Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-10, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. september 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 174 - 10. september 2007 ] Á middegi í dag varð farið undir fyrireikingarnar til uppgerðina ímóti Grikkalandi mikudagin U-21 LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen Leygarkvøldið var U-21 landsliðið aftur í Vágum. Lagið er gott eftir góða avrikið í Italia. Leygar- kvøldið fóru spælararnir til hús, og á middegi í dag hittust teir aftur at fyrireika seg til heimadystin ímóti Grikkalandi. Hann verður mikudagin, tá ið fyrsta bríkslið verður longu klokk- an 14.00. Føroyska liðið hittist í dag í Klaksvík. Hildið verð- ur til á Klaksvíkar Sjómans- heimi. Ætlanin er at koyra út á Svangaskarð at venja á grasvøllinum, har dysturin verður spældur mikudagin. Um líkindini verða soleið- is, at tað ikki verður hildið ráðiligt at venja á grasinum, so fer liðið at venja í Klaks- vík. Ætlanin var at venja eina ferð seinnapartin í dag og eina ferð seinnapartin í morgin. Grikska ferðalagið skuldi koma til Føroya í dag. Teir halda til á Hotel Føroyum og skulu venja á Tórsvølli. Eftir at U-21 landsliðið hevur spælt tríggjar ferðir sunnarlaga í Europa, standa nú fimm heimadystir á skránni. Eftir at Grikkaland hevur vitjað mikudagin, verða næstu dystirnir ímóti Aserbadjan 13. oktober og Kroatia 17. oktober. 17. november vitjar Albania í Føroyum, og 21. november skal Italia royna seg á 62 stigum norður! Føroyar runda kappingina av við tveimum dystum á útivølli – 6. september næsta ár í Aserbadjan og 10. september í Grikka- landi. At tað er so lítil javnvág í skránni í undankappingar- bólki 1 kemst av, at semja ikki fekst millum luttakar- arnar um dystarskránna. Tískil var neyðugt hjá UEFA at draga lut um skránna. Dreymurin er at sleppa framat á a- landsliðnum, men vinstri vongverjin hjá NSÍ, sum fríggja- kvøldið skoraði fyrsta málið, sum U-21 landsliðið yvirhøvur hevur fingið, trívist væl við avbjóðingunum FótbóLtUr Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Í triðja dystinum, sum før- oyska U-21 landsliðið var partur av, eydnaðist tað fríggjakvøldið at skjóta mál. Vinstri vongverjin, Ein- ar Hansen úr NSÍ, var mað- urin, sum skoraði, og talan var um rimmar mál. - Eg fekk bóltin frá mál- verjanum hjá okkum, Gunn- ari Nielsen. Eftir langa drag- ing fram um miðstrikuna í vinstru, sá eg, at málverjin stóð á brotsteigarmarkinum og rópti á sínar verjuspæl- arar. Tí gjørdi eg av at smekka til, og eg rakti bólt- in væl. Málverjin royndi at bakka, men steðgaði eftir eini tvey ella trý fet, og so var tað ein framúr kensla at síggja bóltin sigla í netið uttan at hava tikið í vøllin á vegnum, greiðir NSÍ vong- verjin frá. Einar heldur, at italiu- menn hugsaðu um annað, enn at hann skuldi skjóta mál úr so stórari fjarstøðu júst í hesi løtuni. - Ein av teirra spælarum var uttanfyri fyri at fáa viðgerð, og teir vildu hava, at dómarin gav honum loyvi at koma aftur á vøllin. Tí var eitt sindur tunt í mínari síðu. Frammanundan hesum dystinum høvdu Føroyar tapt 1-0 í Albania og 2-0 í Kroatia. Fríggjakvøldið var bara triði dysturin hjá U-21 landsliðnum á skránni. Seinnapartin mikudagin skulu Føroyar spæla fyrsta U-21 landsdystin yvirhøvur á heimavølli. - Tað hevði verið hugaligt, um vit høvdu fingið stuðul frá áskoðarum, tá ið vit fara at royna okkum ímóti Grikkalandi, heldur Einar Hansen. Sammett við ímóti Italia fríggjakvøldið, so er tað greitt, at liðfelagin hjá Einari í NSÍ verjuni, Jóhan Troest Davidsen, ikki verð- ur við ímóti Grikkalandi. Jóhan steðgaði í Keyp- mannahavn, tá ið hinir fóru til Føroya. Sunnudagin fór Jóhan við a-landsliðnum til Litavia. - Jóhan hevur verið stýri- maðurin í verjuni hjá okk- um, so tað verður stórur saknur í honum. Men tað er einki óvæntað í hesum. Allir, sum spæla á U-21 landsliðnum, droyma um at spæla á a-landsliðnum. Í langa tíð hevur tað verið stórur ivi um vinstra vong- verjan a-landsliðnum. Fleiri hava fingið møguleikan, men tað kennist sum um, at talan aftur og aftur hevur verið um meiri ella minni neyðloysnir. Einar Hansen er vinstrabeintur, og hann hevur ment seg ógvuliga nógv í ár á vongverjanum á oddaliðnum í Runavík. Hugsar tú um møguleikan á a-landsliðnum? - Tað er upp til venjaran at gera av, hvørjum hann gevur boð. Sum eg segði, so er avbjóðingin á U-21 landsliðnum ógvuliga stór og spennandi. Nú skulu vit spæla fleiri ferðir á heima- vølli, so tað verður spenn- andi, sigur Einar Hansen, sum fríggjakvøldið gjørdist fyrsti føroyski fótbóltsspæl- arin, sum skoraði mál fyri U-21 landsliðið. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Einar skrivaði seg í søguna Fimm ferðir á heimavøll Talan var um fyrsta málið, sum føroyska U21-landsliðið hevur skotið í altjóða kapping 23