mánadagur 10. september 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 174 - 10. september 2007 ]
Ein av orsøkunum til,
at nýggja ættarliðið
av kvinnuligum
fótbóltsspælarum í
Klaksvík stendur seg
væl, er, at genturnar
venja nógv og spæla
meira fótbólt í
frítíðini
KÍ KVINNU
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Enn hevur KÍ ikki tryggjað
sær 8. FM heitið á rað í
kvinnufótbólti. Men á øll
um brøgdum í Klaksvík
leygardagin sást tað, at 22
millum KÍ og B36 fer at
bera við sær, at KÍ rættuliga
sannlíkt verður meistari, og
at B36 eftir øllum at døma
ikki verður meistari.
Tær bláu í KÍ og trúføstu
viðhaldsfólkini, sum altíð
stuðla, stórfegnaðust, og
tær hvítu og svørtu í B36
sóu út sum um, at tær høvdu
mist FM heitið á stokkinum,
eftir at tær eina løtu vóru
frammanfyri 20.
Hálvan tíma undan dystar
loki kom KÍ ferðalag úr
høvuðsstaðnum. Tað vóru
gentur 1012 ár, sum saman
við nógvum viðhaldsfólkum
komu av Argjum, har KÍ
hevði tryggjað sær FM
heitið frammanfyri AB og
HB, sum vunnu ávikavíst
silvur og bronsu, meðan
B36 endaði á fjórða plássi.
14-17 vunnu eisini
Hetta var annað FM heitið,
sum KÍ í síðstu viku tryggj
aði sær í kvinnudeildunum.
Fríggjakvøldið varð greitt,
at gentur 1417 ár hjá KÍ
eru FM vinnarar. Tær fingu
handað steyp og gullkrónur.
Tær skuldu havt spælt
síðsta dystin fríggjakvøldið,
men Royn hevði givið
avboð.
Hetta er fyrsta FM heitið
hjá KÍ gentur 1417 ár síð
ani 1997. Ta ferðina vóru
tað fleiri av teimum, sum
hesi seinastu sjey árini hava
vunnið gull í 1. deild, ið
vóru á FM liðnum í gentur
1417 ár. Venjari hjá gentu
liðnum er Rannvá Andrea
sen, sum var millum meistar
arnar í 1997, og sum síðani
hevur verið ein tann besti
kvinnuligi fótbóltsspælarin
í landinum.
Fleiri av FM vinnarunum
í gentur 1417 ár vóru á 1.
deildarliðnum, sum leygar
dagin stríddist ímóti B36.
Ása Thomsen og Sigrid
Jacobsen vóru millum tær
fyrstu ellivu, og Olga Krist
ina Hansen, sum í summar
flutti úr AB og til KÍ, er
vorðin ein av lyklaspælar
unum hjá KÍ. Millum aðrar
á gentuliðnum, sum longu
hava roynt seg í fremstu
røð, eru Liljan Jacobsen og
málverjin Olga Olsen.
Stórur áhugi
og góð evni
Bára S. Klakstein er ein av
royndastu kvinnuligu fót
bóltsspælarunum í Klaks
vík. Hon var ikki á KÍ lið
num ímóti B36 leygardagin.
Orsøkin var tann, at Bára er
venjari hjá gentur 1012 ár,
og hon valdi framtíðina
framum at vera við í sera
avgerandi dystinum ímóti
B36.
Áhugin millum gentur í
Klaksvík at spæla fótbólt er
stórur, og hjá mær er eingin
ivi um, at nýggja ættarliðið
er væl betri fyri, enn vit
vóru. Tær hava betri bólt
førleika, og tær hava betri
skil fyri fótbóltsspælinum.
35 gentur venja tvær ferðir
um vikuna, og harafturat
hava vit eina eyka venjing
við teimum 12 á aliðnum,
sum vunnu FM leygardagin.
Onkrur av teimum hevur
verið meistarar fimm ferðir,
onkrar fýra ferðir, og onkrar
aðrar hava vunnið trý tey
seinastu árini, greiðir venj
arin frá, og so leggur hon
afturat:
Genturnar eru hugagóð
ar at venja, og tað hevur
eisini nógv at siga, at
felagið ger burturúr kvinnu
fótbóltinum. Men harafturat
hevur tað stóran týdning
fyri menningina, at tað nú
er heilt vanligt, at gentur
spæla fótbólt á spæliplássum
og sparkivøllunum í frítíð
ini.
Jógvan bleiv nummar fýra
Tað eydnaðist sunnukvøldið føroyska Jógvan K. Glerfoss at enda sum
nummar fýra í danmarksmeistaraheitinum í poker, og harvið vinna
sær 319.000 krónur. Fyri lítlari løtu síðan reyk føroyski Jógvan K.
Glerfoss úr DM í poker, sum í hesum døgum verður hildið í Casino
Copenhagen. Her setti hann punktum á eitt frálíkt avrik, sum við
einum fjórða plássi hevur tjent honum 319.000 krónur. Tað gekk eitt
sindur aftur og fram hjá Jógvani, men júst áðrenn hann reyk úr, hevði
hann vunnið sær eina rúgvu av kipsum. Hesi øll misti hann tó løtuna
seinni, tá ið hann fór all in við par damu, og var óheppin at møta
einum pari av kongum, sum sendu hann úr kappingini. Vinnarin av
kappingini fær 1,2 milliónir krónur.
Vunnu á Danmark
Føroyska U17 landsliðið í flogbólt hjá gentum vann í gjár landsdystin ímóti Danmark
32. Føroyska U17 landsliðið í flogbólt hjá gentum, sum í hesum døgum er í Finnlandi
, har tær kappast um Norðurlendska Meistaraheitið, vann í gjár landsdystin ímóti
Danmark 32. Føroysku flogbóltgenturnar komu afturút 20 í settum tá tær taptu tvey
tey fyrstu settini 2517 og 2517. Men føroysku genturnar komu rættiliga fyri seg í
triðja og fjórða setti, sum tær vunnu ávikavist 2525 og 2516. Fimta og avgerðandi
settið gjørdist sum tann besti ræðufilmurin, men føroysku U17 flogbóltsgenturnar
vunnu 1513 og harvið dystin 32 á danska landsliðnum. Føroysku flogbóltsgenturnar
spæla í dag ímóti Íslandi. Eisini U17 dreingirnir leiktu landsdyst í gjár, men teir taptu
30 ímóti finska liðnum, sum er tað sterkasta í kappingini. Eisini teir spæla ímóti Íslandi
í dag. Liðini verða aftur í Føroyum mánadagin.
Førleikin og fatanin eru betri
KÍ er føroyameistari hjá gentum 14-17 ár. Aftan
frá vinstru: Tove Sólheyg, Olga Kristina Hansen,
Marjun Purkhús, Katrin Johannesen, Julia
Gunnarsdóttir, Adelheid Olsen, Sigrið Jacobsen,
Bjørg Klakkstein, Vár-Jenny Lydersen, Rannvá
Andreasen, venjari. Framman frá vinstru: Joan
Danielsen, Sølva Andreasen, Ása K. Thomsen,
Olga F. Olsen, Malan Heinesen, Kristina
Jacobsen, Rannvá Poulsen og Liljan Jacobsen
KÍ er føroyameistari hjá hjá gentum 10-12 ár.
Aftan frá vinstru: Bára S. Klakstein, venjari,
Sigrun Sirdal, Ása Klein Olsen, Annika
Klakkstein, Mina Sirdal, Maria K. Thomsen,
Elinborg Olsen og Tove Sólheyg, venjari.
Framman frá vinstru: Katrina Akursmørk,
Eyðvør Klakstein, Lydia Marsten, Anita
Gregersen, Tina Joensen og Ásla Johannesen
26