mánadagur 10. september 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 174 - 10. september 2007
21
tíðindi
Fríggjadagin fekk
Kári Svensson størsta
laks tey vita um, er
fingin á Leynavatni
yvirhøvur
Metfongur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Frítíðarfiskarir eru tiltiknir
at reypa. Men Kári Svens
son reypar ikki, tá ið hann
fortelur, at hann hevur
fingið størsta laks, tey vita
um yvirhøvur, er fiskaður á
Leynavatni.
Hann hevur verið íðin frí
tíðarfiskari í mong ár og
ivaleyst hevur hann eisini
havt dreymin um tann stóra
fiskin.
Og
fríggjadagin
varð
dreymurin veruleiki og tað
hevur hann vitni upp á.
Á miðdegi fríggjadagin
fekk hann ein laks á Leyna
vatni, sum ongin hevur sæð
makan til áður, tí hann var
heilar 104 sentimetrar lang
ur og fyri at vera heilt
nágreiniligur, vigaði hann
23 pund og 200 gramm.
Hann metir, at laksurin er
eini seks ára gamalur og
hann hugsar sær, at hann
hevur verið tríggjar ferðir
áður á Leynavatni.
Men hann hevur havt gott
í beininum og tí hevur hann
yvirliva øll árini. Hinvegin
heldur hann ikki, at hann
hevði livað eitt ár afturat, tí
nú hevði hann ringar og
slitnar tenn.
Men hann var sera
feitur, leggur Kári Svensson
afturat.
Annars hava tey fingið
nógvan laks fyrr í ár, men
teir hava ikki verið feitir. Í
seinastuni hevur vignast
betur.
Higartil í ár hevur Kári
Svensson fiskað 25 laksar
og tað er eitt gott ár. Einar
seks, sjey laksar hevur hann
sett útaftur í vónini um, at
teir liva eitt ár afturat.
Septembur plagar at vera
góðir, so hann hevur vónir
um nakrar afturat. Í fjør
fekk hann 21 laksar.
Stríddist í ein
hálvan tíma
Av tí, at Kári er so royndur
fiskimaður, gekk tað lut
falsliga væl at fáa bilbukt
við fiskinum, men kortini
vardi kampurin ein hálvan
tíma, áðrenn beistið gav seg
yvir og varð drigið upp á
turt.
Beinanvegin hann beit
á, visti eg, at her var talan
um rættiligan fong. Men eg
hevði ikki hóming av, at
hann var so stórur. Royndir
nar gera, at hann eisini veit,
hvussu nógv hann kann
seta á og tað krevst, tí ann
ars er skjótt at missa fisk,
sum hendan.
Tá ið hinir fiskararnir
varnast, at onkur hevur stór
fong á tráðuni, draga allir
sína línu inn fyri ikki at
órógva og fyri at eygleiða,
hvussu leikur fer.
Kári
Svensson
hevur
drúgvar royndir sum frtíðar
fiskari, tí hann var ikki
meiri enn 1617 ára gamal
ur, tá ið hann fekk áhuga
fyri hesum ítrivi, so nú
hevur hann yvir 30 ára
royndir.
Næststørsi laksur, tey
vita um á Leynavatni,
vigaði 21 pund.
Hann sigur, at royndirnar
komu væl við hjá honum, tí
nú er hann kringari í at velja
tey røttu støðini, tær røttu
ættirnar
og
tær
røttu
flugurnar – og flugurnar,
eru ikki tær, man keypir
hópframleiddar í einum
handli. Nei, flugurnar knýta
teir sjálvur.
Alt hetta ger, at tann
ítróttarligi
parturin
av
hesum ítrivinum veksur.
Kári Svensson sigur, at
tað ber væl til at fáa stóran
laks á Leynasandi, serliga
nú laksatíðin fer at líða.
Nú ein dagin stóð hann
við ánna og eygleiddi laksin
og ar sá hann nógvan, stór
an laks ímillum.
Eg tonkti við mær sjálv
um, at hevði eg bara fingið
ein av hasum slagnum í ár.
Fríggjadagin
lukkaðist
tað í stórum stíli.
Ein tanki var at varðveita
laksin sum eitt minni, men
hann veit ikki um nakran
her um okkara leiðir, sum
fæst við slíkt.
So ístaðin fer hann til eitt
meiri praktiskt endamál:
Hann skal roykjast og setast
á borðið til okkurt heilt
serligt høvi.
Kári Svensson, listamaður er eisini íðin frítíðarfiskari og nú hevur hann fingið størst laksin, sum nakrantíð er fiskaður
á Leynavatni
Fekk metstóran laks
á Leynavatni
Tá ið umstøðurnar eru til vildar, eru
frítíðarfiskararnir sum riparatindar við
Leynavatn og í ár hevur vignast serstakliga
væl. Tað er sjálvdan at Kári Svensson er so
einsamallur á vatninum sum her