mánadagur 10. september 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 174 - 10. september 2007 ]
Føroyska liðavrikið
var framúr gott,
og tað smakkaði
italsku áskoðarunum
illa, at teirra lið
ikki megnaði
meiri enn tepran
sigur á føroysku
amatørunum
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað er púra burturvið at
ímynda sær, at nýggja ættar
liðið av fótbóltsspælarum
hjá Italia, sum fyri einum ári
síðani vann heimsmeistara
skapin í fótbólti, skal hava
nakrar sum helst trupul
leikar av at syfta føroysku
amatørarnar, sum fyri fyrstu
ferð
royna
seg
í EM
undankapping fyri U21
landslið. Men soleiðis var
tað fríggjakvøldið í norð
uritalska býnum Trento.
Tað var ikki fyrrenn sjey
minuttir undan leikloki, at
tað eydnaðist fimm faldu
europameistarunum fyri U
21 landslið at skjóta sigurs
málið.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki
hevði Italia lagt seg á odda.
Men Føroyar svaraðu aftur
fimm minuttir seinni, og
hóast Italia var bóltførandi
og spældi seg til málmøgu
leikar, so vóru teir á heima
liðnum ikki álvuligir við
støðuna. Teir fingu væl og
virðiliga at vita frá kræsnu
áskoðarafjøldini, at hetta
var ikki nóg gott, og venj
arin hevði sovornan ampa á
sær, at hann ongantíð setti
seg niður.
Eingin ivi var um, at teir
áttu nógv betri fótbólts
spælarar, enn okkara vóru
tað. Men vit vóru betri
skipaðir, enn teir vóru tað,
og tí gekk tað, sum tað
gjørdi. Talan var um ógvu
liga sannførandi liðavrik,
sigur annar av venjarunum,
Bill Jacobsen, sum rósar
føroysku spælarunum fyri
alla tíðina at hava verið til
vitaðar um konseptið.
Luturin hjá okkum var
fyri tað mesta at verja, og tað
megnaðu vit væl. Giovinco
var framúr við sínum títta
fótskifti og snildu sneið
ingum, men teir spældu seg
ikki til so nógvar upplagdar
møguleikar, og tá ið teir
royndu seg ímóti málinum,
var Gunnar Nielsen sera
tryggur, greiðir venjarin frá.
Føroyska
liðið
bíðaði
eftir mótstøðumonnunum,
sum vóru týðuliga kroystir
av støðuni. Sjey minuttir
undan leikloki skoraðu teir
sigursmálið. Men tá ið
dómarin hevði bríkslað fyri
síðstu ferð, ynsktu italsku
ábyrgdarmenninir føroying
um
tillukku
við
góða
avrikinum.
At tapa er ongantíð ser
liga hugaligt. Men sjálvandi
verður tað lagt til merkis, at
Italia vann við somu tølum
ímóti Føroyum, sum italiu
menn fyri tveimum vikum
síðani
vunnu
vinardyst
ímóti Fraklandi við.
Vit høvdu vóna, at tað
skuldi eydnast, tá ið vit
høvdu bóltin, at spæla frá
málverjanum og fram eftir
vøllinum. Men teir pressaðu
okkum so mikið frammar
laga, at Gunnar Nielesn í
flestu førum noyddist at
sparka langt. Hann sparkar
ógvuliga langt, og tí løgdu
vit stóra orku í at vinna næstu
bóltarnar, sum duttu niður á
teirra helvt. Tá ið tað eydn
aðist, megnaðu okkara ikki
so sjáldan at samanspæla,
greiðir Bill Jacobsen frá.
Umframt útjavnandi mál
ið, sum Einar Hansen úr
stórari fjarstøðu skoraði
mest sum burtur úr ongum,
høvdu føroyingar onkra
aðra roynd á málið.
Eina tí bestu stóðu inn
skiftararnir
Chritian
R.
Mouritsen og Arnbjørn Han
sen fyri eftir uppspæl í
høgru. Men italski mál
verjin beindi bóltin upp um
málið, eftir at Christian
hevði roynt seg.
Gott samanspæl millum Norðurlond
Italia-Føroyar 2-1 (1-0)
U-21 EM undankappingardystur
Í Trento í Italia fríggjadagin 7. september 2007 kl.
21
1-0: Andrea Russotto 26.
1-1: Einar T. Hansen 31.
2-1: L. Cigarini 81.
Dómarabólkur úr Bosnia Hersegovina: Rusmir
Mrkovic, Mujo Tutun, Drago Cule og Meviudin Efendic
3.100 áskoðarar
Italia: Andrea Consigli, Rimini Calcio - M. Motta, lið-
formaður, Torino (Francesco Pisano, Cagliari, 46.), L.
Marzoratti, Empoli, Marco Rossi, Parma, D. Criscito,
Juventus - L. Cigarini, Parma – Andrea Rusotto, Tre-
viso (Arturo Lupoli, Fiorentina, 56.), D. Dessena,
Parma, C. Marchisio, Empoli, S. Giovinco, Empoli - N.
Pozzi, Empoli (Robert Acquafresca, Cagloiari, 65.).
Venjari: Casiraghi
Føroyska liðið: Gunnar Nielsen, liðformaður, Black-
burn – Jónas þór Næs, AB, Jóhan Troest Davidsen,
NSÍ, Poul Thomas Dam, HB, Einar T. Hansen, NSÍ – Levi
Hanssen, Skála – Magnus Olsen, B71 (Christian R.
Mouritsen, Manchester City, 73.), Bogi Løkin, NSÍ, Emil
Nolsøe Leifsson, HB (Ólavur í Ólavsstovu, HB, 64.),
Jóhan V. Gunnarsson, B36 – Páll M. Joensen, HB (Arn-
bjørn Hansen, EB/Streymur, 67.).
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Símun
Rógvi Hansen, B71, Pætur Jørgensen, HB, Sam Jacob-
sen, GÍ, Kristoffur Jacobsen, KÍ
Gult kort: Emil N. Leifsson, Páll M. Joensen, Christian
R. Mouritsen
Venjarar: Heðin Askham og Bill Jacobsen
FAKTA
Strongdu italsku stjørnurnar
Eftir javnleikir í Stokholm
og Reykjavík hava danir
framvegis møguleika sjálvir
at spæla seg í EM endaspæli
Fótbóltur
Jóannes Hansen
sosialurin.fo“ joannes@sosialurin.fo
Norðurlendska klaverið spældi væl í
EM undankappingarbólki F í leygar
kvøldið. Undan umfarinum varð tað
roknað við, at tað var alneyðugt hjá
dønum at vinna øll stigini í Stokholm,
um tað framvegis skuldi verða
hugsningur um danska luttøku í enda
spælinum næsta summar. Grannaupp
gerðin í Stokholm endaði 00.
Svøríki er greitt oddalið og størsti
favorittur at røkka endaspælinum,
men danir halda seg framvegis hava
góðan møguleika. Tað kemst av, at
hini úrslitini lagaðu seg so væl fyri
Danmark.
Hjá Íslandi hevur tað ikki hilnast
væl, men í leygarkvøldið megnaðu
grannar okkara fyri vestan 11 á
heimavølli ímóti Spania, sum longu í
20. minutti misti Liverpool spælaran
Xabi Alonso. Emil Hallfredsson legði
Ísland á odda í 40. minutti, og leiðsan
helt sær inntil innskifti Andres Iniesta
javnaði í 86. minutti.
Umframt frá Íslandi fingu danir
eisini hjálp í Litava, har Norðurír
land, sum higartil hevur staðið seg so
væl, óvæntað tapti 10.
Støðan: Svøríki 19 stig, Norður
írland og Spania 16 stig og Danmark
11 stig. Danmark hevur spælt sjey og
hini átta dystir.
Roknistykkið hjá dønum sigur, at
um teir fáa fult allar fimm ferðirnar,
sum eru eftir at spæla, so vera teir við í
endaspælinum. Skráin hjá Danmark:
12.9.: DanmarkLiktinstein, 13.10.:
DanmarkSpania, 17.10.: Danmark
Litava, 17.11. NorðurírlandDanmark,
21.11.: DanmarkÍsland.