mánadagur 10. september 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 174 - 10. september 2007 ]
Eftir at B36 hevði
verið frammanfyri
við tveimum málum,
skoraði Rannvá
Andreasen tvey mál,
og harvið er tað KÍ,
sum hevur bestu FM
kortini á hondini
KÍ-B36 KVINNUR
Jákup Mørk
Tað hevur verið javnt og
spennandi fyrr í ár, og
soleiðis var tað eisini, tá ið
KÍ og B36 kvinnurnar í
góðveðrinum í Klaksvík
leygardagin
spældu
og
stríddust í tí, sum varð rokn
að at vera lyklauppgerðin
um FM í kvinnufótbólti.
Úrslitið var 22, og harvið
hevur KÍ, sum hevur vunnið
FM sjey tey seinastu árini,
bestu FM kortini á hondini.
Áðrenn FM spurningurin
er heilt avgreiddur, skal KÍ
um tvær vikur spæla ímóti
GÍ í Gøtu, meðan B36 skal
spæla ímóti GÍ um eina
viku og ímóti AB um tvær
vikur. KÍ hevur væl betri
málmun enn B36, og við
úrslitunum higartil í kapp
ingini í huga bendir alt á, at
tað verður nóg mikið hjá KÍ
fyri at vinna FM, um tær
megna at vinna í Gøtu 22.
september.
B36 tók leiðsluna
Malan á Dunga legði eftir
hálvan tíma B36 á odda við
brotssparki, sum Petur Rein
ert dømdi, tí Heidi Sevdal
varð trýst niður. Eftir ein
tíma økti Halltóra Joensen
til 20, eftir at Heidi Sevdal
hevði spælt hana leysa.
Møguleikin spurdist burtur
úr ikki serliga hepnum út
spæli frá KÍ málverjanum.
Fýra minuttir eftir, at B36
hevði økt um leiðsluna,
minkaði Rannvá Andreasen
um munin. Olga Kristina
Hansen spældi við langari
sending úr vinstru málskjútt
an leysan. Rannvá sneiddi
úr høgru og framvið einari,
áðrenn hon við vinstra bein
ið smekkaði bóltin í málið.
Sjey minuttir fyri leiklok
skoraði KÍ til 22. Aftur
hesa ferð var tað Rannvá
Andreasen, sum var mál
skjútti, eftir at hon hevði
tamt langa sending, runnið
seg leysa og sett framvið
B36 málverjanum.
1. deild kvinnur
1. KÍ
15
12-2-1
53-8
+45
38
2. B36
14
11-2-1
37-9
+28
35
3. GÍ
14
4-3-7
19-35
-16
15
4. EB/S
15
1-5-9
16-45
-29
8
5. AB
14
1-2-11
16-44
-28
5
(NSÍ hevur tikið sítt lið úr kvinnukappingini)
Súni og Atli til arbeiðis
um vikuskiftið
Tveir av føroysku landsliðsspælarunum, sum mikukvøldið skulu spæla í
Litava, hava spælt í donsku landskappingini um vikuskiftið. Frem spældi
seinnapartin sunnudagin á heimavølli í Valby ímóti AB. Frem vann 21, og
harvið hevði Atli Danielsen, sum var óførur sentralur miðvallari, trý stig við
sær, tá ið hann í kvøld nakrar tímar aftaná liðfeløgunum á landsliðnum fór
úr Kastrup og til Litava. Umframt stigini tiltuskaði Atli sær gult kort í dag.
Súni Olsen fekk í gjár dystarvenjing á liðnum hjá AaB í 2. deild vest. Á
heimavølli spældu teir ímóti Hobro, og AaB vann 42.
Grikkar fulla úrtøku
Grikska U21 landsliðið, sum mikudagin skal spæla á
Svangaskarði, hevur higartil spælt tveir dystir í hesi
undankappingini. Báðir hava verið ímóti Aserbadjan. Á
heimavølli vann Grikkaland 41, og fríggjakvøldið vunnu
grikkar 20 í Aserbadjan. Tað verður roknað við, at
Aserbadjan saman við Føroyum er veikasta liðið í
undankappingarbólki 1.
KÍ kom úr havsneyð
og á FM kós
KÍ er 18
mál betri
Nú tað mangla tvey um
før av kvinnukapping
ini, er tað rættiliga sann
líkt, at KÍ aftur vinnur
1. deild hjá kvinnum.
KÍ hevur ein dyst eft
ir at spæla, og B36
hevur tveir dystir eftir
at spæla. KÍ og B36
hava vunnið allar dystir
nar ímóti hinum liðu
num í kappingini, og tí
er sannlíkt at rokna við,
at KÍ vunnur sín dyst
ímóti GÍ, og at B36
vinnur á GÍ og AB í
seinastu umførunum.
Fáa KÍ og GÍ fulla
úrtøku burtur úr sínum
seinastu dystum, standa
liðini á jøvnum við stig
um, og so verður mál
munurin avgerandi fyri
kappingina teirra mill
um. Her er støðan hjá
KÍ nógv betri enn hjá
B36.
KÍ
hevur
vunnið
greitt í nógvum av sín
um dystum, og tað hev
ur við sær, at undan
seinastu dystunum er
málmunurin hjá KÍ 18
mál betur enn hjá B36.
B36
skal
sostatt
vinna óvanliga stórar
sigrar á GÍ og AB í
sínum seinastu dystum,
um FMheitið skal ger
ast veruleiki, ella má
liðið vóna, at GÍ kann
taka stig frá KÍ á sein
asta leikdegnum.
Seinasta umfar hjá 1.
deild kvinnum verður
22. september. Tá spæl
ir KÍ í Gøtu og B36 á
Argjum.
Kvinnurnar hjá KÍ vóru í trupulleikum, men tær vendu dystinum ímóti B36, og við javnleiki eru tær aftur á FM-kós
Mynd: Norðlýsið
25