Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. september 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 174 - 10. september 2007 tíðindi Jógvan Fríðriksson, bispavalevni og sóknarprestur á Gjaranesi á Strondum, ella Innan Glyvur, sum tey meira staðbundnu kalla staðin, er ikki í iva um, at tað er fólkakirkjan her og nú í 2007 sum bispavalið má snúgva seg um. - Og tað er ein spurningur um ikki fólkakirkjan treingir til eina uppshining. Kirkjan er ein evangelisk lutherst fólkakirkja og okkum tørvar eina veking, eina sakramentala veking. Her meini eg eina kirkju sum er djúpt ankrað í dópinum og við altarborðinum, sum leiðir okkum ávegis og frameftir. - Kirkjan má leggja áherðslu á tað, sum er uttanfyri okkum, Kristus í sjálvum sær og ikki tað sum vit halda og meina, tað meira kensluborna. Tað er Kristus sum er vegurin, sigur Jógvan Fríðrikson. - Kirkjan er í heiminum, men ikki av heiminum og kirkjan má ikki bera sekteriskan dám. - Kirkjuni tørvar eina jaliga sjálvsmynd. Vit skulu vera errin av kirkjuni og øll skulu kunna kenna seg heima í henni, segði hann. Og hvussu verður Jógvan Fríðrikson sum bispur. Hann hevði sjálvur eitt boð á veljarafundinum leygardagin í Læraraskúlahøllini. - Eg dugi helst betri at selja kirkjuna enn at selja meg sjálvan. Men eg lovi tykkum, at eg verið opin, erligur og sannur í starvinum. Eg fari at stríðast fyri andsfrælsi, tolsemi og virðing millum manna, segði hann fyri teimum knappliga 60 kirkjuráðslimunum, sum vóru møttir. - Og eg verið sjónligur í kirkjuni. Ikki færri enn 20 sunnudagar um árið farið eg at standa á prædikustólunum kring landið sum bispur, segði Jógvan Fríðrikson. Sandsprestur Jákup Reinert Hansen, sum næstan hevur eins drúgvur í tænastu í Tod- nesi sum navnframu undan- menn hansara Harra Klæ- mint og Kálvur lìtli vil hava luftforandring, og tí stillar hann eisini upp til bispa- valið. Nýggja sætið hann tráar eftir er bispagarðurin í Jóanesar Patursonargøtu og hann ætlar ikki at grógva fastur í bispagarðinum. Ferðabúnin skal verða hans- ara vanligasti búni. - Bispur er fyrst og fremst ein prestur og hann skal boða Guds orð. Hann skal ganga í svørtum kjóla og pípukraga til dagligt, helt Jákup Reinert Hansen, tá íð hann helt valrøðu á valfundi- num til bispavalið leygar- dagin í Læraraskúlahøllini og her vísti hann á hvat Jákup Joensen, sáli, próstur, helt um bispaembætið. Jákup Reinert Hansen tosaði um teir ymsu búnar- nar bispaembætið er latið í. - Bispur er eisini umsitari av kirkjuni. Og til hesa tæn- astu nýtir hann bispakjólan og bispakápuna. Bispur eigur at verða ílætin til eina góða kirkjuliga leiðslu. Men hann má ongantíð gloyma hvat hann fyrst og fremst er, nevniliga prestur. - Eg síggi fyri mær, at bipur er ógvuliga sjónligur í landinum og ikki minst millum okkum prestar, okk- um tørvar tætt samstarv við bisp og persónligt samstarv við hann, segði sandsprestur millum annað á valfundi- num. Tann einasti av teimum fimm bispavalevnunum, sum kom inn á heita eplið um tey samkyndu her á landi var Bergur Debes Joensen. Og hann hevði ikki nógva troyst at geva teimum samkyndu, væl at merkja tey ikki megna at standa móti teirra kynsligu tráan elle hugi. Bergur Debes Joensen var greiður í sínum sjónarmiðum um tey samkyndu. - Samkynd eru skapt í Guds mynd og tað er í móti okkara trúgv at samkynd liva saman. Eg eri í móti at samkynd liva saman. Sam- kynd kunnu liva við teirra tráan, uttan at geva eftir fyri henni, segði Bergur Debes Joensen. Vit kunnu ikki rokna við, at Bergur, sum enn er ein ungur maður, fer at sita í starvinum sum bispur, til hann einaferð gevst vegna aldur. Bergur boðaði frá á valfundinum, at hann heldur tað er skeivt, at ein bispur situr alt ov leingi. - Eg eri fyri at bispur verð- ur áramálssettur. Hann eigur at verða valdur í eitt fimm ára skeið fyri síðan at hava møguleikan fyri at vera afturvaldur. Hann eigur ikki at sita meira enn 10 ár í embætinum, segði hann. Og Bergur agiteraði fyri einari rúmligari og viðkom- andi kirkju. - Í okkara kirkju skal ikki bara vera pláss ein veg. Her eigur pláss at vera báðar vegir, segði hann. Og pláss eigur eisini at vera fyri kvinnuligum prest- um. - Eg eri fyri at javnstøða verður galdandi innan kirkjugátt. Prestar eiga at starvast javnsettir. Toleransa er ikki bara at fáa sítt ígjøg- num, men at pláss eisini er fyri mótpartinum. Bergur Debes Joensen: Samkynd kunnu liva við síni tráan Bergur Debes Joensen er fyri javnstøði innan kirkjugátt. Jógvan Fríðriksson: Fólkakirkjan má shinast upp Jákup Reinert Hansen Bispur er fyrst og fremst prestur Jákup Reiners Hansen heldur at bispur er fyrst og fremst ein prestur Jógvan Fríðriksson heldur, at kirkjan eigur at verða shinað upp