Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-10, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. september 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 174 - 10. september 2007 ] Verjuparturin á før­ oyska landsliðnum hevur vanliga alstór­ an týdning. Og tann spurningurin er ikki lættari at greiða, nú bæði leikbann og skaðar gera um seg hjá lyklaspælarum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Um seks-tíðina í gjár kom føroyski landsliðshópurin til Litava, har dystur skal spælast mikukvøldið. Um- vegis Kastrup varð flogið til Vilnius, áðrenn farið varð í bussið til Kaunas, har landsdysturin skal spæl- ast. Spælarar, leiðarar og fjøl- miðlar búgva øll á Hotel Kaunas, sum eisini var bústaðurin hjá føroyska lið- num fyri fimm árum síðani, tá Føroyar taptu 2-0 í úti- dystinum móti Litava. Ein dystur, ið eisini varð spæld- ur á S.Daiaus og S.Gireno Stadion her í Kaunas. Tað er tó ein býur, sum bæði so og so tykist heitari, enn hann var tað í oktober mánaði fyri fimm árum síðani. Sólin hevur góðan hug at kaga fram, og beton- leivdirnar eftir tíðini handan jarntjaldið eru ikki eins sjónligar í dag, sum tær vóru ta ferðina. Verjan skal finnast Í morgun vóru so fyrstu venjingarnar á skránni, og so er spurningurin, hvussu Jógvan Martin Olsen fer at trimma liðið, soleiðis at úrtøkan mikukvøldið verð- ur so góð, sum tað á nakran hátt ber til. Stóri spurningurin hevur alla tíðina verið, hvussu verjuparturin verður mann- aður, nú Óli Johanesen er leikbannaður og Marni Djurhuus hevur givið avboð. Samstundis var rúm ikki fyri Mortan úr Hørg og Rasmus Nielsen í úttøkuni seinast. Verður Jón Rói Jacobsen førur fyri at spæla, er eingin ivi um, at hann verður í mið- verjuni saman við Fróða Benjaminsen. Og so er spurningurin, hvørjir spæl- arar manna bakkplássini. Atli Danielsen hevur áður spælt vinstri bakkur, og tað verður helst hendan leik- lutin, sum hann fer at røkja. Hartil kann roknast við, at Jákup á Borg verður togaður aftur á høgra bakk, har hann eisini áður hevur spælt, og har er Christian Høgni Jacobsen eisini eitt alterna- tiv. Og so verður Johan Troest Davidsen helst kittið, sum kann setast inn, har sum tørvurin vísir seg at vera størstur. Júst evnini hjá Johan at røkja fleiri pláss í verjuni var nakað, sum landsliðsvenjarin legði stór- an dent á, tá hann boðaði frá, hvørjar spælarar hann hevði við sær á ferðini til Litava. Longu frammi á vøllinum skal neyvan roknast við teimum heilt stóru broyting- unum. Í mun til seinastu dystirnar, so verður tað helst so, at Símun Samuel- sen saman við antin Jákupi á Borg ella Christian Høgna Jacobsen spælir á kantinum. Á miðvøllinum verða tað so helst Mikkjal Thomassen, Súni Olsen og Rógvi Jacob- sen, sum fara at gera um seg, og so man Christian Lamhauge Holst við sínum avriki seinast hava bitið seg púrasta fastan á álopspláss- ið. Jón Rói er ivamálið Jón Rói Jacobsen fekk ein snudd undir venjing hjá AaB í farnu viku, og at byrja við varð roknað við, at hann noyddist at geva avboð. Heilt so galið gjørdist tað kortini ikki, og vónin er framvegis, at hann verður førur fyri at spæla mikudagin. - Vit vóna sjálvandi tað besta. Tað er líkt til, at fótliðið hjá honum hevur tað betri nú, og við eitt sindur av viðgerð skuldi verið møguleiki at pjøssa hann saman til dystin, segði Jógvan Martin Olsen, tá føroyski hópurin var lendir í Vilnius. Jákup sum skipari Óli Johannesen er vanliga maðurin, sum hevur liðskiparabindið um armin, men hann er tó ikki við á ferðini til Litava. Óli er nevnliga leikbannaður, og tí skal nýggjur maður veljast sum liðformaður. Tað verður allar helst Jákup Mikkelsen, sum fær hetta álitið. Soleiðis var í øllum førum, tá Føroyar seinast vóru Óla Johannesen fyriuttan, og lítið er at ivast í, at Jógvan Martin Olsen aftur hesa ferð gevur roynda málverjanum álitisváttan. Mugu smíða nýggja verju Tað er fyrst og fremst í verjupartinum, at Jógvan Martin Olsen skal smíða nýggja loysn saman Spælararnir tykjast hava funnið seg væl til rættis á Hotel Kaunas, har hópurin býr á ferðini í Litava 24