uni Næs:
Bispur skal
vera savnandi
Tað eru 14 prestagjøld í landinum, 22 prestar og fimm
av teimum vilja verða bispar og avloysa Hans Jacob
Joensen, sum nú leggur frá sær. Uni Næs, sóknarprestur
í Fuglfjarðar prestagjaldi, er ein teirra og hann er ikki
i iva um hvørs fremsta uppgáva biskups er.
- Bispur skal vera savnandi í orði og verki. Vit mugu
tosa um innihald i kirkjuni og tað er áhaldandi at boða
um Jesus, segði hann, sum tann fjórði, ið slapp framat
at agitera fyri sær sum ovasti í nýyvirtiknu fólkakirkjuni
í Læraraskúlahøllini leygardagin.
-Tað snýr seg um góð kor hjá kirkjuni at virka undir.
Eg vil virka fyri at gera kirkjuna meira opna. Eg haldi,
tað er ov lagt millum kirkjuráðini og stiftsstjórnina,
segði Uni Næs.
Uni helt eisini at barna og ungdómsarbeiði átti at
styrkjast. Tey eru framtíðin legði hann áherðslu á.
-Vit eiga at fáa fleiri prestar innan serøki. Vit fáa
ikki børn og ung í kirkju og tí kundi tað verið ein máti
at rokkið hesum við at sett eitt nú ítróttarprestar, segði
Uni Næs.
Uni Næs vísti á, at uppgávurnar hjá prestum øktust,
og tí áttu fleiri prestastørv at normerast. Um
bispastarvið segði hann, at hetta fyrst og fremst var
eitt hirðastarv og tað merkir, at bispur skal verða hirði
hjá øllum prestunum og allari fólkakirkjuni.
Tey ungu koma ikki i kirkju og Uni Næs, bispavalevni
heldur at ein gongd leið er at seta ítróttarprestar, sum
røkka teimum ungu
66 fólk. Fimm bispavalevni,
tveir
journalistar,
tvey
myndafólk og gott hálvt-
hundrað kirkjuráðslimir og
prestar. Hesi mannaðu tann
fyrsta hálvalmenna bispa-
valfundin í Føroyum nakran-
tíð leygardagin seinnapart,
tá íð hann byrjaði klokkan
trettan minuttir yvir fýra.
Hevur tú verið journalistur
í mong ár, tá hevur tú gjørt
ov lítið, um tú ikki hevur
verið fyri mongum løgnum,
og søguligi veljarafundurin
í Læraraskúlahøllini leygar-
dagin seinnapart er allar-
helst eitt tað løgnasta før-
oyska tiltak pressan nakran-
tíð hevur verið vitni til.
Journalistar hava vanliga
ein veikan varhuga um hvat
fer at henda undan einum
tiltaki og hvat teir kunnu
hava heim aftur við á blokk-
inum eftir fundin. Leygar-
kvøldið battu ikki 25 ára
royndir. Onki bleiv sum
undirritaði hevði roknað
við.
Hetta var ein afturlatin
veljarafundur fyri innbod-
num, fyri kirkjuráðslimum
og pressan var boðin við
fyri at greiða almenningin-
um frá hvat fyrifórst, tó í
innbjóðingini var staðiliga
víst á, at pressan ikki mátti
seta spurningar. Tí er hend-
an reportasjan eitt sindur
amputerað hvat innihaldi
viðvikur, haldið okkum til
góðar, lesari.
Longu í gongini kundi tú
merkja elektriska stemning-
in. Her var spenningur og
fólk vóru spent at hoyra val-
evnini. Um tað var av tilvild
eydnaðist ikki at fáa fram,
men bispur var ikki boðin
við, og tað undraðist dóm-
prósturin Bjarni Bæk óal-
ment á undan fundinum.
Uppleggið til fundin var,
at tey fimm valevnini fingu
10 minuttir hvørt til eina
framløgu.Tað er samankók
av henni, sum eru endurgiv-
in í smærru greinunum í
framhaldi
av
hesari
í
blaðnum í dag. Síðan var
høvi hjá kirkjuráðslimunum
at seta fram spurningar og
valevnini fingu at enda
nakrar minuttir við seinastu
sannførandi orðunum til
teirra veljarar.
Vanliga á einum veljara-
fundi, so snýr tað seg um
hjá valevnunum at sannføra
veljarar, at tey eru tey ein-
astu røttu til tað sum veljast
skal.
Hetta var fyrstu ferð í
søguni, at menn og kvinna
stilla upp til eitt bispaval í
Føroyum og talan er ikki
um politikkarar, men prest-
ar, sum av starvsins eyð-
kenni, eru fyrimynd hjá
teirra sóknarbørnum. Teir
høvdu eina heilt ómøguliga
uppgávu frammanfyri sín-
um veljarum. Teir skuldu
sannføra, og so skuldu teir
verða hampuligir og ikki
loypa fram av. Teir kundu
verða illir inn á kapping-
arneytarnar, men tað skuldi
verða innantanna og kundi
“allernådigst” sýnast við
eitt sindur av roða í andliti-
num.
Prestarnir vóru fullkomi-
liga óvanir við hesa støðuna.
Teir flestu hava í mong ár
sitið í tryggum starvi, sum
teir hava søkt, tí teir høvdu
pappirini í lagi. Nú vóru
onnur krøv, nú skuldu teir
sannføra veljaran í kapping
við aðrar, at teir vóru teir
røttu. Talan var ikki um
nakra vanliga starvssam-
røðu. Teir skuldu sannføra
upp á ein so skikkiligan
máta sum gjørligt. Ein full-
komiliga ómøguligt upp-
gáva fyri vanlig fólk, ein
uppgáva teir allir sum ein
megnaðu til fullnar.
Tað var týðuligt, at spenn-
ingurin var stórur millum
valevnini. Teir skuldu sann-
føra og teir skuldu helst
verða betri enn kappingar-
neytarnir og samstundis
skuldu teir vanda sær um
orðini. Teir livdu upp til
sloganið í donsku sjómans-
kirkjuni: “Her taler vi pænt
til hinanden” uttan mun til
hvussu ósamdur ein er.
Brigsl og aðrar menniskja-
ligar
giftigheitir
vóru
ósagdar og ongantíð annað
enn tankar hesar tímar
fyrsta stigið fram móti
bispaembætinum varð tikin.
Ein fór við sigrinum, fýra
sleiktu sárini.
Og úrslitið var sjónligt og
tamt. Pallborðið smeyg sær
smidliga uttanum tey stóru
evnini, tey evnini sum veru-
liga upptaka vanliga føroy-
ingin. Djúpir spurningar
um uppaftur giftu og korini
hjá teimum samkyndu vóru
Ein løgin veljara
Frásøgn
bispavalið s. 18–20
Orð: Jústinus Leivsson Eidesgaard
Myndir: Edith Johannesen
Kirkjuráðslimirnir í
Læraskúlahøllini leygardagin
til fyrsta valfundin í samband
við bispavalið borðreiddu ikki
við spurningum um tey heilt
djúpu viðurskiftini sum murra í
kirkjuni. Tey vóru spøk og fitt