Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. september 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 tíðindi Nr. 174 - 10. september 2007 Tormóður Stórá Sálarlækni Hetta er høvuðsevnið á alheimsdegnum fyri sjálv­ morðsfyribyrging, sum á hvørjum ári er 10. septemb­ er, í dag. Dagurin er eitt tiltak hjá Alheimsfelags­ skapinum fyri sjálvmorðs­ fyribyrging (IASP) í sam­ starvi við Alheims Heilsu­ stovnin (WHO). Í ár er høvuðsevnið “Sjálvmorð í øllum lívs­ skeiðum”, har sipað verður til, at hetta er ein trupulleiki, sum í ymiskan mun rakar allar aldursbólkar í samfelagnum. Seinastu árini hevur verið skipað fyri almennum til­ tøkum her heima hendan dagin, har fakfólk, sjálv­ boðin og avvarðandi á ymsan hátt hava varpað ljós á sjálvmorð og sjálvmorðs­ atferð, sum oftani í almenna rúminum verður tagt burtur, ­ sum nakað, sum ikki er. Í ár verður ikki skipað fyri nøkrum tiltaki, men umráðandi er framvegis at hava dagin í huga og skal her verða varpað nakað av ljósi á sjálvmorð, sjálvmorðsatferð og týdningin at arbeiða við fyribyrging. Sjálvmorðsatferð er ein umfatandi trupulleiki Tað doyggja umleið ein millión fólk árliga fyri egnari hond. Sjálvmorð er ein stórur heilsutrupulleiki í mongum londum og stendur fyri nærum 3 % av øllum deyðstilburðum. ­ Millum ungfólk undir 15 ár er sjálvmorð mest teljandi deyðsorsøkin í Kina, Svøríki, Írlandi, Avstr­ alia og Ný Sælandi. ­ Millum tannáringar og ung vaksin í aldrinum 15­ 24 ár er sjálvmorð ein týðandi deyðsorsøk í mong­ um londum. ­ Millum vaksin er sjálv­ morð ein týðandi deyðs­ orsøk og elvir til fleiri deyðsføll enn kríggj og morð tilsamans ­ Í flestu londum økist vandin fyri sjálvmorði við aldrinum. Í fleiri londum er sjálvmorðstíttleikin størstur millum tey elstu omanfyri 85 ár. Deyðsføll av sjálvmorði er bara ein partur av trupul­ leikanum. Sjálvmorðsroynd­ ir koma fyri einar 10 til 20 ferðir oftari enn sjálvmorð, serliga millum yngri kvinn­ ur. Sjálvmorðsroyndirnar kunnu verða ymiskar, bæði hvat viðvíkur skaða og hvussu heilhjartaðar tær eru, men allar sjálvmorðs­ royndir vitna um, at tann sum roynir at taka lív sítt, hevur álvarsligar kensluligar trupulleikar, er ólukkuligur og/ella sálarliga sjúkur. Sjálvmorð og sjálv­ morðsroyndir hava stóra ávirkan av familju og vinir og eru kelda til nógva líðing og trega. Fyri tey, sum sita eftir, tá onkur hevur tikið lívið av sær, kunnu kenslu­ ligu kvalirnar hanga við í nógv ár, og í summum familjum røkkur hetta gjøgnum fleiri ættarlið. Samfelagútreiðslurnar av sjálvmorðið eru eisini týð­ andi. Hetta avmyndast sum missur av fíggjarligum tilfeingi, sum bleiv burtur av sjálvmorðinum einsvæl og kostnaðurin av medi­ sinskari og psykiatriskari viðgerð í sambandi við sjálvmorðsroyndir. Harum­ framt kemur byrðan av umsorgan og líðing, sum familja og vinir ið sita eftir stríðast við, bæði hjá teimum, sum doyggja og hjá teimum sum hava gjørt royndir at taka lívið av sær. Sjálvmorð í øllum lívsskeiðum Tíbetur er sjálvmorð ikki nakað, sum vit bara mugu góðtaka. Tað finnast mátar at fyribyrgja sjálvmorð. Um allan heim er brúk fyri virknum, samskipaðum og umfatandi fyribyrgjandi tiltøkum, um tað skal eydn­ ast at minka um høga talið av sjálvmorðum, sjálv­ morðsroyndum og trupul­ leikum sum eru tengd at hesum og sjálvskaðandi atferð. Virkin sjálvmorðsfyri­ byrging krevur nýhugsan, umfatandi tvørfakligt sam­ starv í og uttan fyri heilsuverkið. Eisini undir­ vísingarverkið, vinnulívið, løgregla, dómsvaldið, trúð­ arbólkar, lóggevarar, poli­ tikarar og fjølmiðlar mugu luttaka. Sjálvmorð millum børn og ung Í øllum samfeløgum eru sjálvmorð millum børn og ung undir 15 ár tíbetur ógvuliga sjáldsom, og roknað verður vanliga við at hesi umfata færri enn 2 % av øllum sjálvmorðum. Granskingin vísir at stórst vandi fyri sjálmorðsatferð hjá børnum er hjá teimum, sum koma úr familjum við harðligum foreldrum, kyns­ ligari misnýtslu, kropsligari mishandlan og vansorgan. Sama er galdandi fyri familjur har tað er alkohol­ og evnismisnýtsla, depress­ ión og sjálvmorðsatferð. Depressión hjá børnum er eisini ein vandafaktor, sjálvt um depressiv tekin hjá børnum kunnu vera trupul at fáa eyga á. Hesi kunnu umfata vánaligan hýr gjøgnum longri tíð, trupulleikar at hugsavna, kropsligar klagur og angist. Nøkur børn vísa depress­ iónina við at verða harðlig ella vreið. Um børn hava fleiri av hesum teknum ella teknini eru ógvuslig ella halda á leingi, eiga tey at fáa serkøna hjálp, og serliga um tey eru upptikin av tonkum um deyða ella sjálvmorð ella hótta við slíkum. Kanningar her heima av skúlaungdómi (8. flokki og 9. flokki) seinastu árini hava víst, at tað er ikki so sjálsamt at hesi kunnu fortelja um, at tey hava gjørt okkurt fyri at royna at taka lívið av sær og í øllum førum hava havt hugsanir um slíkt (10­12 % av hesum aldursbólkinum). Vit vita ikki nógv um hvørji børnini eru, sum hava hesar trupulleikar at dragast við, men kanningar aðrastaðni frá vísa, sum fyrr nevnt, at tað serliga eru ávís familjumynstur, sum eru tengd at hesum. Tí vil fyribyrgjan á hesum økini serliga venda sær til tann bólkin, og tørvur er á hjálp til at finna fram til hesar truplu familjurnar tíð­ liga og skapa ein familju­ politikk sum gevur børnum betri kor. Skúlaverkið má eisini hava ein leiklut, men hvørji fyribyrgingartiltøk skúlin eigur at taka stig til, er ikki heilt greitt, men tað bendir á, at tað mest umráðani er at lærarar hava eyga fyri hesum og kunnu vísa teim­ um sjálvmorðshóttu børnu­ num og teim ungu til aðrar heilsutænastur, sum skulu taka hond um hetta. Tað er ikki nakað sum bendir á, at vanlig upplýsing einstakar tímar í skúlanum gera nakað gagn – okkurt bendir kanska á at tað ger meira skaða enn gagn. Ungdómar og yngri vaksin (15-24 ár) Hesin aldursbólkur hevur í nógv ár verið væl um­ boðaður á sjálvmorðs­ hagtølunum, og eisini í tølu­ num fyri sjálvmorðsroyndir. Nógv staðni hava hesi tøl tíbetur verið lækkandi seinastu árini. Her sæst, at tað eru fleiri menn enn kvinnur, sum doyggja fyri egnari hond, men kvinnur­ nar gera fleiri sjálvmorðs­ royndir enn menninir. Tey flestu ungu sum doyggja av sjálvmorði hava sálarligar trupulleikar, ser­ liga depressión, persóns­ menskuólag og alkohol­ og evnismisnýtslu. Tað er eis­ ini sannlíkt at tey sum doyggja fyri egnari hond í hesum aldursbólki, áður hava roynt at taka lívið av sær ella hava verið innløgd á psykiatriskari deild. Hetta er kanska tann bólk­ urin, sum granskarar vita mest um, og tað eru nógvar ymiskar orsakir, sum økja um vandan hjá teim ungu fyri at taka lívið av sær, men gevur samstundis eina vitan um hvørji tiltøk, sum muna mest í fyribyrging. Serliga umráðandi er, at tey, sum hava samband við ungfólk, lærarar, lestrarveg­ leiðarar, arbeiðsgevarar, almannaverk og heilsuverk kenna til tekin og kunnu fáa eyga á hesi og fáa víst til røttu hjálpina. Serliga ung og yngri fólk við t.d. depressión, sum oftani verð­ ur yvirsæð og sostatt ikki viðgjørd meðan tíð er, eru í vanda fyri sjálvskaðandi atferð. Sjálvmorð millum vaksin Tey flestu, sum taka lívið av sær, eru vaksin fólk, serliga menn, og í summum londum er helvtin av teim­ um, sum doyggja fyri egn­ ari hond, menn í aldrinum 25­60 ár. Tað sum spælir mest inn hjá teimum vaksnu er sálarligir trupulleikar, truplar lívsumstøður og tyngjandi lívshendingar. Vandin fyri sjálvmorði er serliga stórur tá talan er um depressión og alkohol­ og evnismisnýtslu, og hesin vandin økist við aldrinum. Tað, sum hevur víst seg hava stórstan týdning, tá tað snýr seg um fyribyrging av sjálvmorðum í hesum aldursbólkinum, er betri staðfesting og viðgerð av depressión. Hóast depressión er tann størsti vandafaktorurin bæði hjá kvinnum og monn­ um, so eru tað serliga kvinnurnar, sum leita sær hjálp. Tì bendir á, at eitt tað mest umráðandi viðvíkjandi fyribyrging er at kunna um depressión og tey sjúkutekin hetta hevur við sær og samstundis fáa deprimerað­ ar menn at søkja hjálp, ístaðin fyri t.d. at royna at drukna depressiónina í fløskuni, ­ nakað, sum upp­ aftur meiri økir um vandan fyri sjálvmorði. Sjálvmorð millum eldri fólk Í summum londum er sjálvmorðstíttleikin størstur millum eldri fólk, men hetta mynstrið er ikki galdandi her hjá okkum, har hetta er rættuliga sjáldsamt. Hildið verður, at tað serliga er einsemi, depressión og likamlig skavank, sum eru orsakirnar til at eldri fólk doyggja fyri egnari hond. Besta fyribyrgingin er góð eldrarøkt, viðgerð av depressión og ymisk tiltøk, sum kunnu minka um einsemiskensluna, t.d . vitjunartænastur, eldrafeløg og eldratiltøk av ymsikum slagi. Sjálvmorðsfyri- byrging: hvør kann hjálpa ? Virkin sjálvmorðsfyribyrg­ ing krevur eitt neyvt tvørfakligt samstarv og tvørfakliga tilgongd, um hetta skal rúma øllum teimum samansettu orsaku­ num og vegunum til sjálvmorðsatferð í øllum lívsskeiðum. Tey, sum kunnu vera við í sjálv­ morðsfyribyrging umfata fakfólk í heilsuverkinum, sjálvboðin, granskarar, fam­ ilju og onnur, sum hava mist onkran á hendan hátt ella sum eru rakt av sjálv­ morðsatferð. Harumframt fólk í skúlaverkinum, løg­ reglu, vinnulívinum, eins og fólk frá átrúnaðarligum samkomum, plitikarum og fjølmiðlafólk. Eitt av endamálunum við altjóða degnum fyri sjálv­ morðsfyribyrging er at varpa ljós á trupulleikan, og fáa fólk at skilja, at sjálvmorð er ein fólka­ heilsutrupulleiki, sum kann fyribyrgjast í ávísan mun, um arbeitt verður við hesum. Føroyar er framvegis eitt land við lágum títtleika av sjálvmorði og sjálvmorðs­ atferð, men hetta rakar altíð hart tá hetta kemur fyri. Seinastu árini hevur verið skipað fyri tiltøkum her heima á altjóða degnum, og er tá m.a komið fram, at tað er nógv sum bendir á, at sjálvmorð í Føroyum raka nógv meinari enn í størri samfeløgum, ­ at nógv fleiri fólk verða rakt av hesum, tí familju og vinabondini eru tættari og meira umfatandi enn í størri samfeløgum. Vit mangla framvegis at læra av grannalondum okkara, sum hava gjørt átøk fyri at fyribyrgja sjálvmorð, og sum hava havt við sær at talið av sjálvmorðum er fallið rættuliga nógv í fleiri av londunum. Í ár verður ikki fyriskipað nakað alment tiltak her heima í sambandi við altjóða dagin fyri sjálv­ morðsfyribyrging, men m.a. við hesum gjørt vart við dagin, tí tað er framvegis umráðandi her hjá okkum at varpa ljós á trupulleikan. Sjálvmorðsfyribyrging – í øllum lívsskeiðum