mánadagur 10. september 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 174 - 10. september 2007
19
tíðindi
valla tikin upp á tunguna.
Og veljarin, tey sum mann
aðu stólarnar í Læraraskúla
høllini tyktust av vera samd
um, at ikki ein álvarsamur
spurningur skuldi setast.
Tað tyktist sum semja var
um,
at
veljarafundurin
skuldi ganga so friðaliga og
siðiliga fyri seg sum gjørligt
og at tað var sjálvt enda
málið við fundinum.
Og úrslitið gjørdist eisini,
at stórar yvirskriftir komu
ikki burtur úr. Eitt sindur av
biti var í, tá íð valevnini
fingu orðið aftur til tær sein
astu viðmerkingarnar.
Vit eru samd um tey
stóru tingini í fólkakirkjuni.
Tað eru bert smáting vit eru
ósamd um., segði Marjun
Bæk.
Eg kundi hugsað mær at
sett spurningin, tá íð nú øll
vóru so samd, hví prestarnir
bara ikki samdust um tað
eina valevnið, so vit sluppu
undan bispavalinum, men
pressan hevði fingið munn
kurv.
Hetta valstríðið snýr seg
ikki um kyn og kynslív sum
pressan vil hava tað til.
Fólkakirkjan
rúmar
mótsetningum, segði Jákup
Reinert Hansen og hini fýra
valevnini nikkaðu játtandi.
Jógvan Fríðrikson legði
afturat:
Ymiskleikin í fólkakirkj
uni er okkara styrki.
Fyrsti
valfundurin
til
bispaval í Føroyum nakran
tíð var serdeilis spakur.
Komandi hósdag verður
fundur hildin í Leirvík, og
síðan verður farið til Suður
oyar. Valstríðið endar við
einum valfundi í Miðlahúsi
num í Havn. Hesin verður
hildin 19. ella 20 september.
Sjálvt valið fer fram sum
uratkvøða og veljararnir
atkvøða heima og senda
atkvøðuna í brævi. 3. oktob
er er seinastu dagur, har
møguleiki er fyri at velja og
tá kemur fyri ein dag hvør
okkara nýggi bispur verður.
Og hann kann ugga seg við,
at hinir fýra, sum eru upp
stillaðir eru, fullkomiliga
eru samdir við honum. Teir
verða honum ein góður stuð
ul. Tað verða ongir trupul
leikar av teimum. Tað gav
veljarafundurin í Lærara
skúlahøllini seinasta leygar
dag eina greiða ábending
um.
Marjun Bæk,
bispavalevni, nýtti høvi at
spáa um hvussu
fólkakirkjan fór at síggja
út 10 ár eftir yvirtøkuna
og hennara upplegg á upp
stillingarfundinum til
bispavalið var meira at
kalla ein Visión 2017 fyri
fólkakirkjuna.
Hvussu sær so fólka
kirkjan út um 10 ár, tann
fólkakirkjan sum Marjun
Bæk sær fyri sær við sær
sjálvari sum biskupi?
Marjun Bæk roknar
við, at fleiri kvinnur fara
at verða at síggja við
kalikinum, at javnstøða
verður innan kirkjugátt.
Heimamissiónin fer at
skikka sær betri enn hon
ger í dag. Heimamissiónin
fer at hava onnur og týdn
ingarmiklari ting at taka
sær av enn at sálda í
millum hvørjir prestar eru
meira trúgvandi enn
nakrir aðrir.
Marjun roknaði við, at
prestarnir fóru at hava
færri guðstænastur um
tíggju ár. Tann eini
sunnudagurin í hvørjum
mánaði skal vera
prædikufríur og hetta
merkir, at meira verður at
gera hjá deknunum. Teir
deknar, sum ikki halda
seg til at skriva sínar
prædikur sjálvir, og tað
hava teir loyvi við
sambært lógini, bara
prestur góðtekur hesar,
fara at hava størri úrval av
lestrarbókum at velja í
millum. Marjun roknaði
við at eini 10 lestrarbøkur
fóru at koma aftur at í
hesum tíðarskeiði.
Og staburin í
fólkakirkjuni fer at vaksa
í vavi. Við Marjun sum
biskupi fer fólkakirkjan at
hava tríggjar próstar
heldur enn tann eina í dag
og prestatalið verður økt
úr 22 upp í 27. Kirkju
tænararnir í teim størru
kirkjunum fara at fáa løn
fyri ómakin eins og
prestarnir. Og prestarnir
skulu koma meira saman.
Hon boðaði frá fleiri
konventum árliga, um hon
gjørdist bispur.
Marjun sær eisini fyri
sær, at sálmaskatturin
verður brúktur á annan
hátt. Tey ungu mugu
sleppa at tulka
sálmaskattin á teirra egna
hátt í kirkjuni. Hvør veit,
kanska fáa vit okkara
gomlu sálmar klæddar í
Heavy Metal
tónleikabúna.
fundur
Tey einstøku biskavalevnini
skuldu í minsta lagi hava 50
stillarar. Tað hevur enn ikki
eydnast at fingið uppspurt
hvussu nógvar stillarar tey
einstøku valevnini hava,
men álítandi keldur siga at
talið
liggur
frá
beint
omanfyri 50 og eitt eindur
upp upp um 80. Jógvan
Fríðrikson hevur yvir 80
stillarar. Agnar Nielsen,
kirkjuráðslimur í Vestmanna
heitti á veljararnar um ikki
at kenna seg bundnar at
velja tey valevni, sum teir
vóru stillarar hjá, bara tí tey
vóru stillarar.
Tá íð eg segði ja
til at vera stillari, segði eg
ja, tí valevnið eg eri stillari
hjá var fyrst. Eg kundi ikki
vita tá hvat hini valevnini
stóðu fyri. Tað veit eg nú
eftir hendan veljarafundin.
Eg kenni meg ikki bundnan
at velja valevnið, sum eg
eri stillari hjá. Eg fari at
heita á kirkjuráðini um at
velja eftir síni sannføring,
segði Agnar Nielsen, íð
sum royndur politikkari
dugdi at fáa boðskapin út.
Agnar Nielsen:
Stillararnir eru ikki bundnir
Agnar Nielsen heitti á kirkjuráðslimirnar
um at velja eftir bestu sannføring
Marjun Bæk:
Heimamissiónin
fer at skikka
sær betur
Marjun Bæk lovar at
kirkjan verður nógv
broytt við henni viið
róðri næstu 10 árini
Áhoyrarafjøldin í
Læraraskúlahøllini
var avmarkað